Skriva út

1. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)



Tekstur: Lukas 16,19-31.
Fyrra tekstarøð.

Hesumegin gravarbakka
Tilveran lagar seg ymiskt, og lagnan spinnur ókendan tráð. Tað lagar seg væl hjá mongum. Hjá øðrum er gerandisdagurin álvarsliga hóttur, eins og tá ið rovfuglur sveimar yvir reiðrinum hjá teimum smáu fuglunum. Tað vignast ikki, hóast møði og stríð, áræði og vilja.

Frásøgnin ella líknilsið um hin ónevnda ríkmannin og hin fátæka Lázarus er ein samanrenning av tí tímiliga og andaliga. Í álvarsomum myndum verður staðfest, at lív hins kristna er eitt og eigur at hanga saman. Ikki fleiri sjálvstøðugir lívshættir í ymiskum fláum.

Hin kristni skal hava eitt trúvirði, og uttan trúvirði missir trúgvin sín mátt, sína gleði og megi. Trúgvin eigur at ala fram góðgerðir og miskunnarverk, ið gagna medmenniskjum og hækka livistøði hjá tí neyðstadda. At trúgva er eitt breitt og fevnandi hugtak, ið rættir seg móti lívsins Guði í ákallan, bøn og lovsangi og samstundis rættir umhvørvinum eina hjálpandi hond, so tey neyðstøddu fáa linna.

At trúgva snýr seg ikki einans um Guð, meg og mítt. Hin trúgvandi býr í einum umhvørvi og er partur av einum kirkjuliði. Hin kristna trúgvin eigur at taka sosial atlit. Vit eiga at vera viðkomandi og geva hvør øðrum gætur, hóast vit halda eina gagnliga frástøðu og virða rætt hins einstaka at liva og leggja lívið til rættis.

Henda heildarfatanin er væl vitnað í halgubók. Kend eru orð Jesu um gripin og hjartað. Í fjallaprædikuni heitir Jesus á lærusveinarnar um ikki at savna sær gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala. Í mótsøgn til eina ivasama jarðiska íløgu, heitir Jesus á lærusveinarnar at savna sær gripir í himli, har hvørki mølur ella annar vandi ger seg galdandi.

“Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Matteus 6,21).

Tað er samband ímillum jørðina og himmalin. Hugsjónin, ið myndar tilveruna á jørðini røkkur inn í ævinleikan. Himmalin og tað æviga lívið verða myndað av tí ástøði og lívshátti, ið skipa okkara jarðiska lív. Tess vegna er tað menniskjansliga og tað sosiala medviti ein kristin dygd, ið beinleiðis er skapandi í ævinleikanum. Trúarinnar fylgir og trúarinnar frukt. Er fruktin etandi, søt ella beisk? Eri eg sum kristin og persónliga trúgvandi øðrum menniskjum til signingar, til skaða ella ampa?

Lukas evangelistur nemur viðurskiftini í samfelagnum, tey neyðstøddu, forfjónaðu og tey, ið verða sett uttanfyri. Hann umrøður felagsskapin um borðið, har tey, ið vit meta óverdug, sita til borðs saman við frelsara heimsins, Jesusi, ið skipar tað æviga ríkið sum Guðs ríki.

Sjálvt um Lukas evangelistur er kendur fyri jarðiskar tónar og menniskjanslig atlit í tí sosiala samfelagnum, so hevur boðskapurin eitt trygt andaligt ástøði. Tey gleðiligu boðini um føðing Jesu, ið er føddur heiminum til lívs og frelsu.

Eisini áminningin er greið, at tað ræður um at taka eina støðu til Jesus. Tað ljóðar so einfalt, tá ið sagt verður at vit mega velja. Hinvegin kenna vit fólkaræði sum stjórnarskipan, har tað er ein fólkarættur bæði at velja og lata vera við at velja. Eisini Guðs ríki virðir rætt hins einstaka. Vit kunnu velja Guðs ríki, og vit kunnu velja Guðs ríki frá.

Tað eru umstøður, ið eru torførar ella ómøguligar at greina. Likamligar ella sálarliga byrðar kunnu vera so nívandi, at tær stýra bæði hugsan og handling. Svárar umstøður kunnu fylla alt og eru størri enn tað, ið menniskjan megnar at gjøgnumskoða. Hóvsemi í orð og talu er altíð ein dygd. Tá ið tað er sagt, er tilveran í mangar mátar okkara egna val. Vit hava í ávísan mun møguleikan at ávirka og gagna.

Hjá Lukasi standa nøkur kveikjandi orð til okkum, ið fóru skeiv av málinum og mistóku okkum í lívinum. Orðini um ein nýggjan óspiltan møguleika. Í sambandi við hina burturmistu drakmuna, ið varð funnin aftur, sigur Jesus: “Soleiðis sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.” (Lukas 15,10).

Heildarmyndin, ið skipar jørðina og himmalin. Valið, ið skapar innihald á jørðini og innihald í ævinleikanum, tað eru tvinni av teim mongu hugtøkunum, ið vit taka fram í dagsins prædiku.

Hin ríki maðurin í líknilsinum sá seg sjálvan sum lívsins miðdepil. Hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Útsýnið hugdi inneftir, og hann sá seg sjálvan, síni egnu og sítt. Tann sosiala støðan í nærumhvørvinum var honum óviðkomandi. Hann var ríkur í sær sjálvum og ríkur í síni yvirflóð á jørðini. Eingin heildarmynd, ið innanífrá hugdi úteftir, frameftir ella uppeftir. Hann var ríkur á jørðini og fátækur í ævinleikanum, tí hinumegin deyða og grøv stendur jarðarinnar ríkidømi eftir á gravarbakkanum.

At missa sál sína. At vinna alt, ið vinnast kann og so missa sálina, missa lívið í Guðs ríki um tíð og ævir.

Í einum øðrum líknilsi umrøður Jesus trúarinnar kor og fylgir. Ævinleikin er ikki eitt sjálvstøðugt fyribrigdi, ið einaferð kemur. Ævinleikin nemur longu nútíðina og verður einaferð í framtíðini endalig nútíð, tá ið Guðs ríkið er fullbúgvið.

Ævinleiki menniskjans er ein beinleiðis fylgja av viðurskiftum hins einstaka við Jesus. Talan er um mong ymisk orð, ið lýsa støðu okkara til Jesus, t.d. trúgv, umvending og at fylgja honum eftir í verki og atferð.

Talan er ikki einans um ástøði, men eisini um trúarinnar fylgir. Tað fáa lærusveinarnir at vita um tað mundið, tá ið Pætur játtaði trúnna á Kristus.

“Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: ”Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!” (Matteus 16,24-27).

Líknilsið um hin ríka mannin og Lázarus staðfestir álvarsemi í lívi hins kristna. Vit mega liva tilvitað um okkara andaligu og reint verðsligu skyldur í nærumhvørvi og samfelag. Tað er ikki nóg mikið at sæta sær sjálvum. Hinvegin er tað valla skilagott at gloyma seg og síni, tí okkara nærmastu eru okkara fyrsta kall. Vit mega verða sonn og ærlig og viðganga, at okkara egnu eru nærri enn onnur.

Hin ríki maðurin livdi eitt lív í fagnaði og góðgæti. Væl ílatin í fínasta skrúð doyði hann í allari sínari vælferð. Tað minnir um ein annan ríkan mann, ið varð vorðin so ovurríkur, nú allar løðurnar vóru fullar av korni. Hesin ríki jarðyrkismaðurin segði við sál sína, nú alt vignaðist so væl: “Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað.” (Lukas 12,19).

Soleiðis hugsaði maðurin, og svá hugsa vit so mangan. Men heildarmyndin er ikki nøktandi í eini slíkari útsøgn. Tað dupulta kærleiksboðið, ið er kærleiki til Guðs og næstan, fær ikki rúmd í yvirskriftini um framtíðina og ætlanir mansins.

Guð setti eina aðra yvirskrift yvir lívið hjá tí væl nøgda ríka bóndanum, hvørs skurður hevði verið avbera góður. Yvirskrift Guðs var tann endaliga útsøgnin, og so er ikki nógv meira at siga: ““Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?” Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.” (Lukas 12,20-21).

Hesumegin gravarbakkan hava vit møguleikan at tilbúgva staðin handan deyða og grøv. Rættari er at siga, at í lívinum hava vit møguleikan at velja Jesus sum Harra og frelsara og lata hann tilbúgva okkum staðin í Guðs ríki. Tað er skilagott at hugsa um hesi viðurskifti, meðan vit liva. At gera seg búnan at møta Guði, áðrenn vit sigla deyðans sund ella verða borin um evstu sín.

Tað er í tí jarðiska lívinum, at vit kunnu velja kærleikan til Guðs og kærleikan til næstan. Hin ríki maðurin varð ov seinur á sjóvarfallinum. Hann doyði og varð borin til gravar. Tá ið hann lat eygu síni upp í helheimi gjørdist einki. Millum lívið í Guðs ríki og lívið í helheimi er staðfest eitt óført dýpi. Tá er og verður tað, sum tað er. Tað gerst ikki meira, og støðan er avgjørd.

Í helheimi kom tann tankin til hin ríka mannin, at tað var royndina vert at prædika fyri næstringunum, so tey vórðu ávarað og ikki endaðu í hesum sama staði við pínu og trega.

Ólíka betur er støðan, um vit hesumegin gravarbakkan koma til livandi trúgv á frelsaran Jesus og prædika gleðiboðini um frelsu Guðs. Um vit í tí gerandisliga eru virkin í trúgv og kærleika. Um vit linna kvøl og reinsa sár teirra neyðstøddu.

Hin kristna kirkjan prædikar gleðiboðskapin um Jesus sum harra og frelsara í trúgv til trúar, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra Jesusi til nú og um ævir.

Amen.

(Prædikan hildin í Kirkjubøar kirkju 7. juli 2015).