Skriva út

Sergudstænasta - Erland Beder, jarðarferð úr Havnar kirkju

“Og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann.” (Prædikarin 12,7)
Moldin er skapandi, hon er gróður jarðarinnar. Hvør ein livandi vøkstur í bøi og haga, hvør ein blóma í urtagarðinum. Moldin er rótfestið og tann lívgevandi orkan, ið ber stelk og blómu. Uttan mold er vøksturin á markini skerdur. Moldin er lívsgrundarlagið saman við vætu og ljósi.
Moldin er ikki einans mold, hon er mynd og ímynd av menniskjanum. Orðini í upphavi eru væl kend, at Harrin Guð myndaði mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans.
Líkasum allur livandi vøkstur hevur sína tíð, á sama hátt er mannalívið avmarkað við atliti at døgum og árum. Soleiðis eru korini, og tey eru eins fyri øll.
Eisini einborni sonur Guðs, Jesus, var føddur undir hesum umstøðum. Moldin ella kroppurin er ikki undirmeting av dygd og virði. Kroppurin ber andan, og tá andin fer úr kroppinum er talan um andlát.
Jólanátt læt Guð einborna son sín føða inn í henda heim. Einborni sonur Guðs, sannur Guð av sonnum Guði, kom til jarðar sum hold og blóð. Hold og blóð lýsa Guðs veru og hava stóran týdning, tá Guðs kærleiki í Jesusi veitir heiminum frelsu. Jørðin er ikki einans ein klombra. Jørðin er virkisøkið hjá anda Guðs. Tað er á jørðini, at Guð virkar og letur anda sín menna likamið, ið er runnið av mold jarðar.
Orðið, sum var í fyrstuni, er eitt av nøvnum Jesu. Orðið er ein persónur, sonur Guðs, ið er føddur av Mariu moy. Hetta orðið gagnar jørðini, og hetta orðið prædikar hin kristna kirkjan.
“Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd sum einborni sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” (Jóhannes 1,14)
Orðið var ikki einans eitt orð, tí orð eru meira enn orð. Orð eru skapandi. Vit kunnu við orðum skapa gleði, lív og vón. Tey, sum hoyra orðini, kenna, um orðini eru mettað við kærleika. Munur er á at siga heit orð ella at siga orð uttan hita. At siga sannleikan við einum heitum hjarta, ið vil byggja upp og lívga. Ella vit velja at siga sannleikan hjartaleysan.
Orðið, ið varð hold jólanátt. Maðurin Jesus var sum einborni sonur Guðs vegurin og sannleikin. Við honum kom nakað nýtt og frískt. Tað sum profetar og lógarinnar smiðir høvdu ásett og droymt um, uppfylling lógarinnar, tað hendi í einum fjósi jólanátt, tá ung kvinna føddi Guðs son og legði hann at sova í eini krubbu.
“Tí av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman yvir náði; tí at lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.” (Jóhannes 1,16-17)
Sannleikin Jesus fekk somu kor sum menniskjan, tí hold úr mold livir frá føðing til deyða. Sannleikin Jesus, ið gjørdi øllum væl, talaði náðarorðið, grøddi hvørja ilsku og læt ljós lýsa á legu teirra vónleysu. Tað hendi ein langan fríggjadag, at sannleikin sum náðin varð krossfestur í menniskjans rúm og stað. Hin syndafríi var dømdur sekur vegna menniskja. Ein rættvísur tók á seg órættvísi. Eitt ljós sløknaði, til tess at ljós kunnu verða kveikt um allan heimin. Ein nýggjur dagur, vónin um ein bjartan dag og ein signaðan dag í morgin.
Tað var langafríggjadag Jesus doyði, og hold úr mold var sum likam Jesu lagt í gravarhellið. Sannleikin krossfestur á krossins træi, so frælsisbrævið sum frumrit kann handast hvørjum einasta menniskja. Frælsisbrævið, ið er skrivað við kærleika til øll menniskju.
Endurgivið í vanligum orðum stendur skrivað, at Guð elskar hin einstaka, at Guð ger ikki mannamun, at Guð er okkara himmalski faðir og vit børn hansara. Vit eru børn og arvingar og ikki arvaleys børn.
Langafríggjadag í 2012 nógv ár eftir krossfesting Jesu Krists, sovnaði ein av Harrans tænarum stillisliga inn í ævinleikan. Erland Beder, prestur, sovnaði í heimi teirra í Varðagøtu 26, meðan konan og góð fólk vóru hjástødd. Tað var so stilt og vakurt, hesa langafríggjadagsløtu, nú likamið var ávegis aftur í jørðina, og andin fór aftur til Guds, sum gav hann.
Deyðin er altíð sorg og saknur, og hin seinasta løtan skal ikki fjalast í vøkrum orðum. Hin seinasta løtan er løtan, tá vit gráta, tí vit eru góð við okkara kæru, og okkara kæru, ið fara, eru góð við okkum. Tár, sorg og saknur er ein partur av hjartans talu.
Men langafríggjadagur er ikki ein vanligur fríggjadagur, hetta er dagurin, har vit minnast Meistaran Jesus. Tað var henda Jesus, ið Erland prestur prædikaði í sínum kalli sum hirði kirkjuliðsins. Fótaspor Meistarans á jørðini vóru góðslig, stigin varisliga við kærleika og tolsemi. Hjartalagið var dragandi og vinnandi, ein frelsari fyri øll uttan mun til teir snávingarsteinar, vit detta um. Aftur á føtur, leiddur inn til hitan í kærleikans ørmum og heimligan anda.
Innan gudfrøði kunnu vit spyrja spurningin : Hvørju megin langafríggjadag liva vit? Er tilveran merkt av vónini um páskasólina? Síggja vit eina ljósrond, at tað roðar for degi?
Páskamorgun staðfestir veruleikan langafríggjadag. “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” (Jóhannes 12,24)
Páskamorgun sær tilveran øðrvísi út enn langafríggjadag, tí moldin er meira enn mold jarðar. Hold verður mold, sum aftur verður lív og uppreisn likamsins. Hin deyði og jarðaði Jesus rísur upp av deyða og grøv. Grøvin er tóm, og eingil Harrans sigur tey livandi orðini : “Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her.” (Matteus 16,6)
Páskirnar fagna lívinum, tí tímiliga og æviga. Lívið vinnur sigur á deyðanum, ljósið vinnur á myrkrinum, og gleðin skapar frið í sorg og sakni. Vónin, gleðin og friðurin eru bløðini á páskablómuni.
Tað er júst henda vónríka boðskapin hin kristna kirkjan fekk at bera. Ikki ein lættan veruleikafjaran boðskap, men nøkur orð, ið hava støðið í veruleikanum og taka lívið og lívsins skiftandi forløg í álvara. Sannleikin er hóast alt, at páskasólin við øllum sínum bjarta skini ikki fjalir ta kvøl, sum hoyrir mannalívinum til. Men páskaboðskapurin boðar, at vit hava ein møguleika, at vit hava eitt óendaligt virði, at hvør einstakt menniskja er nakað heilt serligt, skapað í Guðs mynd.
Tað eyðkendi Erland Beder, at hann tók sítt kall í stórum álvara. Erland var væl fyrireikaður og segði ongantíð nakað, uttan at hava hugsað seg væl um. Meðan vit onnur dáma væl at práta, og viðhvørt práta fyri at práta, so hevði talan og samtalan altíð eitt innihald, tá Erland tók orðið.
Hvør prestur hevur sítt kall og sínar náðigávur. Tað var tó eitt, ið eyðkendi Erland. Náðin í Jesusi Kristi var tann fatanin av tilveruni, sum hann nýtti sum útgangsstøði og talaði útfrá. Tað er eingin trupulleiki so stórur, og vit kunnu ikki skapa ein trupulleikan so stóran, at náðin í Jesusi Kristi ikki munar og ger munin. Tað var fyri at vera í páskaljóði soleiðis, at hin stóri steinurin, ið verður rullaður fyri tað hellið, ið vit sjálvi steingja okkum inni í ella seta onnur inn í. Hin stóri steinurin varð rullaður frá Jesu grøv, til tess at vit kundu hava atgongd til lív á frælsum lendi.
Jesu uppreisn er okkara møguleiki, tá lívið byrjar, meðan dagur er, og tá sólin setir í havsbrúnni eftir drúgt vesturskin.
Erland nam sær sum ungur útbúgving sum lærari og starvaðist í hesum yrki eina tíð. Tað fall honum væl, men hugurin stóð til gudfrøðina og kallið sum prestur. Hann fór at lesa til prest og var prestur á Falster, inntil hann kom heimaftur til Føroyar at vera.
Tað var í 1992, at Erland tók við kallinum Eystan Múla. Saman við konuni Nikolinu fluttu tey inn í Ónagerði og gjørdust ein partur at bygdarlívinum. Tey fullu væl til, og kirkjufólkið ber Erlandi presti gott eftirmæli. Saman við presti munaði tað væl, at Nikolina sum prestafrúa hevði kvøldskúla og kom saman við fólkinum. Løturnar í Roykstovuni eru minniligar, alt frá ull til vøkur føroysk pløgg.
Sigast skal eisini, at Ónagerði, urtagarðurin og økið rundan um vóru sera væl hildin, meðan Erland og Nikolina mannaðu garðin. Fólk, ið komu fram við møttu týdlig prestafólk, sum dugdu væl at greiða frá og sýndu blíðskap. Tá Erland gjørdist pensionistur røkti hann eitt skifti kallið suðuri í Vági.
Í 1992 hendi tað gleðiliga, at Erland og Nikolina vórðu hjúnvígd. Hann var einkjumaður og hon einkja, og nú funnu tey saman og hava livað saman sum hjún fram ímóti 20 árum. Hetta var ein góð nýggj byrjan til gleði fyri øll, bæði døturnar hjá Nikolinu og børnini hjá Erlandi. Tvær familjur gjørdust soleiðis ein stór familja.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Erland og Nikolina vistu hvør av øðrum frá ungum aldri av, við tað at barnaheim teirra vóru virkin í missiónini í Vági og á Strondum. Tá eins og nú, ella tá meira enn nú, ferðaðust fólk bygd úr bygd til møtir og lærdu soleiðis hvønn annan at kenna.
Rímiliga skjótt er úr Havnini norður til Viðareiðis, og henda møguleikan nýttu børnini hjá Súsannu og Unnur. Í Erlandi fingu tey fittan og hugnaligan abba, ið dugdi væl at siga frá. Tað vóru mangar góðar løtur hjá ommu og abba, løtur, ið hava fest seg í minni, løtur, ið minnast.
Vit, ið vóru starvsfelagar hjá Erlandi bera honum alt tað besta. Ein góður starvsfelagi, sum á sín sermerkta og stilla hátt var við til at binda vinarbond í okkara stóru prestafamilju.
Góða Nikolina. Saknurin er stórur hjá tær, nú maðurin er heimkallaður eftir sjúkralegu. Tú hevur passað hann so væl, tú og húsins fólk og faklig hjálp. Erland var so glaður fyri at kunna vera heima, og hann dugdi at vísa sína gleði og siga, at hann hevði góð fólk rundan um seg. Tú vart hansara tryggleiki við tíni umsorgan og nærveru.
Tað er svárt at missa, men eisini hin seinasta løtan var vøkur. Tú gavst honum eitt klemm og teskaði orðið um kærleika, ein so still og vøkur løta, rík og fjálg. Og so var so stilt so stilt, og Erland sovnaði burtur ein langafríggjadag.
Og um páskirnar jarða vit mann tín, og siga sum tað seinasta á kirkjugarðinum : Av mold ert tú komin, av mold skalt tú verða, úr moldum skalt tú aftur standa upp.
Andin fer aftur til Guðs. Uppreisn likamsins og ævigt lív í Guðs ríki.
Hiðani úr kirkjuni lýsa vit Guðs frið yvir minnið um Erland Beder. Amen.