Skriva út

Allahalgana sunnudagur

Tekstur: Matt 5,1-12 (Opb. 7,9-17) Fyrra tekstarøð

Prestur: Gimmi Olsen

Í gjár var Allahalganna dagur og í kirkjuni í dag er Allahalganna sunnudagur. Í dag hoyra vit um tveir ymiskar veruleikar – í hvussu er sambært kristnu trúgv okkara

Tann eini veruleikin er tann, ið vit uppliva her, í hesum lívinum, í teimum korum, sum lívið her ber við sær av gleði, vakurleika, líðing, sakni og skilnaði. Samstundis, sum vit eisini hoyra um ein annan veruleika, um eitt Guds ríki, sum okkum er lovað og sum vit hava í væntu. Og við sæl-orðunum í dagsins prædikuteksti letur Jesus hin veruleikan um Guds ríki, troysta og lívga okkum, so hendan vónin kann geva okkum styrki at liva, í hesum núverandi veruleika, í hesum lívi og tess korum. Mitt í líðing, sorg, sakni og skilnaði.

Sæl-orðini í okkara prædikuteksti er byrjanin av Jesu fjallaprædiku. Og fjallaprædika Jesusar í Matthæusevangeliinum, kapitul 5, 6 og 7 er ofta trupul at skilja, tí Jesu undurvísing har ofta er so krevjandi, idealistisk. Og ofta hevur undurvísingin har, fleiri løg í sær, ísenn. Soleiðis er eisini við sæl-orðunum, sum eisini hava minst trý løg ella tríggjar uppgávur í sær samstundis:

Í fyrsta lagi vísa sæl-orðini Jesu samleika. Jesu identitet. Sum vit kenna tað frá bíbliusøgunum, so var ella er Jesus, spaklyntur, hjartareinur, miskunnsamur, friðar-søkjandi, hann ynskir rættvísi fyri tey, ið eru fyri órætti og hann var eisini forfylgdur.

Í øðrum lagi, vísa sæl-orðini eisini, hvussu Jesus vil, at vit skulu vera. Tí, sum hann var, soleiðis skulu vit eisini vera. Sum Guds børn skulu vit eisini líkjast okkara faðir og harra. Tað skal tí eyðkennast á okkum, sum hoyra Jesusi til, at vit í hesum heimi skulu vera: spaklynt, miskunnsom, hjartarein, ikki følsk, men heilhjarta, tað er hjartarein, friðarsøkjandi, søkjandi rættvísi fyri tey, sum líða órætt og um neyðugt, tola forfylging grunda á trúnna á Jesus.

Tað vil siga: í fyrsta lagið vísa sæl-orðini Jesu samleika og í øðrum lagi vísa sæl-orðini, hvussu vit sjálvi skulu vera, eins og faðir og harri okkara.

Og í triða lagi, so hava sæl-orðini eisini eina uggandi og troystandi uppgávu í sær. Tí ymisk líðing til likams og sálar er ein grunnleggjandi partur, kor, av lívi okkara, í hesum heimi. Men inn í hesa líðing, so hoyra vit lyftini frá Jesusi um, at hesin veruleikin vit uppliva í hesi verð, so vakur hann eisini kann vera, hóast líðing, so er hesin veruleikin ikki tann einasti veruleikin, sum finnist og ikki tað einasta, sum vit fara at síggja og uppliva, í hvussu er sambært Jesu lyftum.

Við sæl-orðunum, gevur Jesus okkum eina vón um ein annan veruleika, eitt Guds ríki, har vit, ein dag, verða heil, sigursglað og eydnusom. Eisini teksturin, sum vit lósu úr Opinberingini, gav okkum eina mynd av hesum, tá ið vit hoyrdu, at okkara kæru, eins og vit sjálvi ein dag, standa sigursglað, eydnusom og heil, framman fyri hásætinum í Guds ríki, saman við Jesusi. At tað bíðar okkum ein enn betri veruleiki, sum vit hava í væntu frammanfyri okkum.

Onkur kann helst kalla hetta ævintýr ella religiøsir ynskidreymar. Ja, møguliga. Tað vil so vísa seg. Men hetta er soleiðis, okkara kristna trúgv talar. At tað finnist ein enn betri veruleiki, Guds ríki, sum vit hava til góðar, sum er fullkomin og sum vit fáa til gávus, óuppiborið og fyri onki. Og hesin veruleikin um Guds ríki, sendur sínar hitandi sólstrálur inn í okkara núverandi lív, við vón og styrki, tí vit vænta nakað enn betri, sum kemur.

Í Lukasevangeliinum tosar Jesus beinleiðis til og um fátæk menniskju og fólk, sum stríðast við fíggjarligan fátækradóm. Men í sæl-orðunum í okkara prædikuteksti í dag, frá Matthæus-evangeliinum, so tosar Jesus í myndatalu, soleiðis at hann tosar um okkum øll. Óansæð um vit fíggjarliga eru rík ella fátæk. Tí hann sigur, at ”sæl eru tey fátæku í andanum”.

Í stuttum, poetiskum formi geva sæl-orðini úr fjallaprædikuni svar upp á spurningin, um, hvør ið kemur inn í Guds ríki og tí inn í tað lovaða landi.

Jesus kallar okkum sæl, eydnusom og heil, tí hann veit, at um vit eru fátæk í andanum, syrgjandi og longjast, hungra og tysta eftir rættvísi, so eru vit eisini meiri før fyri at gerast móttakilig fyri hesum Guds ríki, sum Jesus gevur okkum sum gávu, óuppiborið, fyri onki. Um vit hinvegin vóru stolt í andanum, vóru okkum sjálvi nokk, vóru mett og trygg í egnari rættvísi, so høvdu vit heldur ikki havt brúk fyri hjálp og frelsu frá Gudi. Men sæl og eydnusom eru vit, um vit eru fátæk í andanum og tí hava brúk fyri Jesusi.

Í kristnari trúgv hevur ikki verið vanligt at hoyra, at øll automatiskt verða fødd sum Guds børn ella at vit automatiskt gjøgnum deyðan, koma til Guds. Hetta er sjálvandi eitt viðkvæmt evni, sum vit skulu viðgera við virðing. Sambært kristnari trúgv gerast vit hinvegin Guds børn við dópi og við trúgv á Jesus, eins og vit í deyðanum koma til Guds, saman við Jesusi og ikki í egnum mátti. ’Gud’ og ’Guds ríki’ er tó størri og øðrvísi, enn nakar av okkum heilt kann skilja til fulnar og seta orð á. Og yvirfyri Gudi eru vit øll eins og ongin er ómøguligur yvirfyri Gudi.

Ein og hvør av okkum gerst kristin, Guds barn og kemur inn í Guds ríki, einans tí at tað verður okkum givið, sum ein gáva, óuppiborið og fyri onki. Og tikið ímóti. Tað er Jesu blóð og hansara uppreisn, sum ger hetta gjørligt, ikki okkara egna lív. Tað er eisini hetta, sum sæl-orðini í prædikuteksti okkara, eisini vilja siga. At vit menniskju, sum eru fátæk í andanum, vit eru móttakarar av Guds ríki. Móttakarar, sum ikki í egnum mátti og egnum uppfinnsemi klára at koma inn í Guds ríki.

Trúgvin eru tí tær tómu hendur, sum ikki sjálvar eiga tað, sum skal til, fyri at koma inn í Guds ríki, men sum í staðin fyri taka ímóti hesu gávu frá Gudi, í Jesusi, óuppiborið og fyri onki.

Okkara tómu hendur, sum taka ímóti Guds frelsu, sum gávu, fyri onki, verða tó ikki gjørdar til passivar, kaldar og lamnar hendur. Men Gud lívgar okkara tómu hendur til at gerast heitar, fjálgandi og upplyftandi hendur, bæði fyri okkum sjálvi og fyri okkara medmenniskju. Gudsbarnalívið er tí eitt áhaldandi kall til eina náðifulla og kærleiksfulla gudsrelatión og til eina náðifulla og kærleiksfulla tænastu fyri okkara medmenniskju.

Tað er kanska eitt sindur ringt hjá okkum, ið eru so rík og væl fyri, í Føroyum í dag, sum næstan bert kenna til góð kor, at ímynda okkum, at man kann longjast eftir hinum veruleikanum, har deyðin ikki verður sæddur sum eitt tap, men heldur sum ein vinningur, inn í Guds ríki og inn til hin veruleikan, har vit verða heil, sigursglað og eyndusom, ein dag, fyri altíð. Men hesin longsulin og tilvitska økist nokk, sum líðing og trong kor økjast hjá okkum menniskjum.

Vit hava kanska hoyrt um slávurnar, ið gjøgnum vánalig livikor og líðing, sungu sálmar, um hin veruleikan, Guds ríki, himmiríkið, og á tann hátt funnu vón og styrki til at halda út í núverandi veruleikanum, tá ið tað sá svart og sárt út. Tað sama hoyra vit um hjá forfylgdum kristnum, sum líða vegna sína trúgv, og sum longjast eftir hinum veruleikanum, Guds ríki, sum tey hava í væntu.

Í gjár var Allahalganna dagur og í dag er Allahalganna sunnudagur. Og við sæl-orðunum frá Jesusi hoyra vit ein boðskap til okkum sum trúgvandi og kirkju:

·    Har gleðiboðini eru, at Gud ein dag heilt og fult vil fylla okkara tómu hendur og gera okkum púra heil, sigursglað og eydnusom.

·    Avbjóðingin til okkara er: at Gud eisini vil brúka hesar somu hendur okkara, í tænastu fyri okkara medmenniskju, í hesum núverandi lívi, í hesum núverandi veruleika.

·    Og troystin, ugganin og vónin er: at hann hevur linna og grøðing til hesar hendur, táið tær slítast og særast.

Tí kunnu vit eisini siga: lov og tøkk og allar heiður verðið tær, Gudi vár, Faðir, Syni og heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er, og altíð verður, ein sannur, tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.

Glyvra kirkju - 02. novembur 2025