Skriva út

6. sunnudagur eftir páskadag



Tekstur: Jóhannes 17,20-26. Seinna tekstarøð. 

Stødd í rúminum, stødd í tíðini. Tað farandi og komandi verður bundið saman av tí verandi. Vit eru ávegis, og tilveran stendur ikki í stað. Vit eldast, sum tíðin líður. Vit verða fødd, liva og einaferð kallar hvíldin.
Mitt í tíðini prædikar hin kristna kirkjan ævinleikan. Tað er ein ævinleiki í og uttan fyri tíðina. Tað er kjarnin í tí kristna boðskapin, at tað æviga nemur tað jarðiska. Guðs egni sonur er tann, ið er, hitt æviga haldgóða støðið, bæði í lívi, deyða og aftur til lívs.
Skíriskvøld, kvøldið fyri deyða og avrætting, helt Jesus eina talu fyri lærusveinum sínum. Talan gekk so líðandi yvir í eina drúgva bøn, ið seinri fekk navnið Jesu høvuðsprestabøn. Hetta heitið er hóskandi, tí Jesus er bæði útinnandi høvuðsprestur og offurgávan. Hann er offurlambið, ið bar synd heimsins og kvittaði skuldarbrævið, sum vit hvør í sínum lagi áttu at goldið. Hann er hin sanni høvuðspresturin.
Heitið høvuðsprestabønin kemur enn betur til sín rætt, tá Jesus lyfti upp eygum sínum til himmalin.
At hyggja til himmals og biðja. Stillur í kvirru og virðing. Ræðslusligin í ótta og angist ella rópandi í svárari neyð. Bønin er nakað serligt, hon er andadráttur trúarinnar. Hon er flutningur av orku og Guðs egna skapandi virki. Bønin verður hoyrd og svarað, - nú ella einaferð í Guðs egna tíma.
Jesus byggir brúgv millum tað tímiliga og tað æviga. Hann er vegurin, ið førir inn í Guðs Páradís. Mítt í tí jarðiska, hann var føddur sum barn og virkaði sum maður. Hann var føddur og doyði í ungum aldri, krossfestur 33 ára gamal.
Eyðvitað var Jesus í tíðini og í tí jarðiska. Hann var ein partur av síni samtíð. Men, sum ein partur av samtíðini var hann sjálvur ævinleikin, hitt æviga lívið sjónligt í tíðini, sjónligt til allar tíðir. Guðs sonur, gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy, er bæði í tíðini og tíðarleysur. Barnið, ið fekk navnið Jesus, spreingir mørk jarðarinnar og fatanina av tíðini, tá hann páskamorgun slítur deyðans leinkjur og verður Harrin Kristus. Hin salvaði og tignarligi kongur konganna.
Hin kristna kirkjan prædikar evangeliið um Jesus Krist sum Harra og frelsara. Jesus er Meistarin, ið vit tilbiðja, fagna og æra. Navn hansara er heilagt, og halga og fullkomna vera hansara er vár vón og bjarging. Hin heilagi Jesus er heilagur vára vegna. Hann er okkara vón, ja okkara fasta álit. Í Jesusi er hvíldin og friðurin, hin ævigi friðurin staðfestur í Guðs egnu dýrd.
Í høvuðsprestabønini er Jesus okkum ein fyrimynd. Meistarin biður fyri sær sjálvum. Tað er menniskjum gagnligt, at vit taka okkum stundir at biðja fyri okkara egnu vælveru, tí tímiliga og andaliga. Bøn er ikki einans ein fjøld av ymiskum umráðum, ið verða nevnd við navni. At biðja er eisini at søkja ásjón Guðs, at leita fram fyri Harran, at tilbiðja, ákalla og lovsyngja heilaga navni hansara. Bøn er at lata seg bera av Guði og hvíla í ævigu ørmum hansara, bæði tá tað gongst til vildar, og illa veit við.
Í bønini greinar Jesus tað æviga lívið. Tað æviga lívið hevur eitt navn, - hin skapandi og frelsandi. Eins og tað er ein skapan, á sama hátt er tað ein frelsa, ein skapari og ein frelsari. Tað skapta, ið menniskjan órógvar við synd og ólýdni, verður endurskapað og fingið aftur í rættlag av frelsara heimsins.
“Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.” (Jóhannes 17,3)
Í bønini flytur Jesus seg frá sær sjálvum til sínar lærusveinar. Bøn Jesu fyri sær sjálvum hevur tað endamál, at dýrd hansara og tann gerningur, ið hann fekk at inna, má verða opinberað og staðfest menniskjum til signingar.
Jesus biður fyri sínum lærusveinum, tí hesin heimur er ikki einvíst bjartur og góður. Tað er nógv gott, vakurt og vælsignað. Hvør kennir ikki ríkidømi lívsins heima við hús, í náttúruni ella í halgidómi Guds. Vit ynskja og biðja eftir, at hvørt menniskja má eiga og kenna góðar løtur, kenna okkurt gott hvørja løtu og stund.
Sjálvt um Meistarin fór heimaftur til himmalska faðir sín, skuldu lærusveinarnir framvegis liva á jørðini. Í staðin fyri likamligu hjáveru Jesu skuldu teir fáa annan talsmann, heilaga andan. Teir skuldu kenna kraftina úr tí høga, andans kraft og andans lívgevandi talu. Sannførdir um synd, rættvísi og dóm. Livandi og sterkir í kraft Guðs, sjálvt tá illa veit við, og umstøðurnar eru tvørligar.
Andans uppgávu lýsir Jesus soleiðis : “Hann skal dýrmeta meg, tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.” (Jóhannes 17,14)
Men heimurin er ikki einans hin burturvilsti heimurin. Eisini millum lærusveinarnar og tey, sum vegna prædiku og vitnisburð teirra, koma til trúgv, lúrir vandin. Tað er so skjótt at missa málið úr eygsjón, so skjótt at síggja alt annað, bæði vakurt og minni vakurt.
“Tú ferðamaður til halgan stað//miss ikki Jesus úr eygsjón!//Ei villist tú í hans ferðalag,//miss ikki Jesus úr eygsjón.”
Áheitanin sæst aftur í bøn Jesu, tá hann hugsar um framtíð lærusveinanna. So ymiskt møtir á leiðini, og eisini lærusveinar falla. Eisini vit, ið prædika, snáva í hugsan, orði og verki. Eg má biðja fyri mær sjálvum, biðja um fyrigeving, vísdóm og eitt betri sinnalag.
Tað var júst hetta, ið hin fyrsti trúboðarin hjá dønum, Ansgar, gjørdi, tá hann dagliga helt bøn : “Harri, um tað er møguligt at gera eitt undur, so ger meg sjálvan til eitt gott menniskja.”
Bønin er neyðug, tí veruleikin er eyðsýndur : “Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skal varðveita teir frá tí illa.” (Jóhannes 17,15)
Tað illa er mangt og hvat, og tað er ikki so torført at seta orð á eitthvørt ilt ella ónt. Men viðhvørt er tað illa klætt í vøkur klæði og húsast í føgrum húsum. Tað er so hugtakandi vakurt, men so darvandi ónt.
Hin kristna kirkjan livir í tíðarbilinum ímillum forbøn Jesu skíriskvøld og hansara forbøn heima í himmalska ríki Guðs. Hin kristna kirkjan er í øllum sínum virki umringað av bøn Jesu.
Í tí triðja táttinum av høvuðsprestabønini nemur Jesus tvinni økir, ið vit kristnu eiga at leggja okkum í geyma.
Tað fyrra er missión, tað at prædika evangeliið til trúgv og trúar. Hin kristna prædikan nemur nógvar tættir bæði í talu og vitnisburði, sangi og sálmum, bøn og lovsangi. Eisini er talan um vitnisburð í verki og verkligum átøkum.
Hin kristna kirkjan er ein boðandi kirkja og prædikar opinbering Guðs, at Guð hevur opinberað seg í Jesusi Kristi, at faðirin og sonurin eru eitt. At bindiliðið frá faðirinum til sonin gongur víðari til hópin av lærusveinum. “Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin; og eg halgi meg sjálvan fyri teir; til tess at eisini teir skulu verða halgaðir í sannleika.” (Jóhannes 17,18-19)
Tað næsta aðalinnihaldið í triðja tátti av bøn Jesu er hitt heilaga samfelagið, alheims kirkjan. Sjálvt um hin kristna kirkjan er staðbundin og hevur sína trúarlæru, so er hon samstundis tvørkirkjulig. Hin kristna fjøldin er eitt, eigur at vera eitt. Guðs børn eru ein familja, vit eru brøður og systrar.
So stórur og so mikið álvarsamur er hesin sannleikin, at Jesus móti endanum av drúgvu bøn síni stutt áðrenn avrætting og deyða biður soleiðis : “Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær. Teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg.” (Jóhannes 17,20-21)
Tað inniliga í bøn Jesu rennur út í bønini um kærleika. Hetta nýggja boðið, ið Jesus gav. “Nýtt boð gevi eg tykkum : Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.” (Jóhannes 13,34)
Hin kristna kirkjan prædikar í orði og verki. Vit eru dugnalig og íðin. Tað er gott og eigur so at vera.
Viðhvørt tykir mær, at kærleikin innanhýsis í fólkakirkjuni og kærleikin millum tær ymisku kirkjurnar kólnar nakað í mínum hjarta. Tað er so skjótt at missa málið úr eygsjón og gerast upptikin av sær sjálvum og sínum. Tað er so nógv spennandi í okkara egnu kirkju, og viðhvørt halda vit, at vit eru dugnaligari enn onnur, ið víkja nakað frá okkara egnu sannføring og trúarlæru.
Í mínari sál er einki ivamál. Eri sannførdur um, at fólkakirkjan er mítt heim, at hetta er mín grundvøllur. Hetta er okkara sannføring og trúgv. Hetta er rætt fyri okkum.
Soleiðis prædika vit gerandis og heilagt inn í okkara egna umhvørvi. Onkra stóra løtu minnast vit kærleikan, einleikan og brøðralagið. Vit eru eitt, øll tey, ið elska Jesus. Vit, tær kristnu kirkjurnar og samkomurnar, eru ikki eins, men eitt í Jesusi Kristi. Vit hava felags mál og felags stevnu.
“Tú ferðamaður til halgan stað, // miss ikki Jesus úr eygsjón.” Amen.
(Hoyvíkar kirkja 16. mai 2010)