Skriva út

5. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Prædika hjá Ólavur Eysturdal, innsetingardagin - 5. sunnudagur eftir tríeindardag, 9. juli 2023 í Hoyvíkar kirkju

Tekstur: Luk 5, 1-11: 
v1 Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, 
v2 at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. 
v3 Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. 
v4 Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» 
v5 Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» 
v6 Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. 
v7 Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. 
v8 Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» 
v9 Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; 
v10 og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menniskju!» 
v11 Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum. Amen!

 

Prædika
Ja, “Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menniskju!”
Soleiðis ljóðar dagsins evangelium, stytt niður til ein setning! (Luk. 5, 10)

Menniskju hava vanliga fragd av einføldum boðskapi. Vit hava ikki fyri neyðini at vera samd um alt, men er boðskapurin greiður, ber til at siga nógv.

“Orð hava vald,” er orðatak menniskju plaga at taka til, og tað er ein ávísur sannleiki í tí.

Tá prestar boða evangeliið, verður eftir besta førimuni roynt at gera boðskapin einfaldan og greiðan. Oftani eydnast tað og viðhvørt er nær við. Og so vil nokk altíð vera, men viðhvørt hendir tað, at boðskapurin er greiður, men bara summi taka hann til sín, ímeðan onnur stoyta hann frá sær. Hetta sigur nakað um uppgávuna Jesus í dagsins evangelium kallar Símun til – Símun, sum vit best kenna undir navninum Pætur.

Ja, lítið mundi Pætur vita, hvat tað vil siga at vera lærusveinur og enn minni, hvat tað vil siga at “veiða menniskju.” Beinleiðis skilt gevur Jesu áheitan ábendingar um jagstran av menniskjum, eins og fiskimenninir vóru upp á jagt eftir fiski, men hetta er bert myndatala, sum Jesus nýtir.

Óbeinleiðis skilt hevði Jesus stórar ætlanir, og greina vit myndataluna við teirri vitan, vit hava í dag og samansetingini av nýggja testamenti, vita vit, at Jesus skuldi brúka lærusveinar og ápostlar, til at boða evangeliið fyri at skapa ein nýggjan felagsskap – tað veri seg alheimskirkjuna ella samfelag teirra heilagu.

Eitt var tíðin sum Jesus og Pætur livdu í. Nakað annað vóru korini, menniskju livdu undir, sjálvsfatan og sjálvsvirði teirra: “Far frá mær, Harri, tí eg eri ein syndigur maður!”

Pætur hevði sjálvsfatan og sjálvsvirði sum ein týndur trælur. Jesus biður hann seta gørnini út aftur, men hann sigur, at tað hava teir júst gjørt og onki fingið. Sostatt hevur hann lyndi til at geva upp frammanundan. Brádliga fær hann fong so stóran, at gørnini skrædna, men heldur enn at fegnast um seinnu royndini, ið eydnaðist so væl, at gørnini skrædnaðu, tekur hann útgangsstøði í skrædnaða netinum ístaðin fyri fonginum, hann mundi fingið. Pætur er í somáta úrslitið av einari mentan, sum leggur stóran dent á feilir og mistøk heldur enn framstig og bjartskygni.

Bjartskygnið, sum Pætur manglaði, kom Jesus við: “Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menniskju!”

Eitt boð uppá, hvat tað vil siga at “veiða menniskju,” kundi verið at savna menniskju, og samsvarar hetta við missiónina, sum Jesus letur lærusveinum sínum. Tað var ikki fyrr enn eftir uppreisn sína frá teimum deyðu, at Jesus gav teimum endaligu uppgávuna, sum snúið seg um at doypa og læra øll menniskju tað, sum Jesus sjálvur hevði lært frá sær.

Sum kirkjusøgan t.d. her í Føroyum hevur víst, so eru nokk øll kristin samd um, at missiónin er at doypa og læra, men hvussu tað skal gerast og hvussu boðini hjá Jesusi skulu skiljast, eru tað fleiri meiningar um. Kjakið um t.d. dóp og trúarlæru, sum fleiri munnu kenna til, hevur víst, at kristindómurin – eins og heimurin – ikki stendur í stað, men er støðugt í menning.

Vit eiga tó altíð at vera á varðhaldi, tá vit lesa evangeliið, so vit ikki gera tað til eina nýggja móselóg, tí evangeliið er ikki ein manualur, sum vit skulu liva eftir, men ein boðskapur, vit eiga at fegnast um, hvørja ferð við hoyra hann. Evangelium merkir gleðiboðskapur, og eigur boðskapurin tí altíð at hava ein jaligan tóna, sum birtir undir tríklang Paulusar “trúgv, vón og kærleiki.”

Tað er so ein boðskapur, sum vónandi er til at skilja, men um øll eru samd, tað er so ein annar spurningur. Sama við mátanum kristin lesa evangeliið. Er tað bert ein máti at lesa evangeliið uppá, ella eru tað fleiri mátar, og í so fall, hvør teirra er rættur? Og er ein rættur, merkir tað so, at aðrir eru skeivir?

Latið okkum taka eitt dømi!

Kanska onkur tykkara hevur varnast, at endurgevingin “Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menniskju,” ikki er heilt samsvarandi umseting Jákup Dahls, ið kirkjan enn nýtir.

Sum Bíbliulesari er ein stórur fyrimunur, at kunna lesa og tulka skriftirnar á upprunamálunum. Týðing Jákup Dahls er rætt umsett. Har stendur: Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn (ἀνθρώπους ἔσῃ ζωγρῶν),” men týdningurin í umsetingini kann misskiljast – serliga í eini tíð sum okkara, har javnstøða hevur fest seg í tíðarandan. Tað var orsøkin til, at eg las veiða menniskju heldur enn veiða menn.

Jesu myndatala er nokk so greið, um vit skilja tað at veiða sum at savna, tí jagstran, sum er ein ítøkilig umseting, gevur ikki nakra meining í størra samanhanginum. Av tí sama kunnu vit heldur ikki tulka gørnini sum fellur.

At veiða menn merkir somuleiðis heldur ikki, at tað bert eru menninar, sum Jesus ætlar at røkka út til. Lukas evangelistur endurgevur Jesus fyri at siga menn, og tað er sannlíkt, at Jesus eisini hevur nýtt hetta orðið, tí tað samljóðaði við menniskjafatanina og málburðin tá í tíðini.

Hóast tað í dag kann tykjast soleiðis, útihýsir orðið maður ikki kvinnur og børn í hesum samanhanginum, men rætt er tað, at hvørki kvinnur ella børn høvdu sama virði sum menn tá í tíðini. Av hesi orsøk skal man nokk skilja Jesu orð soleiðis, at har ein maður tók við evangeliinum, tók eisini alt hús hansara við tí.

Tað var ein sjálvfylgja tá, at menniskju vóru partur av einum húsarhaldi ella einari familju. Vóru tey ikki tað, hevði kyn og aldur heldur ongan týdning, men alt bendir á, at Jesus eisini hevði tey húsvillu fyri eyga, tí alt virki hansara var teimum einsamøllu og útstoyttu at frama; tað veri seg tá rík byrjaðu at forsyrgja fátækum og nýggj samfeløg við grundreglum, sum vóru ætlaðar til at fevna øll menniskju, tóku seg upp.

Eg veit, at tað finnast aðrar áskoðanir og aðrir tulkingarmøguleikar av dagsins teksti, men tað hevur týdning, at vit framhaldandi granska og greina, tí kristindómurin og søgur hansara, Bíblian, eru grundsøgur undir samfeløgunum á okkara leiðum eins og víða um heim. Nógvar samfelagsviðtøkur og bókmentir v. m. kunnu sporast aftur til grundsøgurnar, og tí mega vit altíð fara hóvliga fram, skal evangeliið savna okkum og koma øllum til góða.

Lovprísan
Lov og tøkk og allan heiður bera vit tær Gudi várum; Faðir, Syni og Heilagum Anda. Tú, sum altíð hevur verið, er og altíð verður, ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.

Kirkjubøn
Kæri himmalski faðir. Vit biðja fyri skapanarverki tínum: Varðveit tað og endurnýggja tað. Veit frið millum øll fólkasløg og allar tjóðir. Vælsigna heimin og øll arbeiði okkara. Hjálp okkum at røkja alt tað, sum tú hevur skapt, soleiðis at vit verja um vælferð menniskjunnar og fara um umhvørvið til gagns fyri okkum øll.

Harri, vit biðja fyri øllum, sum eru rakt av sorg, vanlukku og sakni: Troysta tey, sum stúra og tey, ið bangin eru. Veit teimum fátøku og kúgaðu frælsi og rættvísi, metta tey svongu, lek tey sjúku, hjálp teimum heimleysu. Ver hjá fangunum og teimum, sum eru í útlegd.

Harri vit biðja fyri øllum, sum hava fingið litið vald, ábyrgd og vitan at umsita: Veit teimum trúfesti og vísdóm soleiðis, at tey røkja starv sítt til gagns fyri teimum veiku og fyri allari mannaættini. Vælsigna arbeiðið hjá løgmanni, landstýri og løgtingi og vælsigna Margrethu drotning og arbeiði hennara.

Harri vit biðja fyri kirkju tíni her á jørðini, samkomum og øllum teimum, sum boðað frælsisboðskap tín. Hjálp okkum øllum til at tæna tær við gleði.

Harri, vit minnast við tøkk øll okkara kæru, sum farin eru, og øll, sum hava slóðað undan okkum. Gev teimum øllum frið og æviga hvílu.

Ver eisini hjá okkum Harri, tá vit skulu hiðani  frá. Ver okkum miskunnsamur, og far ikki við okkum, sum vit hava uppiborið, men veit okkum, tá stundin kemur, eina gleðiliga uppreisn til æviga lívið, har tú við syni og heilagum anda livir og ræður um aldur og allar ævir. AMEN!

Takkarkvøður
Eg vil fegin nýta høvi til at siga kirkjuráðunum í Hoyvík og Kaldbak takk fyri álitið og fyri at velja meg sum virkandi sóknarprest. Eisini vil eg siga Føroya biskupi takk fyri kallsbrævið og dómprósti takk fyri innsetingartaluna.

Heilsan til kirkjutænarar og -fólkið
Og so vil eg eisini nýta høvi til at siga, at eg gleði meg til samstarvið við tykkum, sum vara av kirkjuni so ella so, kirkjuráðið, kirkjutænarar og og aðrar starvsfelagar og ikki minst gleði eg meg til at hitta fólkið í Hoyvík og Kaldbak og at læra tykkum at kenna.

Ápostolska heilsanin
Latið okkum við Ápostlunum ynskja hvør øðrum... at vár Harra Jesu Kristi náði, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við okkum øllum. Amen.

Sálmar: 546, 516, 158 – 252, 19