3. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (3)
Tekstur: Luk 15, 11-32, seinna tekstarøð.
Gudstænasta í Hoyvíkar kirkju 21. juni 2026 – Bergtórur Hjelm Bjarkhamar
Prædika
Sig mær, hvat tú gleðist um, og eg veit, hvør tú ert.
Tað er eitt løgið orð. Men tað er kortini satt. Tí gleðin avdúkar nakað av tí, sum býr í hjartanum. Tað, sum veruliga fær eygu okkara at lýsa, sigur nakað um, hvat vit elska, hvat vit vænta okkum av lívinum, og hvat vit halda hevur virði.
Í dag, á summarsólstøðuni, fáa vit eina mynd av hesum. Hetta er longsti dagur í árinum. Ljósið røkkur langt út á kvøldið. Tað er, sum um summarsólin ikki vil sleppa degnum. Hon verður hangandi yvir fjøllum og havi, og tað, sum annars lættliga fellur í skugga, verður eina løtu hildið í ljósinum.
Soleiðis er tað eisini við evangeliinum í dag. Tað heldur ljósið upp fyri okkum og spyr: Hvat gleðir Guð?
Tí tað, sum gleðir eitt menniskja, vísir okkum nakað um, hvør tað er. Og tað, sum gleðir Guð, vísir okkum, hvør Guð er.
Í fimtanda kapitli hjá Lukasi hoyra vit um hesa gleði. Hirðin gleðist, tá ið burturmisti seyðurin verður funnin. Konan gleðist, tá ið burturmista drakman verður funnin. Og í líknilsinum, sum vit hoyra í dag, gleðist faðirin, tá ið sonurin, sum var deyður, livnar aftur, og hann, sum var farin, verður fingin aftur.
Soleiðis er Guð.
Vit kunnu síggja summarsólina, ljósið, havið, fjøllini, grasið og blómurnar, hoyra fuglaljóðið og kenna á okkum, at lívið er størri enn vit sjálv. Skapanin talar um Guðs mátt og vísdóm. Men hon sigur okkum ikki alt um hjarta Guðs.
Tað ger Kristus.
Jesus vísir okkum, hvat Guð gleðist um. Hann gleðist ikki fyrst og fremst um styrki, fullkomileika, avrik ella tað, sum bara sær reint út uttan á. Hann gleðist, tá ið tað burturmista verður funnið. Hann gleðist, tá ið eitt menniskja kemur heim. Hann gleðist, tá ið tann, sum heldur seg vera ov langt burturi, verður tikin í favn.
Dópurin gevur okkum eina livandi mynd av hesum.
Eitt barn verður borið fram. Tað ber ikki seg sjálvt. Tað kann ikki svara fyri seg. Tað kann ikki vísa á avrik, trúfesti ella dygd. Men navnið verður nevnt, dópsvatnið verður oyst á høvur barnsins, krossmerkið verður rist, og lyftið verður borið fram: Hetta barnið hoyrir Kristi til.
Í dópinum síggja vit, at náðin ikki byrjar við tí, at vit finna vegin heim. Hon byrjar við tí, at Guð kemur okkum ímóti. Áðrenn vit kunnu bera okkum sjálv, ber hann okkum. Áðrenn vit kunnu siga alt rætt, sigur hann við okkum: Tú ert mítt barn.
Tí evangeliið sigur: Fyri Guði hevur eitt menniskja týdning.
Í einum heimi, har vit so lættliga verða gjørd til tøl, mál, diagnosur, brúkarar, arbeiðsmegi ella trupulleikar, siga dópurin og evangeliið tað sama: Hetta menniskjað hevur navn fyri Guði. Hetta barnið er ikki eitt tal. Hetta lívið er ikki lítið í eygum Guðs.
Tí í líknilsinum eru brøðurnir tveir.
Hin yngri fer heiman. Hann vil hava tað, sum faðirin kann geva honum, men ikki faðirin sjálvan. Hann fer í eitt fjarlagið land og oyðir alt. Í fyrstuni kann tað hava kentst sum frælsi. Men frælsi uttan faðirin verður skjótt til hungur, skomm og einsemi.
Tá gongur hann í seg sjálvan. Hann rísur upp og fer heim.
Men meðan hann enn er langt burtur, sær faðirin hann.
Tað er sum við summarsólini: ljósið røkkur longri, enn vit halda. Soleiðis er eisini í líknilsinum. Áðrenn sonurin sær faðirin, hevur faðirin sæð hann. Áðrenn hann er komin heilt heim, er kærleikin longu á veg ímóti honum.
Faðirin rennur. Hann tekur sonin í favn. Hann gevur honum klæði, ring og skógvar. Hann tekur ikki ímóti honum sum húskalli, men sum syni.
Men søgan endar ikki har.
Hin eldri sonurin er eisini burtur. Hann er burtur á ein annan hátt. Hann er heima við hús og tó uttan fyri gleðina. Hann hevur arbeitt, tænt faðirinum og hildið boðini. Men tá ið náðin verður givin bróðurinum, verður hjartað í honum kalt.
Hann sigur ikki: „Bróðir mín er komin heim.“ Hann sigur: „Hasin sonur tín.“
Tá fer faðirin út eina ferð enn.
Faðirin fer út til tann, sum hevur oytt alt burtur. Og hann fer út til tann, sum heldur seg hava uppiborið alt.
Hann fer út til tann, sum skammast. Og hann fer út til tann, sum er sjálvrættvísur.
Tí báðir skulu inn. Báðir hoyra heima í gleðini. Tað er ikki nóg mikið, at hin yngri sonurin er komin heim, um hin eldri sonurin verður standandi uttanfyri.
Líknilsið endar opið. Vit fáa ikki at vita, um hann fór inn. Og tí stendur spurningurin eftir hjá okkum: Vilja vit inn í gleði faðirsins? Vilja vit gleðast um náðina, eisini tá ið hon verður givin einum, sum vit ikki halda hevur uppiborið hana?
Men evangeliið letur okkum ikki standa einsamøll við hesum spurningi. Tað vísir okkum Kristus. Í honum kemur faðirin sjálvur út til okkum. Hann kemur til tann, sum skammast, og til tann, sum er sjálvrættvísur. Hann kemur, ikki bara við einum kalli um at koma heim, men við einum kærleika, sum ber okkum heim.
Tað, sum gleðir Guð, vísir okkum, hvør Guð er.
Men henda gleðin er ikki uttan kostnað. Hon sæst til fulnar í skugganum av krossinum.
Tí Kristus er hin fullkomni sonurin, sum verður bróðir hjá teimum burturmistu. Hann fer inn í okkara fjarlagda land. Hann ber syndina, skommina og deyðan. Hann fer so langt út, at einki myrkur er uttan fyri leitan hansara, og eingin kann siga: „Hagar røkkur ljós Guðs ikki.“
Á krossinum síggja vit, hvussu langt kærleiki faðirsins fer fyri at bera børnini heim. Í dópinum verður hetta lyftið lagt yvir eitt menniskjalív: Tú hoyrir Kristi til. Tú ert borin av náði, og vegurin heim stendur opin.
Nú, tá ið summarsólin lýsir longst, verður hon okkum ein mynd:
Ljós Guðs røkkur longri enn okkara flýggjan, longri enn okkara skomm, longri enn okkara sjálvrættvísi.
Har hetta ljósið finnur okkum, har byrjar gleðin.
Evangeliið í dag sigur:
Kom heim.
Kom heim úr tí fjarlagda landinum.
Kom heim úr kuldanum uttan fyri veitsluna.
Kom inn til gleði faðir tíns.
Tí soleiðis verður gleði í himni um ein syndara, sum vendir um.
Sig mær, hvat tú gleðist um, og eg veit, hvør tú ert.
Evangeliið í dag sigur okkum, hvat Guð gleðist um:
Guð gleðist, tá ið børn hansara koma heim.
Amen.