Skriva út

3. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)



Tekstur: Lukas 15,11-32. Seinna tekstarøð:

Heimkomin í øllum góðum!

Ikki færri enn trý líknilsir verða søgd av Jesusi í fimtanda kapitli hjá Lukasi. Øll hava nøkulunda sama innihald, at tað, ið burtur er, verður funnið aftur. Niðurstøðan er hin sama. Tað verður kallað saman til gleði og fagna, tí tað, ið burtur var, er funnið aftur.

Tað vóru tollarar og syndarar, ið hildu seg nær at Jesusi fyri at líða á hann. Tað er karmurin, sum er pallurin fyri Jesu myndatalu. Tollarar høvdu ringt orð á sær millum manna, og teir vóru í tænastu hjá rómverska ríkinum, ið hevði hersett miðeystur og útvalda fólk Guðs, Ísrael. Syndarar góvu ikki í nóg stóran mun Guði gætur, ella teir høvdu torført við at liva eitt lív, ið átrúnaðarliga var mett verdugt innan jødadómin. So tey, ið lýddu á Jesus, vóru ikki mett sum Guðs bestu børn.

Tað gav eisini at býta, og teir ráðandi bólkarnir innan átrúnaðin, farisearar og skriftlærdir, knarraðu um hesi viðurskifti. “Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.” (Lukas 15,2).

Teir høvdu rætt í síni útsøgn, tí Jesu siðvenja var slóðbrótandi nýggj. Jesus gav hinum einstaka menniskjanum gætur, uttan mun til um viðkomandi var frískur ella sjúkur, ríkur ella fátækur, reinlyntur ella syndafullur, maður ella kvinna. Jesus sá hin einstaka í fjøldini. Hann sá virði og møguleikar í hinum einstaka, teir møguleikar, ið skaparin sá tann dagin, hin einstaki varð myndaður í Guðs mynd í móðurlívi. Jesus sær tilveruna úr Guðs sjónarhorni, og tað útsýnið er fullkomið, tí kærleikans sjónarhorn sær alt við vónarinnar eygum.

At Jesus er, sum hann er, okkara vegna, tað er heimsins størsta undur. Samstundis er Jesus tað, ið hann er, Guðs vegna. Jesus sameinir sum frelsari skapningin og skaparan. Í Jesusi møtir menniskjan einum frelsara, ið opnar dyrnar inn til faðirhúsið. Ja, Jesus er sjálvur vegurin, ið førir heim í Guðs ríki. Jesus er sannleiki Guðs okkara vegna, og tann sannleikin, sum í bøn um fyrigeving syndanna fjalir fjøld av syndum. Jesus er ævinleikin okkara vegna, so hvør tann, ið trýr á hann, er gingin yvir um frá deyðanum til lívið.

Tann fyrsta frásøgnin sigur søguna um hirðan, ið eigur hundrað seyðir. Ein seyður kemur burturfrá og fer av haga. Hirðin letur teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann.
Hirðin leggur tann burturfarna seyðin á herðarnar og ber hann heim. Heimkomin kallar hann vinmenn sínar og grannarnar saman og sigur við teir: “Samgleðist við mær, tí eg havi funnið seyð mín, sum burturfarin var.” (Lukas 15,6).

Jú, søgan er fitt, kunnu vit siga, ein vøkur mynd av sambandinum millum hirðan, fylgið og seyðin. Men vakurleikin hevur eisini ein brodd í sær, sum peikar inn í tilveru manna, inn í tað átrúnaðarliga landslagið.

Tollarar og syndarar, hesin syndarligi skarin av útskotum jarðar lýða á talu Jesu. Samstundis hava teir, sum mettu seg sjálvar rættvísari og nærri sannleikanum, eina heilt aðra dagsskrá. Teir fýlast á og knarra um timburmannin úr Nasaret, ið segði seg vera Guðs son og frelsara heimsins, og sum samstundis fagnar syndarum og etur saman við teimum.

Jesus tók samanum og segði: “Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.” (Lukas 15,7).

Tann næsta frásøgnin sigur søguna um konuna, ið átti tíggju drakmur og misti eina burtur. Hon tendraði ljós, sópaði húsið og leitaði væl, inntil hon fann drakmuna, ið burtur var.

Fegin yvir væleydnaða leiting gjørdi konan ikki mætari enn heitti á vinkonur og grannkonur sínar: “Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.”

At gleðast, samgleðast og fagna tí, ið kemur afturíaftur, er tað, ið Jesus vísir í hesi næstu frásøgnini. Eisini henda søgan er sára einføld.

Í sinum einfalda bygnaði hevur frásøgnin eina tilsiping til tilveru manna við atliti at synd, reinleika og sannari gudstrúgv. Jesus ynskti at læra syndaran um Guðs vísa veg og ráð. Tað verður leitað, tí hin einstaki hevur óendaligt virði. Tað er fagnaður og gleði, tá ið tað, ið er mist burtur, verður funnið aftur. Men eisini tey sjálvrættvísu fáa nakað at hugsa um, tí hin einstaki í fjøldini telur so nógv, at øll Guðs orka verður sett inn fyri at bjarga tí, ið er vilstur á leið, og finna tað, ið burtur er blivið.

“Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.” (Lukas 15,10).
Við orðinum umvending verða vit leidd til ta triðju frásøgnina, ið inniheldur bæði jaligar og neiligar tónar. Hin einfalda gleðin hevur í sínum umhvørvi inni á faðirsgarði sína døpru og myrku skuggamynd.

Gleðin er ikki einans hjástødd. Gleðin kann eisini vera fráverandi, hóast vit eru stødd mitt í kelduni, har hin sanna gleðin hevur sína uppkomu. Tveir brøður á sama faðirsgarði kunnu umboða hvør sítt sjónarmið, hina reinu gleðina í fyrigeving syndanna, ella kensluna av at lívið á faðirsgarði er pliktarbeiði og trælkan.

Tann triðja frásøgnin sigur søguna um ein faðir og báðar synir hansara.
Heima á faðirsgarði gekk alt sína gongd inntil ein dagin, tá ið hin yngri beiggin avgjørdi at fara av garðinum. Hann bað faðirin um sín part av arvinum.
Faðirin eftirlíkaði. Síðan lá leiðin burtur í tað fremmanda, har sonurin ikki megnaði at røkja sínar møguleikar og misti alt tað, ið hann átti. Ja, endaði í vesaldómi á lægsta sosiala stigi sum hirði hjá svínunum og át tað, ið svínini ótu.

Í dýrastu neyð tók hin yngri sonurin eina avgerð. Hann valdi at gera tað, ið gerast kundi. Valdi at fara heimaftur til faðirin og eyðmjúkliga biðja um fyrigeving fyri syndir sínar. “Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?” (Lukas 15,18-19).

Meðan sonurin enn var langt burtur, sá faðirin hann og fór rennandi ímóti honum og hálsfevndi hann. Nú yngri sonurin er komin heimaftur í øllum góðum, valdar gleðin. Sonurin er tað avgerandi, ikki tað, ið sonurin hevur søplað burtur ella avrikað. Sonurin, ið kom livandi heimaftur.

Faðirin er høvuðspersónurin og lýstur sum kærleikin, ið var, er og verður. Gøðingarkálvurin varð dripin, og boð bórust um veitsluhald: Latum okkum eta og vera glaðar. Ja, enntá ljóðføri og dansur undirstrikaðu gleðina um endurvunnið lív í fyrigeving syndanna.

Hvørja søgu siga vit teimum, har nógv tykist dapurt, miseydnað og vónleyst? Hvørjum av brøðrunum líkjast vit?

Hin yngri kom afturíaftur, kom til umvendingar og gleði, frið og sælu. Hin eldri beiggin var misnøgdur. Og tey misnøgdu hava tað sjáldan gott uttan mun til, hvar tey eru.
Latum okkum siga søguna um faðirhúsið, vónina, endurvunnið lív og faðirsins hjartalag. Latum okkum fagna frelsara heimsins og boða Jesus sum svarið til allar spurningar. Vit kenna svarið, sjálvt um vit ikki til fulnar kenna spurningin.
Latum okkum venda um, venda okkum til Jesus og byrja av nýggjum.

Umvendingin er neyðug, at vit ganga í okkum sjálv og ásanna føll og mistøk. Tá ið vit biðja um fyrigeving, verða vit endurreist, funnin aftur og endurfødd til livandi vónar. Umvendingin gevur okkum lut í hini ævigu gleðini og hinum æviga friðinum, ið kemur við trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Amen.

Dagur og stað:
Prædikan er hildin í Skála kirkju 12. juni 2016, ið var triði sunnudagur eftir tríeindardag.