Skriva út

3. sunnudagur eftir páskadag



Prædikutekstur:  Jóh. 14,1-11:

Prædika í K.k.25.04.10.

70 ára dagin eftir at Merkið varð góðkent

Óttist ikki - trúgvið

Sjúti ár eru í dag liðin, síðan vit fingu Merkið. Tað var hin 25. apríl 1940, at bretski konsulin í Føroyum, Frederick C. Mason, handaði danska amtmannin, Hilbert, bræv um, at hann hevði tikið eina avgerð. Merkið varð góðkent, føroysk skip kundu nú sigla við Merkinum og skuldu á síðuni merkjast Faroes, Føroyar ella Færøerne. Krígsnevndin, mótmælisfundur og skrúðgongur høvdu tikið støðu, og tað eisini fleiri og fleiri føroysk skip. Mortan Mortensen skipari á miðvágstrolaranum Nýggjabergi hevði tá, longu 9. apríl, heysað tað føroyska flaggið, sama dag, sum Danmark varð hertikið av týskunum. Hann var tá staddur beint norður úr Skotlandi. 9 dagar seinni, ávegis til Bjarnoynna hevði han aftur føroyska flaggið á stong. Hetta, tí hann, sum Uni Arge skrivar í Sosialinum hetta vikuskiftið, helt tað vera ”tryggast”.

Hertøka í Danmark og hertøka í Føroyum, men tó so ymiskt, tí valdini vóru so ymisk. Ónøgd og ótti í Danmark, og nøgdsemi og frøi í Føroyum.

Ótti føðist, um vit festa okkara eygu á nakað neiligt. Frøi, um vit festa okkara eygu á nakað jaligt.

Ótti føðist, tá ið vit síggja um okkum alt tað, sum fer - menniskju, sum doyggja, virði, sum farast, náttúra, sum verður dálkað. Tá ið vit ikki kenna okkum trygg longur og væl; tá ið tað, vit hildu fast um og heltu okkum at, ikki er til longur, tá fáa vit skjótt kenslu av einsemi.

Gleði føðist, tá ið vit hava menniskju um okkum, sum vit elska, foreldur, ommur og abbar, hjúnafelaga, børn, abba- og ommubørn. Somuleiðis góðir og trúgvir vinir! Tey minna okkum á tað lív, vit hava livað, ta gongdu leiðina. Tey minna okkum á tey virði, sum eru, hóast ein missur arbeiði ella gerst sjúkur. Tey minna okkum á lívið, at tað er meira enn tað materiella. Karmar eru góðir, men teir eru tómir, um lív ikki kemur í teir. Einki er fyri sálina sum felagsskapur og góðska! Menniskjað varð skapt av kærleika og til kærleika. Gud er kærleiki, og hann skapti okkum til sín av kærleika sínum.

Ótti var á Jesusi, tá ið hann segði hesi orðini. Stríð lá fyri framman.
Allir heljar máttir risu upp ímóti honum. Djevulin og óndskapur heimsins skuldu standa sum ein eind saman við tí andliga valdinum. Tað skuldi gerast størsta stríð, heimurin visti um at siga. Likam hansara skuldi fara at skelva, kvøl hansara skuldi elva blóðsveitta og nervar hansara skuldi spennast til tað ytsta, men tó sigur hann hetta sama kvøldið: ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult!"

Jesus veit eisini um ta trongd, sum skuldi møta lærusveinunum. Hann veit, at teir, tá ið teir síggja, at hann verður tikin frá teimum, skulu gerast skakkir og flýggja. Hann veit, at tá ið teir í morgin hava sannað, at hann verður krossfestur og veruliga doyr, skulu gerast óttafullir og læsa seg inni. Hann veit eisini, hvussu framtíð teirra fer at laga seg, at teir eisini seinni skulu kenna til ótta og iva. Hann veit, at teir allir skulu líða svárar pínslur. Hann veit, hvat tað fer at kosta teimum at boða Jesus og siga, at hann er ”vegurin og sannleikin og lívið”. Og tó, so sigur hann: ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult!”

Eisini veit Jesus um okkum. Hann kennir eisini okkara ótta. Hann sær niður til okkum mannabørn, hvussu vit eru illa fyri vegna hungur og hall summastaðni; kríggj og píning aðrastaðni; órættvísi og kúðan uppaftur aðrastaðni osfr.. Hann veit, hvat í hesum heimi er, og hann veit, hvat í menniskjunum er. Menniskjan er ikki tað, hon varð skapt at vera, hon gongur sín veg, og hon roynur at renna frá sínum skapara. Hon hugsar um seg og livir, sum einki størri og hægri er til uttan hon. Og í hesum heimi liva vit.
Vit kenna kanska ikki tað, eg nevndi, men vit kenna tó til ótta. Tí ótti fylgir menniskjuni, hvar hon enn búleikast. Hansara børn sleppa heldur ikki undan. Eisini tey eru menniskju; eisini tey síggja og hoyra dagin langan um dráp og sjúkur, ringar fíggjarvánir og arbeiðsloysi, og hetta stressar, hetta ger ein einsamallan, og hetta skapar ótta. Men til okkum øll sigur Jesus somu orð: ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult!”

Í Orðtøkunum stendur eitt kent orð: ”Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp.” (Orðt 4,23).
Ótti kann stava frá onkrum ytri ella onkrum innari, men er hjartað stilt, verður alt likamið stilt. Hjarta okkara er tann vøddin, sum pumpar blóðið runt alt likamið og heldur okkum á lívi. Hjartað er eisini tað innasta í menniskjanum, tann andaligi depilin, hagar lívið ”vellir frá”. Tá ið Guds Andi, Heilagi Andin, nemur við eitt menniskja, nemur hann hjartað okkara, og ”flytur inn”. Andin kemur, sum Skriftin sigur, inn í okkum at vera, og vit í hann at vera.

Tað er nógv at óttast, sum kemur inn á okkum uttanífrá og innanífrá, men ringast er tað, sum kemur innanífrá, frá okkara hjarta. Okkara tankar kunnu myrkja lív okkara, og okkara samvitska kann døma okkum. Hvør er tá leið okkara? Hvar skulu vit leita? Hvat er troyst okkara? Jesus svarar: ”Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!”

Við hesum orðum sigur Jesus, hvat fær javnvág í lív okkara, hvat fær frið og gleði í okkara lív: At minnast okkara Gud, at leita til hansara og hava hann fyri eygum okkara. Tá lýsnar í myrka sinni okkara, tí hann er hjá; tá vita vit, hvat vit skulu gera við synd og skomm, sum samvitskan ákærir okkum fyri. Frið í sál og sinni fáa vit hjá Jesusi. Jesus er ”friður okkara”, skrivar Paulus (Ef 2,14). Jesus sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28).

Jesusi, troystar Hebrearabrævið okkum við eisini í dag. Vit lósu, at vit hava ikki ein prest, sum ikki hevur mildleika og kærleika til okkum. Nei, hann hevur ”várkunn við veikleikum okkara”. Tað er sinni hansara. Men royndir hansara eisini: Hann er ”freistaður á allan hátt líka við okkum”. Tað er ikki freisting, og tað eru ikki roynslur, hann ikki kennir til. Hann var freistaður, og hann varð royndur sum vit. Freistað verða vit, tá ið vit vera lokkað og tøld at gera ímóti okkara kristnu sannføring og synda. Roynd vera vit, tá ið vit vera leidd og fáa avbjóðingar av forðingum, sum kunnu gera okkum sterk. ”Tað er í mótbrekku, at tað gongur uppeftir!”, skal Njál Djurhuus hava sagt. Hjá Jesusi fáa vit ráð og styrki at standa ímóti tí illa, og hjá Jesusi fáa vit venjing, sum er ætlað at styrkja okkum soleiðis, at vit fara at líkjast Jesusi.

Paulus skrivar: ”Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður…” (Róm 8,28 - 30).
Hetta er eitt mál, Gud hevur við okkum, at vit skulu líkjast Jesusi, gerast meiri menniskju, meiri sum tey, vit vóru ætlað at vera.

Alt, sum møtir teimum, sum elska Gud, verður, sum ein hevur sagt tað, fyltrað, áðrenn tað møtir okkum. Sonur Mortan Mortensen ella Mortan á Geil, Johannes Mortensen, sum hevur verið trúboðari í Føroyum í mong ár, og sum fyri tveimum vikum síðan fylti 95 ár, hevur sagt tað so væl: ”Tað, sum møtir tær, tak tað av Guds hond.”
Sum barnið, sum tekur við tí, móðirin gevur, sum lambið, sum heldur seg nær ærini og sýgur hana, soleiðis skulu vit troysta á Jesus.

Lat hann við orðum sínum sleppa at lýsa upp í sinni tínum, og lat hann sleppa at loysa teg frá ákærum tínum. Og í dag fáa vit høvi at koma til altarborð hansara.

Jesus er hjá okkum, sum er, hann er nærri sínum børnum, enn tey hvør øðrum. Lyfti og gleðin og vónin, hann hevur til okkara í dag, er, at hann er farin at gera ævigan bústað til reiðar fyri okkum, og har skulu vit andlit til andlits vera saman við honum. ”… tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum”, og: ” Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað”. ”Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.” Hugsa tær og minst hetta orðið: ”… til tess at har sum hann er, skulu tit eisini vera.” Himmalin, hann lovar okkum, tann nýggja jørðin við tí nýggja himmalinum, er har, Jesus er. Er tú hjá honum, er himmalin tær longu nær. Tá skal Guds bústaður opinberast okkum í allari síni dýrd!

Corrie ten Boom, kenda hálendska konan, sum stríddist ímóti nazistunum við at fjala jødar, kom at gjalda fyri tað og at líða nógv í eini fangalegu. Hon skrivar, at tað hevur nógv at siga, hvørjum eygu okkara festa seg at. Hon sigur nakað soleiðis: ”Um tú lítur at heiminum, verður tú ørkymlaður. Um tú lítur at tær sjálvari, verður tú tungur í huga. Um tú lítur at Jesusi, fært tú frið!”
Tað, tú hyggur at, ávirkar tínar tankar, títt sinni og stýrir sostatt eisini tínum lívi og gerðum.

Vit byrjaðu við hersetingini, og at tað er ikki líka mikið, hvør tað var, sum hertók land okkara, tí tað er ikki líka mikið, hvat ella hvør tað er, sum valdar okkum! Mortan á Geil heysaði ”Merkið”, tí hann kendi seg tryggari, sum umstøðurnar vóru. ”Merkið” eitur tað, og har sært tú tað merkið, vit kalla ”Krossins merki” - tann reyði krossurin, sum boðar okkum hann, sum ”elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum” (Ef 5,2).

”Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!” (Hebr 4,16). Amen.