Skriva út

23. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)



Í Bønhúsinum á Hellunum

Á Guðs og næstans borði

Hetta heilaga evangeliið 23.s.e.trin., skrivar Matteus evangelistur, 22.kap. 15. – 22 v.

Evangeliið í dag snýr seg um Gud og pengar ella ognir. Um Gud og mammon, og um tað verðsliga og tað guddomliga valdið.

Viðhvørt verður tikið til, at tað, sum sagt verður í kirkjum og samkomum lítið og einki hevur við veruleikan ella dagliga lívið at gera. Men tann, sum lesur í Heilagu skriftini, hann veit betur.

Evangeliið ella gleðiligi boðskapurin talar altíð í fyrsta lagi um Gud, hvussu hann hevur talað til okkum menniskju gjøgnum Jesus Kristus, og í øðrum lagi, hvussu vit menniskju eiga at vera hvør móti øðrum í dagliga lívi okkara.

Við øðrum orðum: Gleðiligi boðskapurin hevur altíð nakrar avleiðingar – nakrar konsekvensir. Gleðiligi boðskapurin er ítøkiligur – konkretur.

Hann viðgerð mál og viðurskifti, sum hava við lív og levnað at gera. Tað likamliga lívið eins væl og tað æviga. Hvussu vit liva og virka við teimum gávum elle evnum, sum Skaparin hevur givið okkum, og hvussu vit umsita hesar.


Um at snúgva sær
At snúgva sær, at vera umhugsin, at siga okkurt við baktanka, hevur altíð ligið væl fyri hjá okkum menniskjum.

Soleiðis hevur altíð verið, og soleiðis fer uttan iva eisini at vera.

Í evangeliinum verður sagt um fariseararnar, at teir hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta Jesus fastan í orðum. Teir vildu jú Jesusi til lívs.

Tað er ein søga um ein geipara ella ein, sum dugdi væl at taka til. Hann var ein serskøltur, men visti væl um næstan øll mál. Og tá ið soleiðis er, er skjótt, at fólk kunnu gerast troytt av einum. Hann visti altíð at svara. Hann var eins og eitt livandi leksikon.

Ein dagin hildu tey har á staðnum, at tey skuldu seta hann fastan. Ein stórur og breiðvaksin maður fór yvir til geiparan og vísti honum stóru og sterku hond sína og segði við hann: ”Kanst tú siga mær, um lítli fuglurin, sum eg havi í lógvanum, er livandi ella deyður?

Geiparin stóð og hugdi at hondini.

Nú var hann kroystur, hildu tey, tí, hvat skuldi hann svara: Segði hann, at fuglurin var deyður, kundi hann sleppa honum livandi avstað, men segði hann, at fuglurin var livandi, kundi maðurin við ósjónligari rørslu kippa fuglin so at maðurin kundi vísa honum ein deyðan fugl.

Geiparin svaraði: Um fuglurin er livandi ella deyður, veit eg ikki, tí tað avgerandi er í hvørs hondum, fuglurin er.

Nú stóðu hini sum kánus, tí hesum svarinum høvdu tey ikki roknað við.

Evangeliið í dag setir eisini spurningin: Í hvørs hondum eru vit?

Fariseararnir og aðrir átrúnaðarliðir bólkar vildu teppa Jesus við at seta honum spurningin: Er tað rætt at gjalda keisaranum skatt.

Hetta var ein undurfundigur spurningur. Hesir jødarnir ella herodianararnir – tað vóru teir, sum sympatiseraðu við rómverjum, hersetingarvaldinum – teir nutu gott av keisarans peningi í tí dagliga – vildu helst ikki vera hesar pengarnar fyri uttan.

Nú seta teir Jesusi henda spurningin – hvør skal siga: tit, sum njóta gott av keisarans peningi latið nú keisaran eisini fáa tað, sum hann hevur brúk fyri! Men sum ikki einaferð vildu teir rættvísgera seg sjálvan. Tí kemur spurningurin: Er tað rætt at gjalda keisaranum skatt?

Svaraði Jesus ja, so var gerningur hansara sum Messias, sum Harrans salvaði, liðugur, tí fariseararnir vistu, at tá ið Messias kom, skuldi hann ikki vera trælur hjá nøkrum keisara. Svarði Jesus: Tit eiga ikki at gjalda keisaranum skatt, so var Jesus handtikin sum uppreistrarmaður, tí hann ikki var lýðin hersetingarvaldinum. So vildu rómverjar fáa Jesus at tiga.

Men Jesus gevur teimum, sum spyrja eitt svar, sum teir ikki høvdu roknað við.

Í hvørs hondum eru vit?
Í hvørs hondum eru vit? Guds ella keisarans?

Tá ið vit tala um at vera í keisarans hondum, hugsa vit um tað, sum hevur við tey ytru viðurskiftini at gera. Tað, sum er tímiligt og avmarkað til henda heim. Tá ið vit tala um at vera í Guds hondum, tá hugsa vit um tað andliga, tað æviga og tað óavmarkaða.

Kunnu vit bæði vera í Guds og í keisarans hondum? Okkara hold vildi fegið at tað var soleiðis. Eitt sindur av keisaranum og eitt sindur av Gudi. So høvdu báðir partar verið nøgdir.

Vit lesa aðrastaðni í Halgubók: ”hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði.”

Við øðrum orðum, eingin yvirvøld er til uttan Gud hevur skipað hana. Og í sama teksti verður sagt: ”Men vilt tú sleppa frá at óttast fyri yvirvøldini? Ger tað, sum gott er, og tú skalt fáa rós av henni. Tí at hon er tænari Guds, tær til góða.”

Gjøgnum tíðirnar hevur tað verið sjón fyri søgn, hvussu yvirvøldin hevur brúkt sín myndugleika. Og sannast má av álvara, at soleiðis, sum hon hevur virkað mangastaðni hevur tað als ikki verið sum tænari Guds menniskjanum til tað góða.


Andliga og verðsliga lívið
Evangeliið er ikki ein fyrilestur í samfelags- ella búskaparfrøði, men tað er ein gleðiligi boðskapur inn í ein heim, har tað andliga og verðsliga eru tvey stór og viðkomandi mál. Ja, mangastaðni eisini nógv tvinnað saman við óhepnum avleiðingum bæði fyri andliga og verðsliga lívið.

At geva keisaranum tað, sum keisarans er, tað er at vera lýðin móti landsins lógum og myndugleikum. Tað er tann verðsliga ella borgarliga skyldan hjá menniskjum.

At vera Guði lýðin, tað er at fylgja Guds boðum og fyriskipanum. Í í Guds ríki er tað kærleikin, sum er hægsta lóg og ævigt galdandi.

Tá ið Jesus spyr: ”Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?” ljóðar svarið: ”Keisarans!” Peningurin ber mynd og áskrift keisarans. Tað vil siga, at í verðsligum málum er tað keisarin, sum hevur endaliga valdið.

Men menniskjað er ikki skapað í mynd keisarans. Menniskjað er skapað í Guds mynd! Tað merkir, at menniskjað er Guds ogn. Tað er støði í kristiligum hugsanarhátti: Vit eru skapað at hoyra Guði til. Vit eru borgarar í Guds ríki. Hesin borgaraskapurin byrjaði við tí heilaga dópinum, har vit fingu fyrijátta borgaraskap.

Har fingu vit eisini eitt innsiglið… krossurin…

Men Gud gav okkum eisini skaparaverkið at umsita, soleiðis at vit skuldu hava nakað til lívsins uppihald. Og í hesum skaparaverkinum er íroknað ognir og pengar – hetta seinasta hevur ikki altíð verið soleiðis, men hetta er veruleikin í dag.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Eisini tá ið tað er talan um ognir og pengar. Aðrastaðni sigur Jesus: tit kunnu ikki tæna Guði og mammon!

Keisarin ella samfelagið krevur sítt - hevur brúk fyri pengum.

Vit lata tí nakað aftur til samfelagið av tí, sum vit fáa.
Men hvørki keisarin ella ognirnar skulu tilbiðjast!

Hvat krevur Guð av tær og mær? Keisarin ella samfelagið fær avgjaldið ella skattin hann leggur á? Men hvat fær Guð?

Guð vil hava alt aftur, sum hann hevur skapað! Ikki bara 30, 40 ella 50% av lønini ella ognini, sum keisarin ynskir, men hann vil hava alt aftur!

Men hvat við teimum, sum nú ikki vóru reiðilig við tí sum keisarin skuldi hava? Leggur Guð nakað í tey?

Ja, tað ger hann. Bæði tey sum gera órætt og synda í hjartanum, vil Guð hava við at gera, tí hann fyrigevur øllum, sum leita til hansara í tí trúgv, at syndin verður fyrigivin fyri Jesu Kristi skuld.

Guð sigur: ger upp í lívi tínum við øllum tí, sum hoyrir keisaranum og Guði til. Tú veits, at keisarin skal hava ein part og Guð skal hava ein part.

Men tað er ikki tað, sum keisarin skal hava, sum tryggjar tær eitt pláss í Guðs ríki, men tað er einans tað, sum Guð hevur gjørt fyri okkum við Jesusi Kristi, sum gevur okkum ævigt lív.

Tað er her at áminningin kemur til okkara: gevi keisaranum tað, ið keisarans er og Gudi tað, sum Gudi hoyrir til.

Sum kristin menniskju eiga vit at fyrihalda okkum til tann veruleika, at vit liva í einum samfelag, har keisarin skal hava sítt og Guð skal hava sítt. At vit elska Guð og næstan.

Guð gevi, at vit í øllum viðurskiftum okkara duga at meta um, hvat skal liggja á Guðs borði og hvat skal liggja á næstans borði.

Amen!

Sálmar: 541, 46, 267 - 589,402

Uni Næs, sóknarprestur, Fuglafjørður