Skriva út

23. sunnudag eftir tríeindardag (trinitatis)

Tekstur:Markus 12, 38-44. Seinna tekstarøð.

“Og hann (Jesus) settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv. Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra. Og hann kallaði lærusveinar sínar til sín og segði við teir : “Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna; tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað; hon átti, alla ogn sína.”

Hitti einaferð ein eldri ríkan mann, ið ongan pening átti. Hann var ríkur, og tó átti hann eingi virðisbrøv. Hús hansara vóru miðal. Hann átti onga jørð og hevði ikki lunnindi annars.
Hann kendi seg signaðan av Guði og ríkan, og torført var at fylgja hesi hugsan. Hann var ríkur í síni fátækt, um ikki fátækt so uttan pening, góðs og fæ.

Tá spurt varð, hvør ognin var, svaraði hin gamli sannførdur : “Eg eigi tíðina, lívið og børnini.”
Umráðandi var tað ikki at spyrja nærri, tí svarið elvdi til hugsan og rannsakan. Hvat eiga vit veruliga, um vit ikki eiga tíðina og lívið? Hvør er okkara ogn, um einki menniskja stendur okkum nær?

“Eg eigi tíðina, og hon er ein gáva frá Guði. Tíðin er ikki ein sjálvfylgja, hon verður mær givin. Tíðin kemur til mín sum ein møguleiki, ið eg fái høvi at nýta og njóta. Talan er um ein møguleika og eina uppgávu. Eg eigi tíðina, tí eri eg ríkur.”

Hjá okkum, ið kenna strongd í nútíðar ráki, kennist ein slík útsøgn fremmand. Hon er torfør at flyta inn í kalendaran ella telduna. Vit renna jú allan dagin. Vit renna aftan á tíðini, ella vit renna eftir tíðini. Viðhvørt velja vit at renna undan tíðini og missa fótafesti í lívsins veruleika.

Eiga vit tíðina? Hava vit stundir at liva? Søkja vit friðin við Jesu føtur? Hava vit stundir til stillar løtur heima við hús, í skúla og kirkju? Eiga vit tíðina, so Guðs orð er heilagur lestur, og bønin dagligur táttur? Bøn ikki sum eitt ískoyti, eitt fríkorter, men sum dagsskrá og tað mest neyðuga av øllum.

Tað var hetta fedrarnir áttu. Teir áttu tíðina og leitaðu sær hvíludagin sess í halgidóminum. Kvirra og andakt, bøn og lestur, sálmar sungnir til Guðs heiður og prís.

Eisini sunnudagin missa vit spakuliga burtur, tá vit renna við tíðini eftir tíðini. Tað minnir um mannin, sum gekk runt í stovuni við brillunum á nøsini og leitaði eftir brillunum.

Hin fátæka einkjan átti einans tveir smápeningar, og tó var hon rík. Hon var rík, tí hon var á heilagum staði. Hon hevði stundir í síni fátækt at vera har, ið ríkidømi heldur sítt varandi virði. Har ikki mølur og rustur eta. Hon átti nakað, hetta at vera gripin av Guði og tæna honum við síni tíð, sínum lívi og sínari ogn.

Í roynd og veru er hin fátæka einkjan rík, tí tann, ið er ríkur í Guði, er av sonnum ríkur. Har Jesus fær innivist, fær tíðin veruligt innihald. Sjálvt tíðin verður ríkidømi, tað jarðiska lívið og ævinleikin. Jørðin soleiðis sum hon nú einaferð lagar seg, og ævinleikin í Guðs ríki, uppreisn likamsins og ævigt lív.

Tann, ið hvílir í Guðs hondum, verður ongantíð veruliga fátækur, tá talan er um lívsvirði, góðsku og innihald. “Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” (Matt. 6, 33)

“Eg eri ríkur, tí eg eigi lívi.” Tað var aftur ein løgin útsøgn, tí sjálvt lívið og tað at liva hava vit lyndi at taka sum eina sjálvfylgju. Hin kristni trýr, at lívið er heilagt. Lívið er ein gáva frá Guði. Vit eru skapað í Guðs mynd alt frá fyrstu løtu í móðurlívi. Guð gevur lívsandan, sum fer aftur til Guðs, tá likamið loksins verður lagt til hvíldar undir grønum flagi.

Ein stórur vísdómur sæddur av gomlum manni. At skilja lívið sum eina gávu frá Guði skapar ein heim av jaligum kenslum. Gevur eitt virði og ein samleika. At kunna liva lívið, njóta dagin. At kunna nýta lívið í tænastu Guðs onkursvegna og á onkran hátt, soleiðis sum Guð gevur evni og møguleika, soleiðis sum náðigávur Guðs verða tillutaðar.

Tað hava nógv rík fólk avrikað stórverk, og vit eru fegin um tað. Tað hava nógv rík fólk dugnað sínum næsta. Mong rík hava verið til signingar fyri fátøk og neyðstødd og hava gagnað templi Guðs á jørð.

Ælabogin hevur fleiri litir enn hin svarta og hvíta. Tað sama er við ríkidømi og fátækt. Tað er eingin orsøk at tilbiðja og gera fátækadømi  fagurlitt. Lívið er lættari at liva, tá vit hava ráð til eitt sindur. Og tað er synd í teimum, ið ikki hava fíggjarorku til eitt rímiligt lív.

Tó er tað satt. At hin fátæka einkjan í templinum gav meir enn øll hini, tí hon gav í fátækt síni alt tað, ið hon átti.

Sum prestur kenni eg nógv fátæk fólk, sum eru rík á tann hátt, at lívið er vælsignað og ríkt. At kunna liva, virka og rørast. At kunna sova væl um náttina og hvíla mitt í lívinum. At prísa Guði við sínum møguleikum og tæna navni hansara.

Eisini tey gomlu, sjúku og ússaligu. Eisini teirra lív hevur innihald. Vit, sum varða av, eru rík, tí lív teirra gomlu og sjúku er okkum dýrabart. Tað er størsti arvur at lata frá sær og arva, at heit hjørtu sláa í kærleika og forbøn. At heitar hendur leiða ávegis og frameftir. Tey eru rík, ið eiga ein hond at halda í.

Eisini ein lítil bygd avskorin í einsemi er rík, tá hon eigur eitt heilagt stað, eina kirkju. Ein lítil bygd við avmarkaðum møguleikum kann eiga lut í tí størsta. At kunna sita í lívd hins hægsta og søkja sær skjól í skugga almáttugans.

Í kirkjuni býr ævinleikin mitt í tíðini. Her er nakað, ið hevur ævinleikans virði. Guðs heilaga orð og sakramenti. Her kunnu tey fátæku gerast rík og fáa lívsins fyllu. Her møta vit hinum upprisna Jesusi, og vit sjálvi rísa upp til eitt livandi lív. Vit møta Jesusi og verða umvend, so tíðin í allar mátar kemur til okkum. At Jesus kemur til okkum, er hjá okkum og fylgist við á ferðini. Og har Jesus er, er lívið ríkt sjálvt í deyðans tíma og eftir tað.

Tey flestu av okkum eru sámiliga fyri fíggjarliga. Tey flestu eiga hús og heim, eitt sjónvarp og útvarpstól. Tó, so kenna vit okkum mangan tóm og fátæk. Vit eru so rík, at vit hava ikki tíð at liva. Vit hava ikki ráð at steðga á ein sunnudag um middagsleitið, tá kirkjuklokkan kallar. Í stórbýnum renna vit kapp við tíðina og royna at keypa fyri nakað av peninginum, so tað vit eiga, ikki missir virði ella bara liggur ónýtt. Vit eru so rík, at vit ikki hava stundir at liva. Ístaðin mega vit keypa eitthvørt, ið kostar pening, so vit kunnu leska lívið við søtmeti eina løtu ella báðar tvær.

Eyðvitað kostar tað eisini at ganga í kirkju. Tað hevur altíð kostað í oyrum og krónum at geva Guði gætur. Tað er ikki allur sannleikin, at lívið sum kristin er kostnaðarfrítt.
Rætt er tó, at frelsan er náði Guðs í Jesusi Kristi. “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær.” (Efesus 2, 8-9)

Vit kenna væl fyribrigdi um talvuna. Mær rennur í huga eina gudstænastu, har eg prædikaði í Danmark. Á donskum varð sagt, at frelsan var gratis, tað var gratis at ognast frelsuna í Jesusi Kristi.

Tá prædikan var hildin, kunngjørdi eg, at talvan gekk til ávíst endamál. Eftir gudstænastuna kom ein smílandi kvinna til mín, takkaði fyri prædikuna og segði : “Tá talvan gekk, so varð tað ikki heilt gratis hóast alt.”

Satt er tað, og talvan av onkrum slagi hevur til allar tíðir gingið, har kristin fólk samlast. Tað eru ymiskir hættir at skipa tey fíggjarligu viðurskiftini, men allir hættir eru eitt slag av talvu, - tað at geva pening til rakstur av halgidóminum og Guðs ríkis arbeiði heima á landi og úti í heimi.

At ímynda sær, at hin kristna trúgvin ikki kostar pening, er valla samsvarandi skriftini. Vit kenna jú fyribrigdi sum t.d. “at geva tíggjund”, “at talvan gongur”, “at vit kunnu lata eina gávu í eitt ílat”.

Soleiðis var tað eisini henda sunnudagin, tá hin fátæka einkjan  leitaði sær niðan í halgidómin. Í templinum vóru ikki færri enn trettan kistur, har fólkið hevði høvið at lata eina gávu. Eisini her heima kenna vit hesar kisturnar í forkirkjuni, t.d. við áskriftini : “Til tey fátæku”.

Tá gávan verður givin ræður um hjartað. Geva vit við hjartanum? Tæna vit Guði av heilug huga? Geva vit Guðs ríki gætur hugvakt og brennandi?

Henda hugsan og hesin veruleikin staðfestir, at ikki støddin av gávuni avger, hvør gevur mest. Tað er hjartað og hjartans hugsan, ið avger støddina av gávuni.

Hin fátæka einkjan gav mest, tí hon gav alt, sum hon átti. Hon gav sítt lív og sínar møguleikar til Guð og Guðs ríki.

Í allari talu um at geva er vert at minnast raðfylgjuna. “Í hesum er kærleikin : Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara”.

Í hundrað ár hevur fólkið í Sandvík givið til kirkjuna og Guðs ríki. Talvan hevur gingið, og tey seinastu árini hava vit havt kirkjuskatt.

Í hundrað ár hevur fólkið í Sandvík givið kirkjuni og Guðs ríki av síni tíð. Kirkjuráðið, deknurin, urguleikarin og klokkarin. Vaskifólk og onnur, ið dugnað kirkjuni.

Og ikki at gloyma kirkjufólkið. Tað er mín vón, at fólkið í Sandvík og fólkið í Føroyum altíð kemur at hava ráð at ganga í kirkju. Tí signingin er í hondum Guðs, hann sum hevur givið okkum alt í syninum, Jesusi Kristi. Givið okkum lívið, eina frelsta sál og vónina um ein bjartan morgindag. Amen.