Skriva út

22. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)

Tekstir: Matt 18,21-35 (Fil. 1,6-11) Fyrra tekstarøð 

Prædika í Glyvra kirkja

Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans, amen!

Eftir at vit hava hoyrt bíbliutekstirnar lisnar og hava sungið nakrar sálmar, so er tað ikki nøkur loyna, at evnið fyri hesa gudstænastu er ”fyrigeving”. Og tá ið ”fyrigeving” er eitt av teimum sera stóru, djúpu og samansettu evnunum, er tað ikki eitt evni, sum vit hava møguleika fyri at kunna dekka fult út, á bert einum sunnumorgni.

Í jødiskari, rabbinskari læru verður sagt, at mann eigur at fyrigeva øðrum menniskjum upp til tríggjar ferðir. Tí heldur lærusveinurin Pætur seg vera nokk so stórsinnaðan, tá ið hann sum uppskot, spyr Jesus, um mann skal fyrigeva einum menniskja heilt upp til sjey ferðir. Tí avmarka, tað mátti tað í hvussu er vera, hugsaði hann. Og sum altíð við Jesusi, so spreingir hann eisini her, alla vanliga hugsan. Og her spreingir hann alla vanliga hugsan um hevnd og um fyrigeving. Hann svarar, at eftir hansara fyridømi, so er fyrigev-ingin ikki avmarka, men hon er óavmarka og altíð givin fólki, sum ikki hava tað uppibori, men óuppiborið. Annars var ikki talan um fyri-geving av synd og eftir-geving av skuld.  

Vit skulu gera okkum greitt, at Jesus er Jesus og at vit eru menniskju. Jesus er fullkomin og vit eru ófullkomin. At óavmarka, grensuleys og óuppiborin fyrigeving hevur sín uppruna og sína keldu í Gudi og ikki í okkum. Tað er nakað, sum Gud klárar, (nærum) uttan trupuleikar, tí at Gud er Gud. Men hetta er truplari hjá okkum menniskjum og nakað, sum vit menniskju tí mugu læra av honum og nakað, hann má hjálpa okkum við. Teir gomlu søgdu, at ”at tað er menniskjaligt at feila, men guddómligt at fyrigeva”.  

Gjøgnum kristnu trúnna hava vit lært, hvat Guds hugburður er og hvat hann vil hava okkum til at gera. Og vit vita eisini frá okkara egna lívi, at fyri at fáa luft og fyri ikki at verða læst fast, men fyri at koma víðari og fyri at relatiónir kunnu halda fram at fungera, so má ein nýggj byrjan til og tað er har fyrigevingin kemur inn.

Og í øllum vanligum, so er tað ikki so trupult, tí vit skiftast ofta um at skulla fyrigeva hvørjum øðrum. Men so eru eisini summi viðurskifti, sum vit flestu kenna til, nakrar ferðir í lívinum, sum eru truplari og har tað veruliga kann verða hart og avbjóðandi at verða tann, sum eftirgevur / fyrigevur, men har tað tó er gjørligt at gera tað; hóast tað tó má verða eitt aktivt val, mann ger.   

Men so finnast eisini brot og órættur, sum eru av nógv djúpari og ógvusligum slag og sum eisini lutfalsliga nógv fólk merkja álvarsligar avleiðingar og avbjóðingar av. Og fyri hesu, lutfalsliga mongu Jesus-trúgvandi menniskju, kann alt hetta við fyrigeving gerast nógv meiri komplekst og meiri avbjóðandi, enn sum so. Tað kann vera avbjóðandi yvirhøvur at vilja fyrigeva. Ella at man kanska vil, men ikki megnar at fyrigeva, tí órætturin og brotið liggur so djúpt í einum.

Og ofta finnist her heldur onki menniskja, ið vísir tekin um angur, ábyrgd, uppgerð og umbøn. Har er ongin, sum biðjur um fyrigeving og har er tí heldur ongin at taka ímóti, bæði reaktiónini (vreiði, sorg, skomm) og at taka ímóti eini eventuellari fyrigeving. Fleiri kenna eisini til at verða etin upp innanífrá, av vreiði og beiskleika. Ella av at lívstrivnaðin verður grunnleggjandi órógvaður.

Tá vil tað í staðin ofta vera ein terapeutiskur og sálarrøktarligur tørvur á, at kunna koma víðari í lívinum, at gerast fræls og at kunna finna lívstrivna í lívinum. Samstundis sum man eisini má liva við minnunum og líðingunum, um tann órætt og tey brot, ið farin eru fram. Við Guds hjálp at fáa loyvi til at liva og trívast og ikki verða tyngd av enn einum kravi frá kirkjuni, um at skulla  fyrigeva, áðrenn mann sjálvur er klárur til tað og áðrenn mann sjálvur (veruliga) megnar tað.

Og grunda á, at Gud er ein kærleiksfullur og rættvísur Gud, so hava vit grundarlag fyri at kunna siga, at Gud hevur samkenslu við, hevur forstáilsi við, grætur og er vreiður og líður saman við teimum, sum orsakað av djúpum órætti og ógvusligum brotum, antin ikki klára at vilja fyrigeva ella ikki megna at fyrigeva, hóast tey gjarna vildu ynskt, at tey kláraðu tað. Mest av øllum høvdu tey ynskt, at tey als ikki høvdu hesa avbjóðing at fyrihalda seg til.

At eftirgeva / fyrigeva og at arbeiða fyri rættvísi eru ikki mótsetningar og útilukka ikki hvørt annað. Um brotið til dømis er ólógligt og hevur álvarsliga, lívlanga ávirkan á eitt annað menniskja, so kann eitt menniskja koma har til, at tað megnar at fyrigeva ella megnar at royna at fyrigeva, samstundis sum tað eisini sikrar sær, at sami persónur ikki fremur somu álvarlsligu brot og órætt móti øðrum menniskjum.  

Í okkara prædikuteksti í dag, so handlar tað um støður, har persónar angra og taka ábyrgd fyri teirra misgerðir, tí tey hava sæð, hvussu teirra misgerð hevur rakt onnur. Í sama kapitli, í Matthæusevangeliinum kapitul 18, men áðrenn okkara prædiku-tekst, har lesa vit hinvegin um støður, har persónar hava forbrotið seg og gjørt menniskjum órætt, men tó ikki sjálvi vilja inn-síggja tað, ikki sjálvi angra tað og ikki sjálvi taka ábyrgd av tí. Men í okkara prædikuteksti, so hoyra vit um støður, har persónar innsíggja, angra og taka ábyrgd av, at tey hava gjørt nakað galið, móti einum øðrum menniskja. Og hetta er eisini Guds vilji, at vit sjálvi taka ábyrgd av okkara misgerðum móti øðrum.

Fyrsti partur av tí líknilsi, sum vit hoyra Jesus fortelja, er um, hvussu Gud eftirgevur / fyrigevur okkum alla okkara syndaskuld yvirfyri honum og setur okkum í frælsi. Vit hoyra um ein tænara (okkum), sum skyldar konginum 10.000 talentir. Og tað er ein púra ør og óendaliga stór skuld at skylda. Tí bara ein talent svarar til umleið 16 árslønir hjá einum vanligum arbeiðsmanni, tá í tíðini. Og 10.000 talentir svarar tí til umleið 160.000 árslønir hjá einum vanligum arbeiðsmanni tá. Og í dag vildi tað verði tað sama, sum at ein vanligur arbeiðsmaður skyldaði 50 milliardir krónur. Og tí var henda øra og óendaliga stóra upphæddin ein mynd upp á, at okkara syndaskuld yvirfyri Gudi er av einari slíkari stødd, at ongin av okkum á nakran hátt hevur møguleika fyri at gjalda hana. Einasta loysnin hjá okkum er, sum vit eisini hoyra í líknilsinum, er at Gud í sínum kærleika, náði og miskunnsemi eftir-gevur / fyri-gevur okkum alla okkara syndaskuld, soleiðis at vit standa púra uttan skuld og púra fræls, yvirfyri honum.

Og hetta ger Gud eisini. Ja, í Jesusi hevur Gud longu eftir-givið og fyri-givið okkum alla syndaskuld okkara yvirfyri honum og sett okkum í tað frælsasta frælsi. Fræls til síðani at læra av honum og verða smittaði av hansara sinnalagi og hansara máta at handla upp á.

Í bønini ‘Faðir vár’ hava vit eisini bønina, ”fyrigev okkum syndir okkara, so vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda’. Tað eru nógv kristin, sum orsakað av djúpum órættvísi og brotum, tey hava verið út fyri, hava stórar avbjóðingar av hesari bøn úr ‘Faðir vár’. Tí at tað onkuntíð verður misskilt soleiðis, at Gud fyrigevur okkum alt eftir, hvussu væl vit sjálvi klára at fyrigeva øðrum. Men tá verður tað ikki til fyri-geving og eftir-geving frá Gudi, men ein løn, sum vit fáa, alt eftir hvussu væl vit sjálvi klára at fyrigeva og eftirgeva øðrum.

Men soleiðis skal tað ikki skiljast. Tí hóast tað er eitt samband ímillum Guds fyrigeving av okkum og okkara fyrigeving av øðrum, so er Guds fyrigeving av okkum tó ikki bundin av okkara fyrigeving av øðrum. Guds fyrigeving og eftirgeving av okkum og okkara synda-skuld, hon hevur sín uppruna og keldu í Gudi og hansara hjartalagi fyri okkum. Og er ikki bundin og tengd at, hvussu góð og vælfungerandi vit eru í øllum lutum. Annars var tað ikki náði og eftir-geving. Tað er Guds fyrigeving av okkum, sum kemur áðrenn og sum liggur til grund fyri, at vit skulu læra at fyrigeva og eftirgeva okkara medmenniskjum. Vit fyrigeva, tí hann fyrigav okkum fyrst. Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.

Tað er tó ongin ivi um, at Guds vilji er, at vit sum hansara børn, endurspegla hansara hugburð og hansara máta at handla uppá. Endurspegla hansara miskunnsemi og fyrigevandi lyndi og eisini handla samsvarandi tí.  

Vit hoyra, at Jesus fortelur víðari um henda tænara, sum hevði fingið alla hesa øru og óendaliga stóru skuldina upp á 160.000 árslønir ella 50 milliardir krónur eftirgivna og fyrigivna. At júst, tá ið hann var komin út aftur frá konginum, so sær hann eitt medmenniskja, sum skyldar honum 100 denarar, sum svaraði til eina skuld upp á umleið 2-3 mánaðarlønir ella í dag umleið 50.000 krónur. Tað var tí ikki onki, sum hetta medmenniskja skyldaði honum. Tann órættur, sum hetta menniskja hevði gjørt honum, var ikki onki. Als ikki. Men samanborið við ta óendaliga stóru og øru skuld og synd, sum hann sjálvur júst hevði fingið púrasta eftirgivið og fyrigivið, so var hetta tó lutfalsliga lítið, sum hesin skyldaði honum.  

Tá ið hesin tænarin ber eyga við hendan, sum skyldar honum ella hevur gjørt órætt móti honum, so leggur hann hond á hann, tekur kvørkatak um hann og biðjur hann um at gjalda sær alla skuldina aftur. Hetta medmenniskja tók annars ábyrgd fyri síni misgerð og biðjur júst soleiðis, sum hin júst hevði biðji yvirfyri kongi: “hav tol við mær; eg taki ábyrgd; eg skal gjalda tað aftur”. Men noy, hann hevði ikki sama sinnalag og handlaði ikki upp á sama hátt, sum kongurin hevði víst og handla yvirfyri honum. Í staðin fyri at seta medmenniskja í sama frælsi, sum hann sjálvur var settur í, so kastaði hann sítt medmenniskja í fangahús og vildi halda tí har, sum fanga, inntil alt var afturgoldið.

Og til endans hoyra vit, at hesin tænarin sjálvur endaði aftur har, sum hann sjálvur byrjaði – ófrælsur, fast-læstur í fangahúsi, í skuldar-leinkjum. Júst hvussu alt hetta skal skiljast, er eitt sindur mystiskt og nakað vit mugu lata liggja opið at grunda yvir hesaferð.

Óuppiborin kærleiki, náði, miskunn og fyrigeving er sum sagt, ikki nakað, sum hevur sín uppruna og keldu í okkum menniskjum, men tað er nakað, sum hevur sín uppruna og sína keldu í Gudi og er okkum givin sum ein gáva, óuppiborið og óavmarka, í Jesusi. Og tí kunnu vit eisini siga: lov og tøkk og allur heiður verðið tær, Gudi vár, Faðir, Syni og heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er, og altíð verður, ein sannur, tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.