Skriva út

21. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (2)

Tekstur: Jóh 4, 46-53 (Ef. 6,10-17) Fyrra tekstarøð. 

Í tekstunum, sum eru lisnir í kirkju okkara í dag hoyra vit sjálvandi og heldigvís um Jesus. Hann er komin aftur til býin Kána, har hann einaferð, í einum brúdleypi, hevði gjørt sítt fyrsta tekin í Jóhannesevangeliinum, har hann gjørdi vatn til vín. Nú er Jesus so afturkomin til býin Kána, og tað stendur, at hesaferð ger hann sítt tekin nummar tvey, sítt annað tekin.

Í Jóhannesevangeliinum hoyra vit, at Jesus ger eini 7 undur og har kallast tey ikki fyri undur, men fyri tekin. Tá ið undur í Jóhannesevangeliinum verða kallað fyri tekin, so merkir tað, at fokus ikki bert er á sjálvum undrinum, tað at onkur verður grøddur, men undrið er eitt tekin um nakað annað, nakað størri, djúpari og meiri umráðandi, enn undrið sjálvt. Í Jóhannes-evangeliinum, tá ið Jesus ger eitt undur ella tekin, so vil Jesus við tí vísa ella opinbera, hvør hann sjálvur er, soleiðis at fólkið tá og eisini vit ídag, kunnu byrja at seta okkara álit á hann og eiga lív í honum.

Sum sagt, so er Jesus staddur í býnum Kána. Og 25 kilometrar har frá, í býnum Kapernaum, umleið eina góða dagsferð til gongu frá Kána, er ein kongsmaður, tað vil siga ein tænastumaður hjá kongi og hann er í svárastu neyð. Hesin kongsmaður var ikki hvør sum helst og hann manglaði heldur onki.

Hesin tænastumaður hjá kongi var mest sannlíkt ikki ein jødi og trúði tí heldur ikki nødvendigvís á Gud. Hann hevði ivaleyst frætt um hendan Jesus, sum gekk runt, gjørdi væl og hjálpti øllum. Og nú var hesin kongsmaður, tænastumaður kongs, í svárastu neyð, tí at sonur hansara var blivin so mikið sjúkur, at hann lá til at doyggja. Og um kongsmað-urin sjálvur ikki var komin í hesa svárastu neyð, so hevði hann kanska heldur ikki givið sær stórvegis far um, hvør hesin Jesus var og var neyvan sjálvur farin til gongu, hesa longu dagsferð, úr Kapernaum til Kána, fyri at leita Jesus upp og biðja um hjálp frá honum.

Men tað gjørdi hann. Og hann fann nakað heilt annað, størri, djúpari, betri og meiri umráðandi, enn hann í sínari desperatión hevði leitað eftir. Kongsmaðurin, familjan og alt hús hansara fingu ikki bara hjálp, men tað stendur, at tey við Jesu tekini, fingu at uppliva nakað djúpari, nakað annað og størri: at teirra heimsmynd og trúarmynd broyttist. Tí tey upplivdu at síggja og inn-síggja, og trúgva, hvør Jesus er og at fylgja honum eftir. At Jesus er sjálvt Lívið, Lív-gevarin. Hann, sum tendrar hetta ljósið og gevur hetta lívið, tað æviga, til okkara og í okkum. Tað æviga lívið byrjar longu her og nú, har tað gevur lív, trúgv, treysti, vón og innihald, í hesum lívinum og so tekur hetta sama æviga lívið eisini yvir víðari, tá ið hetta foldarlívið steðgar.

Somuleiðis var eisini við undanfarnum ættarliðum okkara her í Føroyum. Og somuleiðis er eisini við okkum í dag. Ein og hvør av okkum fær loyvi til at liva við tí tríeinda Gudi í okkara lívi. Mitt í øllum ”trummu-rumminum”, sum okkara gerandisdagur inniber. Við faðir-ligu umsorganini. Við tí fullgjørda frelsuverkinum í soninum, Jesusi. Og við andanum, við kraftini, energiini, styrkini og troystini í tí gerandisliga, frá andanum.

Jesus segði eisini hesi orðini, í okkara prædikuteksti, at ”síggja tit ikki tekin og undirgerningar, ja, so vilja tit ikki trúgva”. Hesin setningur frá Jesusi kann skiljast upp á tveir mátar og tað er faktiskt ógreitt hvussu tað skal skiljast rætt. Antin kemur Jesus her við eini ábreiðslu til okkum menniskju, um, at vit alt ov ofta krevja at síggja tekin, undur og livandi prógv upp á, at Gud er til og at Gud veruliga er góður, áðrenn vit blint vilja trúgva honum og fylgja honum.

Ella konstaterar og veit Jesus bara, vinarliga, at vit menniskju hava nokk so trupult við at trúgva tí, sum vit ikki síggja. Og at vit tí ofta hava brúk fyri undrum, tekinum og aðrari pædagogiskari hjálp ella áfylling, fyri at vit kunnu klára at trúgva og fyri at vit kunnu klára at halda áfram við at trúgva og ikki gerast mótfallin ella missa trúnna. Luther segði, at vit menniskju gloyma so skjótt tey lívssælu orðini um Guds náði til okkara í Jesusi, so at vit so skjótt í staðin byrja at hyggja upp á okkara egnu veikleikar og manglandi kristinlív og tá gerast mótfallin. Tí hava vit ofta brúk fyri at hoyra orðini um náðina í Jesusi, sigur Luther.

Tænastumaðurin hjá kongi hevði álit á Jesusi, hóast hann ikki hevði nakað prógv. Tá ið Jesus segði, ”Far, sonur tín livir”, so var hesin kongsmaður eina langa dagsferð burtur frá soninum. Og har var onki SMS og onki Messenger. Hann visti onki um, um sonurin veruliga var á lívi ella um hann longu var deyður. Og hann hevði ikki fingið nakað medi-sin frá Jesusi at gera sonin frískan við. Bert Jesu lyftisríku orð, ”far, sonur tín livir”. Kongsmaðurin kundi tað næsta samdøgri bert ganga og hava álit á Jesu lyfti um hetta. Ikki fyrr enn dagin eftir, at Jesus hevði sagt hetta lívssæla lyftið, so fær kongsmaðurin at vita, frá sínum húskallum, at tað veruliga var soleiðis, sum Jesus hevði sagt og lova.

Eisini í dag ganga vit og hava ofta nærum bert Jesu lyftir og kristnu trúnna at hava álit á. Og vit skulu oftast ganga meira enn eitt samdøgur; vit skulu ganga eitt heilt lív, við áliti á Jesu lyftir, uttan sjón.

Skriftin sigur, at ”trúgv er treyst í tí, sum vónað verður. Sannføring um teir lutir, ið ikki eru at síggja” (Hebr 11,1). Og at ”vit ganga í trúgv, ikki í skoðan (2 Kor 5,7).
Klára vit eisini at hava álit á Jesusi & kristnu trúnna, táið umræður Guds kærleika, umsorgan, náði, fyrigeving, frelsu, æviga lívið og annað. Bert upp á Jesu lyftir?

Kanska vit í gjøgnum trúareygu okkara av og á síggja sjónlig tekin, í tí smáa ella í tí stóra, upp á Gud og Jesus í lívi okkara?

Men hvat so, um ella tá ið kreppa og neyð raka okkum hart? Brotna og broytast heimsmyndir, gudsmyndir og trúarmyndir okkara tá? Kanska tí vit høvdu eina ov stramma og ov svart-hvíta heimsmynd, gudsmynd og trúarmynd, har vit til dømis hildu, at tingini bert kundu vera á ein serligan hátt, sum so ikki vísti seg at stemma. Ella at vit hildu, at Gud og Jesus skuldi verja okkum frá øllum vandum og øllum illum, men so blivu vit sjálvi rakt av hesum?

Fleiri dømir eru um menniskju, sum valdu at venda Gudi ryggin, tí at tey upplivdu, at veruleikin, sum tey møttu í lívinum ikki passaði við tað nokk os føstu og smælu, svørt-hvítu gudsmynd og trúarmynd, sum tey høvdu.

Heimsmyndir, gudsmyndir og trúarmyndir broytast gjarna nakað ella nógv, gjøgnum eitt lív. Gud er hin sami, men vit menniskju broytast og okkara perspektivir broytast .Tað er sunt, hugsi eg. Mátti okkara heimsmynd, gudsmynd og trúarmynd verði okkum ein ressurse, eisini tá ið lívið gongur okkum grúvuliga ímóti og vit ikki fáa somu góðu hjálp sum kongsmaðurin hóast alt fekk. Sonur hansara yvirlivdi. Tí ofta mugu vit troysta okkum við, at stórsti parturin av lønini ikki finnist ella sæst her, men í tí komandi heiminum, tá ið Guds ríki kemur til sjóndar í fullum líki.

Sætt er, at ”vit ganga í trúgv og ikki í skoðan” (2 Kor 5,7), men vit menniskju hava álíkavæl mangan brúk fyri áfylling, uppmuntran og pædagogiska hjálp, fyri at síggja og minnast til, hvat vit longu eiga í Jesusi.

Í kirkju okkara trúgva vit og eru vit av teirri fatan, at Jesus, umframt at vera nærverandi saman við okkum við altarborðið, táið altargangur er, eisini hevur givið okkum altarborðið sum eitt tekin. 
Eitt sjónligt, pædagogisk tekin, um Guds ósjónligu og fyri okkum, ókeypis náði, til okkara. Eitt tekin um ta náði, sum vit longu hava fingið og sum vit longu eiga frá Gudi, í Jesusi. Og sum vit longu hava tikið ímóti við dópi og trúgv. Ella sum vit kunnu taka ímóti í trúgv ídag.  Eitt sjónligt, pædagogisk tekin, handling, sum skal hjálpa okkum at síggja og trúgva, tí sum vit longu hava fingið og eiga í Jesusi.

Í altargongdini fara vit um eina lítla løtu at fáa hetta tunna, runda breyði (oblat), har Jesusi á krossinum er prenta uppá. Hetta breyð er bara eitt breyð. Men tað er eisini eitt tekin. Eitt tekin um nakað størri, djúpari og meiri umráðandi, enn breyð. Eitt tekin um Jesu likam, sum á krossinum bleiv broti, tá ið hann doyði fyri okkum. Eisini fáa vit um eina løtu ein reyðan drykk, víni. Reyða víni er vín. Men tað er eisini eitt tekin um nakað størri, djúpari og meiri umráðandi, enn vín. Eitt tekin um Jesu blóð, sum á krossinum rann úr Jesu likami, tá ið Jesus doyði fyri okkum. Tað er Jesu blóð, sum tekur burtur allar okkara syndir. Og tað er Jesu deyði og uppreisn sum er grundarlagið fyri, at vit eiga lívið og eiga barnakor hjá Gudi.

Og tí kunnu vit eisini siga: lov og tøkk og allar heiður verðið tær, Gudi vár, Faðir, Syni og heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er, og altíð verður, ein sannur, tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir. Amen.

Gimmi Olsen, prestur