Skriva út

2. sunnudagur í advent

Tekstur: Luk.21, 25-36. Fyrra tekstarøð.

Sálmar: 546 - 403 – 220 / 283 – 131

Fyri nøkrum árum síðani varð ein italskur filmur gjørdur, ið kallaðist “Lívið er vakurt”. Søgan fer fram í eini týningarlegu undir seinna heimskríggi, men kortini er hetta ein komedia – ein filmur við skemti og spei. Hetta er sjálvandi rættiliga óvanligt, og fleiri mundu øtast í fyrstu syftu. Men tá saman um kom, vann filmin oscar-virðislønina og varð væl fagnaður.

Í filminum hitta vit pápan og tann tann lítla sonin. Hvønn morgun fortelur pápin soninum, at hetta er eitt spæl, teir eru við í. Teir skulu skora 100 stig, og so fáa teir eitt stórt tanks ella hervogn, tá teir hava vunnið.

Lítli sonurin er við upp á hetta, og telur hvønn morgun, tá pápin fer upp til tað harða arbeiðið.

Pápin vil verja sonin, og tá innrás er í leguna, gevur pápin greið boð um, at sonurin skal krógva seg. Men tá alt er kvirt, fleiri hava latið lív, og pápin er horvin. kemur sonurin undan og sær eitt stórt tanks frá teimum sameindu. Nú heldur hann, at hann hevur vunnið kappingina. Hann skilir ikki hvat hendir, men eitt er vist – ein verð er gingin undir, men pápin hevur vart hann væl og borið sonin gjøgnum allar ræðuleikarnar.

Vit eru stødd í adventini. Í dag er annar sunnudagur í advent, og tekstirnir hesa tíðina eru rættiliga dómadagskendir. Hví er tað so, kunnu vit spyrja. Hvat hevur hetta við tíðina undan jólum at gera?

Hví valdu tey, ið ritstjórnaðu ta aldagomlu tekstarøðina, at so skuldi verða?

Advent er ein myrk tíð. Lágt stendur sólin, og tíliga skýmir. Men adventin merkir koma.

Tað er kortini ein onnur koma, vit hoyra um í dag í mun til seinasta sunnudag, tá Jesus eyðmjúkliga kom ríðandi á einum esili inn í Jerusalem. Hetta var sami prædikutekstur, ið verður lisin pálmasunnudag.

Men í dag hoyra vit um Jesu afturkomu.

Og í mun til seinasta sunnudag er hetta ein rættiliga dramatiskur tekstur. Og tí ræður um at hava tunguna mitt í munninum, um vit kunnu siga tað so.

Tað var tann amerikanski rithøvundurin og humoristurin, Mark Twain, ið einaferð segði, at tað vóru ikki tey brotini í Bíbliuni, sum hann ikki skilti, ið ørkymlaðu hann, men heldur tey brotini, ið hann skilti.

Um vit til fulnar kunnu skilja prædikutekstin til í dag er ilt at siga. Gjøgnum heimssøguna eru óteljandi dømi um fólk og felagsskapir ið hava hildið seg dugað at sagt, nær hesin heimur gekk til grundar – at tey høvdu dugað at lisið av, nær Várharra hevði sett sín kross í kalendaran.

Tey flestu av hesum forroknaðu seg. Herfyri sást í sjónvarpi, at í ár eru 40 ár liðin, síðan eini 1000 fólk doyðu í einum hópmorði ella – sjálvmorði í sektini Jonestown. Hesi høvdu eisini dómadag í kikaranum.

Hetta er tó ikki nakað nýtt fyribrigdi. Longu í fyrra brævinum hjá Paulusi til kirkjuliðið í Tessalóniku lesa vit, at tey eru ørkymlað um, at fólk vóru byrjað at doyggja burturav samkomuni ella kirkjuliðnum, áðrenn Jesus var komin aftur, og Paulus roynir at ugga tey sum frægast.

Eitt annað fyribrigdi, ið mangan tykjast at ørkymla fólk, er tá fólk blanda saman átrúnað og vísind. Sum um náttúruvísindin skuldi kunna givið okkum fullgóð svar upp á eksistentiellar spurningar. Stundum fáa fólk enntá at vita, hetta er ein spurningur um antin-ella, tá tey skulu taka dagar millum hesi.

Men eitt eru vísindin og átrúnaðurin tó samd um. Og tað er, at heimurin einaferð skal ganga undir.

Sum so er hugmyndin um, at heimurin skal ganga undir, ikki nýggir tónar. Frá fyrstu tíðum hava fólkasløg havt sínar ímyndir um tað stóra kaosið, ragnarokið, tá heimurin skal ganga undir. Og frá at hava tosað um kjarnorkuvápn og kalt kríggj alla seinnu helvt av 20. øld, tosa vit í dag um upphiting av jarðarknøttinum og vatnflóð, og vápnadubbingin er tíverri eisini vorðin aktuell aftur. Nei, scenariið er ikki ókent.

Men hóast vit hvørki vita nakað um hví ella hvussu – og heldur ikki nær – hesin heimur heldur uppat at vera til, so hava vit sum kristin fólk ta kristnu vónina um, at ein undirgongd altíð bara er ein yvirgongd!

Og hóast vit ikki altíð gera so nógv burtur úr hesum í okkara fólkakirkju – hóast skapanarverkið tó er komið aftur á dagsskrá - ja, so biðja vit, hvørja ferð, vit biðja Faðir vár, um hetta, tá vit biðja: Komi ríki títt!

Og Guðs ríki skal nokk koma, um vit biðja um tað ella lata vera.
Í tekstinum til í dag sigur Jesus m.a., at tá Hann kemur aftur: “tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast…”

Nú kunnu vit altíð kjakast um, orðið loysn er tað rætta í hesum samanhanginum. Á grikska upprunamálinum kann hetta eisini lesast sum frítøka fyri loysigjald – hvør skal siga, tað er hjá Várharra at loysnin liggur, tí sjálv megna vit onki, tá hesin heimur ikki hevur meira at bjóða.

Ein heimur kann ganga undir á so mangan hátt. Vit kunnu missa – missa arbeiði, missa vit og skil, gerast sjúk, missa onkran kæran av sviki ella deyða. Verðin er full av undirgangi.

Men grikska orðið fyri kreppu er ikki undirgangur – men yvirgongd ella skifti. Evangeliið sigur okkum, at okkara undirgangur kann verða skifti til okkurt betri.

Menniskjan kann sjálv vera bæði merkt av undirgangi og vera destruktiv.

Vit kunnu enn einaferð endurgeva Mark Twain, sum einaferð segði, at Ádam át ikki fruktina í Eden fyri at eta frukt, men tí at fruktin var bannað. Hann var bara eitt menniskja, Mistakið var, at tað ikki var ormurin, sum var forboðin – tí so hevði Ádam etið hann!

Menniskja vil vera skapari og eigur eisini eina skapandi kraft, men menniskjan hevur eisini oyðileggjandi kreftir.

Ikki er neyðugt fyri okkum at fara at tosa um atomkríggj ella aðrar ræðuleikar úti í heimi fyri at vísa, hvussu menniskjan kann vera. Vit kunnu nevna tað mest elementera, tað mest nærliggjandi, t.d. tvey menniskju, ið elska hvørt annað, men sum kanska ikki duga at fáa tað at rigga, eisini tey kunnu slíta hvørt annað upp – og í grundini eisini oyðileggja nógv fyri hvørt annað.

Men skal Guðs ríki koma, mugu okkara mongu ríki ganga undir.

Kendur er hin gamli sálmurin eftir Petter Dass, sum er nr. 1 í okkara sálmabók, Harra Guð, títt dýra navn og æra. Har syngja vit jú, at Guð er Guð, um land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði.

Tí Guð er almátturin í alheiminum, og Guð kann ikki definerast ella avmarkast. Kundi hann tað, var hann ikki Guð. Og tó: í øllum førum í tvinnanda støðum í Nýggja testamenti er Guð kortini defineraður, har Guð verður kallaður kærleiki, og Guð verður kallaður Orðið. Tí er gott at vita, at hesin Guð, ið m.a. er kærleiki, sigur í tekstinum til í dag, at himin og heimur skulu forganga, men orð Hansara skulu als ikki forganga.

Vit hava longu nevnt ein italskan film í hesi prædiku, og tí kunnu vit eisini nevna ein týskan.

Kend er søgan úr filminum “Der Untergang”, sum er um síðstu dagarnar hjá Hitlerstýrinum í Týsklandi í 1945. Tey hava tapt kríggið, og eyðmýkingin er stór. Frú Gøbbels leggur síni seks børn í song, og síðani knúsar hon eiturtablettir og leggur tær millum tenninar á teimum, so tey ikki vakna aftur. Hon rættvísger sín gerning við at siga, at um teirra hugsjónir doyggja, hava tey onki at liva fyri. Hesin er munurin á tí triðja ríkinum, ríkinum hjá nazistunum, og Guðs ríki:

Tá alt annað fer, stendur Guðs ríki eftir!

Tá vit biðja heilagt veri navn títt, biðja vit eisini komi ríki títt.

Tað merkir: at Guðs navn, sum er góðska, kærleiki, miskunnsemi skal vera tað einasta, sum er heilagt fyri okkum.

Luther segði, at onki menniskja skal royna at gera seg heilagt, tí so vanæra vit onnur menniskja. Men vit skulu biðja: Heilagt veri navn títt.

Advent merkir koma – og adventstíðin er myrk.

Men hvørja ferð vit biðja Faðirvár halda vit í grundini advent, tí vit biðja fyri tí, sum koma skal.

Adventskransuirn er rundur, er ævigur, og á tað æviga skulu vit seta okkum og heimin, vit liva í.

Okkara tíð og rúm stendur sostatt sum livandi ljós trygt og fast á ævinleikanum.

Fyrsta ljósið er profetaljósið, vónarljósið ella patriarkarnir. Ljósið, ið boðar vón.

Annað ljósið er Betlehemsljósið, friðarljósið ella profetarnir. Ljósið, ið boðar Guðs lyfti.

Triðja ljósið er hirðaljósið, gleðiljósið ella Jóhannes doyparin. Ljósið til minnis um einglarnar, ið bóru gleðiboð.

Fjórða ljósið er einglaljósið, kærleikans ljós ella Maria, mamma Jesus. Aftur eitt ljós, ið minnir um gleðiboð og sang einglanna.

Á summum adventskransum hevur eitt fimta ljós eisini verið at sæð í miðjuni. Hetta er Kristusljósið, at Jesus er miðdepilin í góðu tíðindunum, vit skulu hoyra á jólum.

Adventin peikar frameftir og minnir okkum á, at hóast vit skulu gleða okkum til jóla, so er eisini týdningarmikið, at vit liva her og nú saman við okkara medmenniskjum, og saman fyrireika okkum til ta stóru høgtíðina. Vit skulu fyrireika okkum, men ikki taka høgtíðina sum eina sjálvfylgju ella taka hana upp á forskot. Tí jólini skulu nokk koma. Ella sum heimspekingurin segði: Lívið liva vit frameftir, men vit skilja tað aftureftir.

Og vónandi fara vit ein dag at skilja, at hóast ættir fara og øldir snara, so eru vit sum kristin fólk enn sum áður í Guðs tryggu varðveitslu eins og í tí italska filminum vit nevndu í byrjanini, Lívið er vakurt”. Hóast vit ikki skilja alt, eru vit í tryggari varðveitslu.

AMEN