Skriva út

2. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (2)

Tekstur: Luk 14,25-35, seinna tekstarøð.

Gudstænasta í Kaldbaks kirkju 14. juni 2026 – Bergtórur Hjelm Bjarkhamar

Prædika
Í dag kemur evangeliið ikki til okkara sum eitt milt lot.

      Tað rakar okkum heldur sum ein torubrestur.

      Á ferðini vendir Jesus sær móti teimum stóru skarunum, sum fylgja honum, og sigur tað, sum nærum
fær okkum at missa ondina:

      Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín.

      Hetta eru hørð orð.

      So hørð, at vit mest sum fáa hug at steðga á og spyrja: Meinar Jesus hetta av álvara? Kann hann veruliga krevja, at vit skulu hata tey, ið standa okkum næst? Faðir og móður. Konu og børn. Brøður og systrar. Ja, okkara egna lív?

      Tí soleiðis plaga vit ikki at hoyra Jesus tala..

      Vit kenna hann sum tann, ið tekur smábørnini í favn, leggur hendurnar á tey og vælsignar tey. Vit kenna hann sum tann, ið lærir okkum at elska næsta okkara. Vit kenna hann sum tann, ið býður okkum at elska hvør annan, eins og hann hevur elskað okkum.

      Men so sigur hann hetta.

      Tí mugu vit lurta væl eftir. Vit skulu ikki renna undan orðunum og ikki gera tey mildari, enn tey eru. Heldur mugu vit spyrja: Hvat vil Jesus siga okkum við hesum?

      Tá ið Jesus her talar um at hata, er hetta ikki eitt boð um hjartakulda, harðlyndi ella kærleiksloysi. Hann biður okkum ikki venda okkum frá teimum, ið vit elska. Hann biður okkum ikki gera hjarta okkara hart móti familju, maka, børnum ella vinum.

      Hetta sæst eisini hjá evangelistinum Matteusi, sum endurgevur sama Jesuorðið á annan hátt. Har sigur Jesus: „Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur.“

      Her er kjarnin.

      Tað snýr seg um, at eingin kærleiki, eingin familja, einki menniskjaligt samband og eingin eydna her á fold skal taka tað pláss, sum bert hoyrir Guði til.

      Kristus skal vera fyrstur.

      Ikki tí, at hann tekur kærleikan frá okkum, men tí, at hann er tann, ið ger kærleikan sannari, reinari og frælsari.

      Tað er hetta, sum rakar okkum.

      Tí familjan hevur stóran týdning fyri okkum. Og tað skal hon hava. Tað er ein stór gáva at eiga menniskju rundan um seg: maka, børn, foreldur, systkin, skyldfólk ella vinir. Tað er ein stór gáva at hava menniskju, sum kenna okkum, bera yvir við okkum og fylgja okkum gjøgnum lívið.

      Men júst tí, at gávurnar eru so stórar, kunnu tær eisini fáa ov stóran týdning fyri okkum.

      Vit kunnu koma hartil, at vit vænta av øðrum menniskjum, at tey skulu geva okkum tað, sum bert Guð kann geva. Vit kunnu leggja eina byrði á maka, børn, foreldur ella vinir — eina byrði, sum tey ikki eru ment at bera.

      Einki menniskja kann vera grundvøllurin undir lívinum hjá einum øðrum.

      Eingin maður kann bera alla lívsmeiningina hjá konu síni. Eingin kona kann bera alla lívsmeiningina hjá manni sínum. Eingi foreldur kunnu leggja alla sína eydnu í børn síni, uttan at tað verður ein ov tung byrði fyri børnini. Eingi børn kunnu bera tað, sum bert Guð kann bera.

      Vit eru hvør øðrum til gávu.

      Men vit eru ikki hvør øðrum Guð.

      Tá ið vit gera eitt menniskja til grundvøll okkara, verður kærleikin lættliga kravsamur. Tá vil hann eiga. Tá vil hann halda fast. Tá vil hann, at hitt menniskjað skal fylla tóma rúmið í okkum. Soleiðis kann kærleikin, sum skuldi vera góðska, verða til byrði.

      Men tá ið Kristus er fyrstur, verður kærleikin ikki minni. Hann verður frælsari.

      Tá kunnu vit elska eitt annað menniskja — ikki sum ein, ið skal frelsa okkum, men sum eina gávu frá Guði.

      Tá kunnu vit taka ímóti maka, børnum og vinum við takksemi, uttan at leggja sjálvt lívið á herðar teirra.

      Tá kunnu vit elska, uttan at oyða. Vera góð við, uttan at vilja eiga. Vera nær, uttan at binda hitt menniskjað so fast, at tað missir andadráttin.

      Tí tann størsti kærleikin ger okkum ikki til fangar. Hann ger okkum fræls.

      Jesus sigur eisini: „Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín.“

      At fylgja Kristi er ikki bara nakað uttaná. Tað nemur við sjálvt lívið. Tað er ikki bara at ganga við í skaranum, tá ið nógv onnur ganga við. Tað er ikki bara at hava eina vakra kenslu eina løtu ella at halda seg nær kristindóminum, so leingi hann einki krevur av okkum.

      At fylgja Kristi er at lata hann vera Harra í lívi okkara.

      Tað merkir, at hann sleppur at seta spurnartekn við tað, sum vit seta fremst í lívi okkara. Við tað, sum vit halda okkum eiga. Við tað, sum vit byggja lívið á. Við tað, sum vit halda vera ómissandi.

      Tí sigur Jesus frá einum manni, sum ætlar at byggja eitt torn. Fyrst setur hann seg niður og roknar kostnaðin. Jesus sigur eisini frá einum kongi, sum skal fara í bardaga og fyrst ger sær greitt, um hann er førur fyri at standa ímóti.

      Jesus kallar okkum ikki til at fylgja sær av hálvum huga.

      Hann biður okkum gera okkum greitt, hvat tað er, vit fara undir.

      Tí kristin trúgv er ikki bert troyst. Hon er eisini eitt kall. Hon er ikki bert hvíld. Hon er eisini eftirfylging. Hon er ikki bert tað, at Kristus tekur ímóti okkum. Hon er eisini tað, at hann leiðir okkum ein annan veg enn vit sjálv høvdu valt.

      Men í hesum stranga orðinum liggur eisini eitt stórt lyfti.

      Tí tá ið Jesus tekur frá okkum ta følsku trygd, at vit kunnu byggja lívið á menniskju, tekur hann ikki lívið frá okkum. Hann gevur okkum ein tryggari grundvøll.

      Lyftið er, at tað finst ein kærleiki, sum stendur, eisini tá ið okkara sambond slitna.

      Tað finst eitt samfelag, sum ikki hvørvur, tá ið menniskju fara frá okkum.

      Tað finst ein grundvøllur, sum stendur fast, eisini tá ið okkara egna lív skelvur.

      Hetta er samfelagið við Kristus.

      Í dópinum hevur Guð tikið okkum at sær sum børn síni. Hann hevur bundið seg til okkara við lyfti sínum. Hetta sambandið hvílir ikki á okkara styrki, okkara trúfesti ella okkara evni at halda øllum saman. Tað hvílir á Guði sjálvum.

      Tí kann lívið rapa rundan um okkum, uttan at vit falla úr hondum Guðs.

      Hjúnaløg kunnu fara sundur. Vinabond kunnu slitna. Børn kunnu fara sínar leiðir. Foreldur kunnu falla frá. Arbeiði, heilsa og tryggleiki kunnu hvørva. Tá kenna vit, hvussu veikt alt okkara egna er.

      Men Guð stendur.

      Ikki sum ein kaldur áskoðari langt burturi, men sum tann, ið í Kristi kom okkum nær. Sum tann, ið sjálvur bar krossin. Sum tann, ið veit, hvat tað er at missa, at líða og at verða svikin. Sum tann, ið gekk allan vegin inn í deyðan fyri at bera okkum út aftur til lívið.

      Tí kappast Kristus ikki við kærleikan til okkara kæru.

      Hann er ljósið, sum fær okkum at síggja kærleikan rætt.

      Í honum verður kærleikin bandið, sum bindur alt saman.

      Hann er tann triði í øllum góðum sambondum – ikki sum ein, ið skapar øvund, men sum ein, ið ger kærleikan djúpari, reinari og tryggari.

      Tá ið vit elska í ljósinum frá Kristi, verða vit fræls til at elska rætt.

      Tá sleppa vit undan at krevja tað ómøguliga av hvørjum øðrum.

      Vit sleppa undan at gera familjuna til ein lítlan heim, har vit lata dyrnar aftur fyri øllum øðrum.

      Vit sleppa undan at halda, at okkara egnu nærmastu sambond eru allur heimurin.

      Tí Kristus leiðir okkum út um okkum sjálv. Út til næstan. Út til tann, sum ikki hoyrir til okkara egna lítla ring. Út til tann, sum hevur tørv á kærleika, hjálp og miskunn.

      Og har verður lærusveinalívið ítøkiligt.

      Ikki í stórum orðum um trúgv, men í einum lívi, har Kristus fær fyrsta plássið, og tí verður pláss fyri øðrum.

      At enda talar Jesus um saltið.

      Saltið er víst gott; men verður saltið sjálvt dovið, av hvørjum skal tað tá fáa kraft aftur?

      Ein kristin trúgv, har Kristus ikki longur er fyrstur, verður dovin. Hon missir smakkin. Hon verður eitt ytri skap, men ikki ein livandi kraft.

      Men har Kristus sleppur at vera miðjan, har fær lívið smakkin aftur.

      Har verður kærleikin ikki minni, men størri.

      Har verður familjan ikki minni verd, men sædd sum gáva.

      Har verður næstin ikki ein hóttan móti mínum egna, men ein, sum Kristus kallar meg at elska.

      Og har verður krossurin ikki bert ein tyngd, men vegurin, har Kristus sjálvur gongur undan okkum.

      Tí er evangeliið í dag sanniliga ein snávingarsteinur.

      Men hyggja vit nærri, síggja vit, at í hesum harða orðinum býr ein djúp gleði.

      Tí Jesus tekur frá okkum tað, sum ikki kann bera okkum, fyri at geva okkum tað, sum ongantíð svíkur.

      Hann tekur avgudarnar frá okkum, fyri at geva okkum Guð.

      Hann tekur hin ófrælsa kærleikan frá okkum, fyri at geva okkum tann kærleika, sum er frælsur, sannur og ævigur.

      Tann, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri.

Amen.