Skriva út

2. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)

Tekstur: Luk 14, 16-24. Fyrra tekstarøð.

Innsetingarprædika í Hvalbiar kirkju 18. juni 2023.
Sálmar: 546, 667, 155 – 52, 689

Tað er so við lívinum hjá okkum øllum, at vit bæði hava viðgongd og mótgongd. Viðhvørt er tað sum, at vit sveima á skýggjum, og alt eydnast í lívinum hjá okkum. Tað gongur væl við arbeiðinum, familjan er frísk og hevur tað gott, og vit hava tað gott í frítíðini hjá okkum.

Men áðrenn vit vita av, so er vent í holuni, og alt miseydnast hjá okkum. Tað gongur illa við arbeiðinum, familjan mistrívist, og í frítíðini hava vit tað heldur ikki gott. Soleiðis er hjá okkum øllum. Viðhvørt so eru vit á lívsins aldukambi, har alt eydnast, og viðhvørt so eru vit í lívsins aldudali, har alt miseydnast hjá okkum.

...

Í dagsins teksti hoyra vit um ein mann, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð, og bjóðaði nógvum gestum. Tá kvøldmáltíðin fór at nærkast, sendi hesin maðurin húskall sín út at siga við gestirnar, at nú var kvøldmáltíðin klár. Men eingin av gestunum fekk komið. Ein hevði keypt jørð, ein hevði keypt fimm pør av oksum og ein var júst giftur.

Tá húskallurin fortaldi manninum hetta, so bleiv maðurin óður, og hann bað húskallin fara út á gøturnar og bjóða fátøkum, kryplingum, blindum og høltum at koma til kvøldmáltíðina. Men tað var enn pláss fyri fleiri fólkum til kvøldmáltíðina, so maðurin bað húskallin fara út eftir meira fólki, so at húsið hjá manninum kundi vera fult.

...

Í dagsins teksti møta vit trimum bólkum. Teir eru:

  • Maðurin og húskallurin
  • Teir innbodnu gestirnir, sum ikki hava tíð
  • Neyðardýrini, sum tóku av innbjóðingin

Mannin og húskallin kenna vit øll. Tað eru Guð og Jesus. “Maðurin”, Guð, hevur hevur bjóðað okkum frelsuna, og so sendir hann “húskallin”, sonin Jesus, til heimin fyri at geva okkum innbjóðingina til frelsuna.

So eru tað teir báðir bólkarnir av gestum.

Fyrri bólkurin er so upptikin av tí góða í lívinum, jørð, nýggjum oksum og brúdleypi, at tey ikki hava tíð at koma til kvøldmáltíðina at móttaka frelsuna.

Seinni bólkurin er mannaður av niðurundurkomnum menniskjum, fátækum, haltum, blindum og kryplingum. Í teirra neyð taka tey gleðiliga ímóti frelsuni frá Guði, og tey duga at síggja sanna virðið á henni.

Tá vit lesa dagsins tekst, so kann tað við fyrsta eygnabrá tykjast sum um, at tað eru ymisk fólk, sum eru í teimum báðu gestabólkunum. Men í veruleikanum, so eru tað tey somu fólkini.

Sum nevnt, so eru vit viðhvørt á lívsins aldukambi, og viðhvørt so eru vit í lívsins aldudali. Tá vit eru á aldukambinum, og alt gongur væl hjá okkum, tá hava vit lyndi til at missa Guð, Jesus og frelsuna úr sýni. Tá seta vit okkara lít til egna megi og mátt. Tí tá tað gongur okkum væl, halda vit ikki, at okkum tørvar Guð. Tá eru vit sum hin fyrri gestabólkurin, sum ikki hevur tíð til at taka ímóti frelsuni, tí tey skulu alt møguligt annað. Men áðrenn vit vita av, so skrædnar alt undan okkum, og vit fara bóltandi niður í lívsins aldudal. Tá opnast eyguni hjá okkum, og vit síggja hvussu veik og máttleys vit veruliga eru. Tá síggja vit, at einans Guð megnar at bjarga okkum við frelsu síni. Tá eru vit sum seinni bólkurin, nøkur neyðardýr, ið gleðiliga taka ímóti frelsuni frá Guði og duga at síggja virðið í henni.

So hesir báðir gestabólkarnir, tey, sum ikki hava tíð at koma til kvøldmáltíðina, og neyðardýrini, sum tóku av innbjóðingin, umboða ymisk tíðarskeið í lívum okkara, nevnliga tíðina tá vit eru á lívsins aldukambi og tíðina tá vit eru í lívsins aldudali.

...

Eitt av Jesu kendu líknilsum lýsir væl munin á tíðini á lívsins aldukambi og tíðini í lívsins aldudali í lívi okkara. Tað er líknilsi um burturfarna sonin.

Í líknilsinum lesa vit um ein son, sum hevur fingið forskot upp á arvin hjá sær frá pápa sínum. Sonurin fór so burtur í eitt fremmant land, og har livdi hann eitt lív í sús og dús á lívsins aldukambi, uttan at hann skonkti pápanum, og gávuni, sum pápin hevði givið honum, ein tanka. Men skjótt so hevði sonurin oyðsla allan arvin hjá sær burtur, og tað kom hungursneyð í tí landinum, har hann nú búði.

Tá fór sonurin til ein bónda, og hann var settur til at ansa eftir svínunum. Sonurin var so svangur, at hann royndi at fáa sær av matinum hjá svínunum, men eingin gav honum nakað. Tá var sonurin komin í lívsins aldudal, og hann kom í tankar um, hvussu gott hann hevði havt tað heima hjá pápa sínum. Sonurin fer so heimaftur til pápa sín, og hann væntar, at pápin fer at vera óður, tá hann sær hann aftur, og at hann møguliga fer at lata hann vera verandi sum ein tænari. Men tá pápin sær, at sonurin er komin heimaftur gerst hann hjartans fegin, og biðir tænararnar um at lata sonin í tey bestu klæðini og fletta gøðingarkálvin, tí at sonurin, sum hann hevði mist burtur, var afturkomin.

...

Tað eru tíðarskeið í lívi okkara, har vit,  á sama hátt sum burturfarni sonurin, missa Guð, Jesus og frelsuna burtur úr sýni okkara. Men gleðiboðskapurin til okkara er, at tá vit aftur opna eygu okkara og síggja frelsuna, so stendur Guð á sama hátt sum faðirin í líknilsinum við opnum ørmum, og er klárur at taka okkum burturvilstu menniskju í sín algóða favn.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeiningur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!