Skriva út

18. sunnudag eftir tríeindardag (trinitatis)



Tekstur: Jóhannes evangeliið 15, 1 – 15
So leingi sum tað hava verið menniskju her á jørð, so hava tey fortalt søgur. Og bæði børn og vaksin hava eisini til allar tíðir dámt at lurta eftir søgum. Hetta er eisini galdandi í okkara i-pad tíðum. Børn elska framhaldandi at lurta eftir søgum, at sita trygt og lurta: Eina ferð var tað... og so er nakað gott og í væntu. Jú, tað er naka heilt serligt, gott og trygt at lurta eftir søgum. Og tað er týdningarmikið at fortelja góðar søgur, - søgur sum vísa á, at lívið er størri enn vit í fyrstu syftu góvu okkum far um. Søgur sum fortelja okkum, at vit hanga ikki bara í leysari luft, men vit hoyra til í einum størri samanhangi og tað upp á fleiri mátar.
 
Í dag hoyra vit um víntræið – lívstræið. Tað hevur altíð verið nakað hugtakandi við trøum. Og tí eru eisini nógvar søgur nettupp um trø. Upp ein ella annan máta líkjast træið og menniskjalagnan. Træið livir bara ofta nógv longri enn eitt menniskja. Og hvørt træ, sjálvt tað størsta byrjaði við einum lítlum fræi, líkasum tað máttmiklasta og klókasta menniskja eisini gjørdi tað. Træið tað sprettir, livir og følnar, ella bløðini detta av, men træið sjálvt verður standandi. Hetta uppliva vit nú í hesi tíðini, heystjavndøgur vóru hósdagin í vikuni, sum fór og Mikkjalsmessa er komandi hósdag 29. september. Bæði trø og allur vøkstur leggur seg til hvíldar, og vit uppliva bókstaviliga, at summarið er farið afturum bak - heystið og veturin eru fyri framman.

Í Føroyum vaksa ikki so nógv trø, sum tað ger aðra staðni í heitari londum, men harfyri vita vit væl, hvussu eitt træ sær út, tí tað vaksa eisini trø her heima hjá okkum. Men tað er eitt heilt serligt træ, sum vit føroyingar kenna serliga væl og betri enn fólk aðrastaðni, - tað er ættartræið. Í Føroyum eru vit ógvuliga áhugað í slekt. Og fleiri eru tey, sum brúka nógva tíð at granska í ættini. Ættartræið er líkasum ímyndin av teimum, sum vit hoyra saman við. Har nøvnini hjá okkum eru skrivað á bløðini. Hetta vakra træið kunnu vit saktans síggja vit fyri okkum, sum so eisini vísir okkum, at eingin av okkum er komin úr leysari luft, øll eru vit partar av einum størri samanhangi.
Í dag fara vit at doypa eina lítla gentu, tí passar tað væl at hoyra um víntræið, og vit fáa hervið høvi at livandigera hesa myndina av lívstrænum, tá ið Jesus sigur: Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Í dag verður henda lítla gentan gróðursett á tí trænum, sum Jesus er. Og heim við sær fær hon eitt lyfti frá Jesusi um, at hann vil vera við henni allar lívsdagar hennara. Nei, hon fær ikki eina setningdbók ella lummabók heim við sær at skriva viðmerkingar í, hvussu menningin á trúarøkinum gongur. Nei, í staðin fyri at heimurin verður latin aftur í eini setningsbók ella lummabók, so verður heimurin latin upp á víðan vegg, tí hon verður skrivað inn í lívsbókina hjá Gudi. Hon fær serstøðu eina tignarstøðu hjá Gudi, hann nevnir hana við navni, og hann fer altíð at minnast navn hennara. Samstundis so verður hon gróðursett í Kristi at vera saman har við øllum kristnum doyptum til allar tíðir.

Hetta er ein vøkur mynd, sum kanska eisini er eitt kritisk svar til tað rákið, sum er nú í tíðini, at vit sjálvi alla tíðina skulu stríðast fyri at gerast betri og koma fram í lívinum. Nei, her handlar tað ikki um, hvat eg klári og kann útinna, og heldur ikki at eg alla tíðina skal hugsa um, hvussu eg nú sjálv kann menna meg og koma fram. Nei, her er alt í góðum hondum. Eg eri við í stóra felagsskapinum, sum eru skrivað í lívsbókina hjá Gudi. Gud skapaði í øllum vísdómi sínum okkum menniskju nettupp til at liva saman í felagskapi. Og vit kunnu brúka eina aðra kenda mynd: Vit eru øll limir á Kristi likami, øll við hvør sínum uppgávum. Og øll uttan undantak hava vit nakað at geva. Vit kunnu so bara gleðast yvir, at so er tað í øllum førum eitt stað eftir her í tilveruni, har vit ikki skulu verða evaluerað og eftirmett.
Tá ið vit foreldur fáa eitt barn, so vita vit, at tað er nógv neiligt og ónt í hesum heimi, sum vit liva í. Men nettupp tí vit eru so góð við lítla barnið, sum vit hava fingið, so vilja vit gera alt fyri tað, og vit vilja geva barninum alt tað besta, sum vit yvirhøvur kunnu. Men sjálvt um vit eru so fylt av kærleika til barn okkara, so vita vit eisini, at vit eru bara vanlig og avmarkað menniskju. Og hvussu stórur kærleiki okkara so enn kann vera, so røkkur hann alíkavæl ikki til, og tí geva vit barn okkara í Guds varveitslu, so Hann kann fevna barnið við sínum kærleika. So tá ið okkara hendur mugu sleppa, tá halda hansara hendur. Altso tað er av berum kærleika, at foreldur bera barn sítt til dópin.

Jú, tað er soleiðis, at tá ið vit verða doypt í kirkjuni, so verða vit samstundis limir í Fólkakirkjuni. Men eg trúgvi, at tað eru ógvuliga fá foreldur fyri ikki at siga eingin, tá ið tey standa við tí lítla barninum, hugsa um, at tað seinni verður besverligt hjá barninum at melda seg úr aftur fólkakirkjuni ella møguliga orsakað av, at tað einki vil hava við kristnu trúnna at gera. Tað eru ikki hesir tankarnir, sum liggja fremst í huga teirra. Í okkara modernaðu og tøknifrøiligu tíðum er tað blivið lættari at melda seg úr fólkakirkjuni, og tað kunnu vera fleiri orsøkir til at fólk melda seg út, - eisini at vit einki vilja hava við kristnu trúnna at gera. Tað kann klárast við einum klikki á internetinum. O jú, ivaleyst er tað vorðið lættari at melda seg út úr kirkjuni og kanska avnokta dópin og kristnu trúnna bara við einum klikki á netinum, men tað ber ikki til at melda seg inn í kirkjuna yvir internetið, og sjálvur festa seg á tað víntræið, sum Jesus er. Tað ber bara til við dópinum. Og so skulu vit eisini fáa tað við, at tey sum eina ferð hava meldað seg út og møguliga angra tað, ja tey kunnu altíð koma inn aftur í kirkjuna, uttan tó at verða doypt, tí tað verða vit bara eina ferð, vit verða bara eina ferð gróðursett á lívstræið. Tað er nakað sum Gud tekur sær av. Tað er ikki okkara øki, tað lata vit trygt yvir til hansara. At doypa er ikki nakað, sum vit sjálvi hava funnið upp á, tað er Jesus, sum hevur boðið okkum at gera tað. Og sjálvandi ber tað til at vera bæði kristin og trúgvandi uttan at vera limur í Fólkakirkjuni. Men um onkur vil sleppa burtur av hesum lívstrænum, sum Jesus er, so hevur kirkjan ongar heimildir at taka avgerðir í so máta, tá er tað ivaleyst neyðugt at tosa og gera eina avtalu við Vár Harra sjálvan, uttan at nøkur onnur fólk skulu blanda seg upp í tað. Í lívi okkara er nógvur skilnaður av ymiskum slag, tað sleppa vit ikki undan. Men faktiskt er tað soleiðis, at skilnaðin frá Jesusi kunnu vit altíð sleppa undan. Tí skal eitt skilnaðar nei ljóða til hansara og kærleika hansara, so ljóðar hetta nei altíð frá okkum menniskjum, frá honum kemur tað aldrin. Jesus sigur ongantíð nei við okkum, - tað er akkurát stóri gleðiboðskapurin til okkara. Soleiðis er kærleikin frá Gudi, hann noyðir ongan, heldur ikki at vera bundin, sum greinar eru tað til træið. Vit eru fræls og kunnu velja frítt. Vit eru ikki sum trælir, ið ikki sleppa at fara har, sum tey sjálvi vilja. Kærlekin hongur ikki á trøum, men kærleikin er eitt træ, Jesus Kristus

Træið er ein so hugtakandi og spennandi mynd, júst tí tað ber ein ymiskleika í sær. Hyggja vit at trænum, so eru greinarnar á tí allar ymiskar. Undrandi kunnu vit fylgja greinunum, sum spretta út frá trænum, fyri síðani og rætta seg upp eftir móti ljósinum móti himmalnum. Nakrar greinar er størri og sterkari enn aðarar. Eingin grein er líka, men brúk er fyri øllum. Soleiðis er tað eisini í menniskjalívinum, øll eru vit ymisk, - hvør einasti av okkum er nakað heilt serligt, eingin heilt sama slag, og brúk er fyri øllum. Jesus gjørdi ikki mun á menniskjum, tvørturímóti gleddi hann seg yvir ymiskleikarnar í skaparaverkinum, - gleddi seg yvir hvussu ymisk vit menniskju eru – eingin er líka.
Ivaleyst var longu frá byrjan av í kristindóminum ein ávís ósemja, øll hesi fólkini hvør við sínum ymiskleikum. Lærusveinarnir vóru eisini ymiskir og spjaddust í allar ættir. Nógv kirkjulið spurdust burturúr við hvør sínum eginleika. Sjálvandi eiga vit at respektera ymiskleikarnar og liva saman við virðing. Nei, tað er ikki meiningin at vit skulu vera samd um alt og við øllum prædikum. Tað góða við kristindóminum er, at vit hava loyvi bæði at tulka orðið og eisini vera ósamd. Tað ræður um, at vit arbeiða hvør í sínum lagi fram í móti sama máli, samstundis sum vit eru ymisk og ósamd. Og annars yvirláta til Guds at døma, hvat nú er rætt og ikki. So í staðin fyri kjakast og klandrast um, hvør hevur rætt og ikki, so eiga vit saman við Jesusi at gleðast yvir ymiskleikan og liva og trívast á lívstrænum, meðan vit alla tíðina geva lívið víðari til gleði, gagn og uppbygging fyri onnur. Nú vit tosa um ymiskleikar, so liggur tað djúpt í okkum menniskju, at vit vilja kappast. Vit vilja so fegin vera størst og best. Og spurningurin er tí, eru vit yvirhøvur áhugað í at vera á hesum sama trænum? Vit vilja kappast og verða til tað størsta og flottasta træið. Men nei, vit eru ikki kappingarneytar Boðskapurin til okkara í dag er júst, at vit eru ikki trø, vit eru greinar. Vit eru greinar sum sita á sama træi, tað er tað sum Jesus fortelir okkum. Hugsa vit nærri um tað, so er tað ein lætti, at tað er soleiðis. Gott at vit ikki skulu vera eitt træ, sum alla tíðina skal kappast við øll hini. Vit verða heilt stressað av tí. Tað er gott at hvíla í at vera ein grein, sum verður borin uppi av einum træi, sum er størri enn vit sjálvi.

Gud er kærleiki! - lósu vit frá altarinum beint í áðni. 1. Jóhs. 4,16. Mær dámar so ótrúliga væl henda setningin, ein einfaldur og greiður boðskapur, sum klárar at standa einsamallur. Hetta er tað, sum vit hava brúk fyri at vita, tí her hava vit allan gleðiboðskapin í bara trimum orðum: Gud er kærleiki. Hetta er tað, sum vit halda okkum fast í, tá ið lívið gongur okkum í móti, og hetta kunnu vit hvíla í, tá synd og mótgangur treingja á. Hesin lítli setningurin gevur okkum ein frið og eina framtíðarvón. Gud er kærleiki Í dag hoyra vit um víngarðsmannin, sum er Gud, sum tolin arbeiðir, røktar og reinsar greinarnar á víntrænum. Hann uppgevur okkum ikki, hvussu nógv býtt vit gera. Tvørtur ímóti skapar hann alla tíðina nýggjar møguleikar til okkara, so at vit kunnu trívast og mennast og bera góða frukt. Gud er tann kærleikin, sum tolir alt, vónar alt, ber alt. Tann kærleikin, sum yvirvinnur alt. Amen