Skriva út

12. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)



Tekstur: Markus 7,31-37. Fyrra tekstarað:

Kirkjunnar lendi er orð Guðs

Tignarlig stendur kirkjan í lendinum og lýtir út yvir økið, har hennara sóknarbørn balast og búgva. Fest í ævinleikans kervi og grundað á klettin Kristus. Í eina øld hevur hon, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar, savnað sóknarbørnini til halgan fund. Eitt fjálgt býli í gleði og sorg. Eitt trygt skjól, tá ið tilveran risti grundvøll hins einstaka, bygdina og oynna.
 
Kirkjan er ein halgidómur, eitt hús, har Guðs navn býr. Í kirkjuni eigur sómi og tign at valda, svá kirkjulógin orðar málsetningin. Aðalmál kirkjunnar er at vera opin, bæði sum bygningur og halgidómur.

Sum bygningur skal kirkjan geva hinum einstaka møguleikan at koma á gátt, soleiðis at menniskju við øllum tí, ið vit stríðast við til likams, sál og anda, kenna okkum vælkomin, kenna okkum heima. Tað er eitt av fremstu málum kirkjunnar, at hon er til fyri fólkið, sóknarbørnini og tey fremmandu, ið ganga gøtuna til kirkjuna.
 
Sum halgidómur hevur kirkjan eina tvíliðaða uppgávu. Halgidómurin skal verða opin fyri Guðs talu og orðum Jesu. Halgidómurin má hava hoyrandi oyru, so Heilaga Andans tala fær opinbera Guðs vilja og vísu ráð hansara. Halgidómurin skal lata seg nema av Jesu lekjandi hond og undurverkum hansara, so vit gerast tey, ið vit eru ætlað at vera, Guðs børn skapað til góðar gerningar.

Sum halgidómur skal kirkjan verða miðil fyri avrikum Guðs í orðum og verki. Kirkjan er eitt amboð í Guðs hondum, og tað er hennara fremsta uppgáva. Kirkjan er tann pallurin, ið Guð nýtir til at opinbera sín heilaga vilja og sín frelsandi gerning. Sum so er Guð ikki bundin at kirkjuni, tí hann er ikki staðbundin, men kirkjan er sum halgidómur bundin at Guði.
 
Uttan Guð, Guðs orð og sakramentini er kirkjan einans eitt hús millum onnur hús, hóast nakað øðrvísi í sínum sermerkta sniði. Tað eru orð Guðs og orðið um Jesus, ið gera kirkjuna til ein halgidóm.
 
Sum halgidómur skal kirkjan miðla gleðiboðskapin um Guðs ríki. Kirkjan, sum í hesum føri merkir kirkjuliðið og savnaður Harrans, hevur fingið litið í hendi at kunngera evangeliið um Guðs fríu og fullkomnu frelsu í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Kirkjuliðið skal lata Jesus nema oyruni svá, at vit, ið eru tunghoyrd og møguliga dul, fáa oyruni latin upp, so vit hoyra Guðs rødd og talu hansara.
 
Opin oyru, síggjandi eygu og eitt virki hjarta. Tað eru hent amboð, tá ið talan er um eina kirkju og kirkjuligt arbeiði.
 
Vit mega lata Jesus nema oyru okkara, so vit hoyra rødd hansara, talu hansara og kenna hansara vilja. Vit mega lurta í kvirruni, lurta í larminum, lurta í tøgnini. Vit mega hoyra rødd Guðs og verða nomin av honum, til tess at kunna bera gleðiboðskapin um Guðs ríki til samtíðarfólkið. Vit mega hoyra rødd Guðs, fyri at vera búgvin til eina uppgávu ella tænastu í kirkjuni og Guðs ríki.

Vit mega lata Jesus nema eygu okkara, so vit veruliga síggja, at Guðs dýrd er opinberað í manninum úr Nazaret. Tá ið vit síggja Jesus, hvør hann av sonnum er, so hongur altíð nakað jarðligt uppí tí guddómliga.

Jesus er ikki einans Jesus, ið situr við faðirsins høgru hond, haðani hann skal koma at døma livandi og deyð. Jú, tað er hann eisini, men hann er mikið meira! Jesus er sonur Guðs, ið kom til jarðar gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy. Jesus er bæði Guð og maður, og bæði sum Guð og maður er Jesus vinur menniskjans og frelsari heimsins.
 
Vit mega lata Jesus nema eygu okkara, so vit – eins og Jesus sá sítt samtíðarfólk – síggja menniskjuni í dagsins samfelag. At vit við síggjandi eygum varnast, at øll menniskju er skapað í Guðs mynd og elskað av Guði við einum ævigum kærleika.

Tað er eingin, ið er so væl fyri, at hann einsamallur megnar lívið uttan Guð. Tað er eingin, ið er komin so illa fyri, at hann ikki kann leita sær hjálp hjá Jesusi. Vit mega prædika Guðs fríu frelsu fyri øll av náði Guðs í Jesusi Kristi.

Skulu vit sum kirkja og kirkjulið megna ta uppgávuna, ið verður litin okkum í hendi, so mega vit lata Jesus nema hjørtu okkara. Tað er hjartað, ið er alt avgerandi. Vit kristnu mega hava heit hjørtu. Vit mega lata Jesus nema hjørtu okkara, so vit verða umskapað og før fyri at síggja menniskjuna aftanfyri andlitið, síggja Guðs skaparverk í hvørjum andliti og menniskja.

Hin kristna kirkjan er kallað at gera gøtu fólksins búna, so Jesus kann koma spákandi framvið hinum einstaka og taka búgv í hjørtum várum.
 
Hin kristna kirkjan má vera við í tí góða verkinum at lata upp, – lata dyrnar upp og opna gluggan, so tað heilaga kann koma út í tað jarðliga, og tað tímiliga og deyðiliga kann koma inn í halgidómin og nema tað æviga. Opnar dyr og ein opin gluggi eru hóskandi, nú Jesus í sáttargerð síni við deyða á krossi og uppreisn av deyða og grøv páskamorgun opnaði okkum portrið inn í Paradís.

Vegna Jesus er portrið inn í Paradís latið uppaftur. Vit eru boðin inn í Guðs ríki, og leidd av Jesusi koma øll innum, ið lata seg leiða.
 
Portrið, ið var stongt vegna synd og ólýdni menniskjans, stendur nú opið, tí ein menniskjusonur átók sær synd heimsins og gjørdi menniskju sátt við Guð.

Gerandisliga kunnu vit siga, at har opinleikin valdar er lættari at liva. Vit liva eitt væl betri lív, um vit eru opin og bjóða øðrum okkara samveru. At opna dyrnar og geva øðrum menniskjum ein møguleika er leiðin fram til eitt gott lív. At steingja dyrnar fyri øðrum skapar sjáldan trivnað innanveggja.

Andaliga kunnu vit siga, at har opinleikin valdar er altíð ein møguleiki, eisini hjá tunghoyrdum og dulum. Jesus hugdi til himmals og segði við hin deyva: Opna teg!

“Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raði.”

Jú, vit siga saman við teimum fyrstu kristnu: Alt hevur Guð gjørt væl í Jesusi Kristi! Amen.