Skriva út

1. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)



Tekstir: Kollekt, epistul: 1. Tim 6, 6-16, evangeliið: Luk 12, 13-21. Seinna tekstarøð. 
Sálmar: 327, 69, 43 / 345, 5.

Í Christianskirkjuni -  Norðoyastevnudag.
av Magnus Brahé Jørgensen.



Prædika:
Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Amen!

Evangeliið til 1. sunnudag eftir Trinitatis skrivar Lukas evangelistur í 12. kapitli, ørindini 13-21, og tey ljóða so í Jesu navni:

Men nakar úr mannfjøldini segði við hann: "Meistari, sig við bróður mín at skifta arvin við meg!" Men hann segði við hann: "Maður, hvør hevur sett meg til dómara ella skiftingarmann tykkara millum?" Og hann segði við tey: "Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur." Men hann segði teimum eitt líknilsi: "Eina ferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. Og hann hugsaði við sær sjálvum og helt fyri: "Hvat skal eg gera? Tí at eg havi ikki húsarúmd, so at eg fái beint fyri grøði míni." Og hann segði: "Hetta vil eg gera; eg vil bróta niður løður mínar og byggja aðrar størri, og har skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt. Og eg vil siga við sál mína: "Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niðurfyri til mong ár; hvíl teg nú, et, drekk og ver glað!" Men Guð segði við hann: "Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?" Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði."
Amen!

Prædika:
Bøn
Góði Gud og himmalski Faðir.
Vit takka tær fyri lívið.
Lat okkum síggja tað sum tín kærleika og umsorgan fyri okkum.
So vit ikki bert líta at verðsligum ágóðum, og gera tað til okkara gud,
Men altíð brúka teir møguleikar, sum tú gevur okkum til gagns og gleði fyri okkum sjálvi og okkara næsta.
Amen!

Prædika:
Tað er einki, sum kann øsa fólk meir enn ósemja millum arvingar. Vit kenna øll dømi um at ein ella fleiri av pørtunum halda seg vera fyri missmuni, tí tey ikki fingu tað, sum tey hildu seg hava uppiborið.
Tíðum førir stríð um arv seg til eitt lívlangt stríð, har tosað verður ikki saman longur.
Eins og tað at arva eitt annað menniskja, er nakað ein hevur uppiborið, ella vóna. Líka so lítið sum nakar í livandi lívi kann lova einum menniskja kærleika. Og hóast tað, so kemur millimeturrættvísið upp í okkum, tá talan er um arv. Tí arvurin er seinasti møguleikin at vissa okkum kærleikan hjá tí deyða. Og tað gera vit so við okkara girnd og øvund um tað, sum hini fingu og fáa.

Tað kann vera neyðugt við einum uttanveltaðum persóni, at greiða málið.
Á Jesu døgum var farið til rabbinaran við slíkum málum, um brúk var fyri einum semingsmanni til at loysa trætumálið. Tað er tí einki løgi í, at ein maður kemur til Jesus, og vil hava hann at avgera eina trætu um arv við bróður sín.
Men Jesus letur seg ikki draga niður av einum arva-trætumálið. Men Jesus nýtir møguleikan at ávara móti girnd og tað, sum fólk lata seg stýra av. Og Jesus fortelur okkum líknilsið um hin ríka bóndan – sum er ein søga um, at lív menniskjans í botn og grund ikki er treyta av matriellari vælferð. Ríkidømið er ikki tað sama sum lívskvalitetur. Ríkidømið er ikki tað sama sum innihaldið í tilveruni. Ríkidømið merkir á ongan hátt eitt ríkt lív.

Hin ríki bóndin heystar so væl, at pláss er ikki fyri tí í løðum hans. Tað er einki gali í tí, og vit hoyra einki um hann er ein dugnaligur bóndi. Men hann leggur eina ætlan fyri hvussu hann loysir sín luksustrupuleika – hann tekur løður sínar niður og byggir aðrar størri, har hann fær savna alla grøði og alt góðs sítt.
Hetta ljóðar skilagott. Og skulu vit tala um moral, so er tað moralskt rætt at bjarga allari grøðini og savna alt saman, enn at lata nakað fara fyri einki.

Hóast tað, so gongur gali hjá tí ríka bóndanum. Hann er ein ríkur maður við nógvum tilfeingi og møguleikum við ognum sínum. Men tað merkir hin vegin, at hann hevur stóra ábyrgd. Tað er ikki bara galdandi fyri hann, men eisini tey, hann hevur í arbeiði, sum eru bundin av gerðum og avgerðum hansara.

Hesa ábyrgd livir hann ikki upp til. Hann velur heldur at leggja seg afturá. Hann lítir ístaðin á stóru grøðina – og heldur harafturat, at hann kann líta inn í framtíðina. Bóndin avgerð, at nú ” vil hann hvíla, eta og drekka og vera glaður!” Hann tímir ikki longur fáast við heimin og trupuleikarnar har. Hann vil hava frið.

Bóndin hugsar ikki um, at tann friðurin hann keypir hevur ein høgan prís. Tí hann letur tað verðsliga vera alt. Lívið er tað, peningur kann keypa. Lív hansara gerst tómt og uttan innihald. Og tí gongur tað sum tað ger. Hann raðfestir skeivt, hann velur hin skeiva vegin. Og tá lívið verður kravt av honum, er einki eftir. Fyltu goymslurnar og verðligu ágóðarnir vísa, at hann er ein ríkur maður. Men tá tað kemur til lívsvirðið og innihald í tilveruni, so er hann ikki so ríkur.

Soleiðis gongur, tá vit menniskju fylla okkara lív við tí skeiva og halda, at vit sjálvi kunnu skapa okkara tilveru og geva henni innihald. Soleiðis gongur, tá vit tráa eftir og gera jarðiskt ríkidømið til okkara trúgv – tað sum vit byggja okkara lív á. Paulus ápostul er rættiliga beinleiðis, tá hann í epistultekstinum í dag sigur, at ”peningegirndin er rótin til alt tað, sum ilt er.” Og tað er helst rætt. Um vit lata innihaldið í lívinum vera góðs og gull – eins og hin ríkið bóndin – tá er hvørki pláss fyri Gudi ella øðrum menniskjum. Tí ríkidømið tekur alla rúmdina – alt. Og sjálvt um peningur kann keypa mangt og hvat, so kann tað ikki geva lívinum hvørki mál ella mið.

Hin ónøgdi arvingin og hin ríkið bóndin hava tað felags, at teir leggja ætlanir fyri framtíðina – ætlanir, sum eru knýttar at ríkidømi, teir rokna við at arva, ella sum liggur í løðuni. Og allar hugsanir snýgva seg um henda arvin. Og ein og hvør annar sær, at teir bera seg býttisliga at. Tí sjálvandi kann eingin gera ætlanir á hesum grundarlag.

Ein og hvør, sær hvussu fávitskut ríki bóndin ber seg at. Men knappliga síggja vit okkum sjálvi í hesum líknilsi. Kanska hava vit ikki bókstavliga bygt løðurnar størri. Og mong okkara kenna okkum rakt av líknilsinum, har álit verður sett á tryggleikan, sum peningur kann geva. Tí vit hava alt ov ofta materiella vælferð og statussymbol sum mát fyri, um okkara lív eydnast ella ikki. Vit bæði døma okkum sjálvi og okkara medmenniskju eftir, hvat vit og tey eiga.

Men júst við hesi lívsfatan, so kann tað lætt gangast okkum ein og ríka bóndanum. Vit vilja so nógv, men røkka ikki so langt. Lata vit girndina eftir pengum og vælferð stýra okkara lívi, so kann so væl verða, at vit byggja okkara lív á at savna í løður, og at savna til bankabókina. Men vit eru altíð í vanda fyri at missa lívið burtur, og eisini í vanda fyri at tað gerst tómt og uttan innihald. Og áðrenn vit hava vent okkum, so er tað syndra burtur millum fingrarnar á okkum.

Hetta líknilsi okkara í dag ávarðar okkum ímóti, at lata pengar og materiel virðir fylla okkara lív, so tey fáa valdið á okkara tilveru. Tí innast inni kann eingin siga, at tey hava uppiborið ein arv, og innast inni kann einki menniskja meta sína eydnu eftir ognum sínum. Okkara materiella vælferð – sum vit sjálvi halda, vit hava orsaka av dugnaskapi og ídni – tað er ikki nakað, vit kunnu krevja.
Vanligt er at siga, at vit ikki ”at vit ikki kunnu taka nakað við okkum hiðani”. Ella sum Paulus sigur: ”Tómhent komu vit í heimin og tómhent fara vit úr honum aftur.” materiella vælferðin er til láns, við teimum møguleikum har eru. Har er eingin møguleiki at savna saman til æviga tíð, men ognir mugu brúkast og gevast burtur. Líknilsi um ríka bóndan fortelur okkum, at vit einki hava uppiborið hjá Gudi. Tí alt í lívinum – ja, lívið sjálvt verður givið okkum sum ein kærleiksgáva – uttan at vit hava uppiborið tað. Ein lovprísan av tí einfalda lívinum. Kanska skal evangeliið hoyrast soleiðis. Hugtakið ”simple living” ljóðar væl í oyrunum á teimum, sum stressa avstað og hava alt ov nógv um oyruni til dagligt

Vit fingu ikki lívsins gávu, fyri at goyma hana til betri tíðir. Vit fingu ikki lívið, fyri at seta tað frá okkum í líkasælu við tí ynski at vera í frið fyri okkum sjálvi.
Teir møguleikar, vit fáa í lívinum, er ikki ogn okkara, men verða givnir okkum at umsita. Teir verða givnir okkum, fyri at vit skulu umsita teir rætt – og í takksemi til Guds, sum gevur okkum møguleikarnar. Vit kunnu ikki steðga tíðini og vit sleppa ikki undan at stúra, sum hin ríkið maðurin royndi. Tí tað er ein partur av lívinum, at vit eru í rørslu og alla tíðina mugu taka støðu til avbjóðingar, sum tilveran setur okkum.
Lívið bíðjar okkum ikki, um vit royna at steðga tíðini, ella ”lívið verður ikki endursent”, sum sagt verður. Paulus vildi helst sum í epistlinum sagt: ”Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til”. Meiningin er hin sama, sjálvt um Paulus er djúpari. Hitt æviga lívið – tað er hitt sanna lívið, sum Jesus kom til jarðar fyri at geva okkum lut í. Tað lívið er ikki grunda á kærleikan til pengar. Tað lívið er grundað á tann kærleikan, sum Gud hevur elska okkum við – eium kærleika, sum var so stórur, at hann fyri okkara skuld sendi egna son sín til jarðar.

Tann kærleikin, sum er vístur okkum, skal so sermerkja lív okkara. Tann kærleikin hvørs lyndi er, at hann skal gevast víðari. Tað merkir ein broyting. Tað merkir, at vit í okkara lívi, at vit ikki longur kunnu byggja á okkum sjálvi – á okkara kærleika til verðsligar ágóðar. Tí nú mugu vit byggja á tann kærleika, sum Gud vísir okkum gjøgnum son sín.
Og svar okkara uppá tann kærleikan skal vera okkara kærleiki til Gud og næstan.

Tað býttisliga við tí ríka bóndanum var, at hann ikki roknaði við nøkrum øðrum Gudi enn teir pengar, hann nú einaferð hevði savnað saman. Tí tað útilokaði alt annað. Líknilsi var Jesu svar til ein mann, sum hugsaði almikið um, hvussu nógv hann kundi arva. Og líknilsi er Jesu svar til okkara, tá vit spyrja um, hvat er týdningarmikið í lívinum – hvat vit skulu taka frammum. Líknilsi ávarar okkum um nakrantíð at lata pengar ella nakað annað hava eina støðu í lívi okkara, at vit útiloka Gud og okkara medmenniskju. Tí vit taka ímóti øllum her í lívinum, ja, lívinum sjálvum, sum eina kærleiksgávu frá Gud Faðirs hond. Sum hansara kærleiki og umsorgan. Við tí ætlan, at vit skulu brúka tað lívið í sama kærleikans anda, sum tað varð givið okkum.
Amen!