Skriva út

1. sunnudagur eftir páskadag (páskir)

Tekstir: Áps 2,22-28; Jóh 20,19-31. Fyrra tekstarøð.
Útvarpsgudstænasta í Christianskirkjuni 27. apríl 2025 - Øssur Kjølbro

Prædika
Onkur hevur eitt sindur í skemti sagt, at poengið við frásøgnini um Tummas er, at tað er vandamikið at leypa ein sunnudag um! Tí Tummas var, av onkrari grund, ikki til staðar, tá ið Jesus páskakvøld brádliga stóð mitt millum lærusveinarnar. So tað er vandamikið ikki at fara í kirkju ein sunnudag! Tú veit ikki, hvat tú missir!

Men kanska er tað ikki bara skemt. Tí Tummas finnur tað, hann sóknast eftir, júst tá ið hann aftur søkir samveruna við tey, sum søgdu Jesus liva.

Sjálvur havi eg altíð verið hugtikin av hesi frásøgn, og hon hevur stóran týdning fyri mína trúgv! Tí Tummas umboðar so væl okkum skeptikarar – eisini nú á døgum. Hann setur í grundini sama spurning sum vit. Og evangeliið er, at Jesus møtir honum, har hann er! Tað koma vit aftur til.

...

Men legg fyrst merki til, at Jesus heilar tríggjar ferðir sigur "Friður veri við tykkum!" Tað er fyrsta heilsan hansara til lærusveinarnar eftir uppreisnina. Og eisini fyrsta heilsanin til Tummas sunnudagin eftir páskir, sum svarar til dagin í dag.

Nú var tað, og er framvegis, ein púra vanlig jødisk heilsan. Men hon fær ein serligan týdning eftir uppreisnina! Jesus tosar nevniliga fyrst og fremst um Guds frið – um frið við Gud! Tí júst friðin í viðurskiftunum við Gud hevur Jesus vunnið okkum syndarum á páskum! Tann friðin, sum er grundaður á ta bjargingina, sum Jesus fullgjørdi á krossinum! At hann – eftir Guds alvísa og æviga ráði - stillaði seg fyri okkum, so Guds heilaga og rættvísa vreiði um synd okkara rakti hann í okkara stað. So at vit nú – í trúgv og áliti á Jesus – kunnu møta Gudi aftur við friði, og ikki sum fíggindar!

Tí er tað ikki tilvild, at Jesus beint eftir hesa sælu heilsan vísir teimum hendur og síðu sína. Hann vísir teimum grundina til frið teirra við Gud!

...

Men av somu grund skilji eg ógvuliga væl Tummas, sum í fyrstu atløgu ikki fekk alt hetta við! Hann biðir einans um at síggja tað sama sum hinir lærusveinarnir! Og tí kann tað gott vera, at vit gera Tummasi órætt, tá ið vit lýsa hann sum tann minst trúgvandi lærusveinin! Tí eingin av teimum trúði, at Jesus var risin upp, fyrrenn teir sóu sár hansara!

Og tað er heldur ikki vist, at vit skilja orð Jesusar til Tummas rætt, tá ið hann sigur: "Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!" Eg hugsi ikki, at vit skulu síggja ein vónbrotnan Jesus fyri okkum, sum við brigslandi eygum hyggur at Tummasi og sigur: - Okay meðni, um tú endiliga vilt hava prógv!

Jóhannes evangelistur brúkar tvørturímóti júst hesa søguna til at taka samanum øll teknini og undrini, sum Jesus gjørdi fyri eygunum á lærusveinunum: "Tað er ikki pláss fyri øllum undrunum í hesi bók", skrivar Jóhannes – "Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið trúgva, skulu hava lív í navni hansara."

Av tí at Tummas var so erligur, kunnu vit í 2025 lesa eisini hesa eygnavitnisfrágreiðingina - og trúgva, at Jesus úr Nasaret veruliga var og er tann, hann segði seg vera! Eisini fyri okkum!

...

Ivin hjá Tummasi er ógvuliga skilligur fyri okkum, sum ikki trúgva hvørjum sum helst, bara tí at tað ljóðar fantastiskt! Tummas hevði eisini satsað alt uppá henda Jesus úr Nasaret! Var farin frá øllum sínum og hevði fylgt hesum rabbi í 3 ár – men so upp á fáar tímar var alt farið í knús! Tað var eydnast fíggindum Jesusar at "lynsja" hann og eftir eitt botnkorrupt rættarmál at fáa hann avrættaðan! Skuldi Tummas nú veruliga einaferð afturat satsa alt upp á Jesus, bara tí at hinir søgdu, at teir høvdu sæð Jesus upprisnan?

Hevði eg verið í Tummas'sa sandalum, hevði eg helst verið líka so ivasamur. Men, hevði eg eisini havt dirvi til at siga tað hart, soleiðis sum Tummas gjørdi? Mitt í skaranum av teimum sannførdu trúgvandi? Og er tað ikki júst tað, kristna kirkjan, kristni felagsskapurin, er til? At vit finna saman við teimum, sum eins og vit trúgva á Jesus, men eisini av og á stríðast við iva? Og eru erlig um stríð okkara? Heldur enn at látast ivaleys? Sum ein einaferð segði: "Eg fari at ivast, tá ið eg hoyri um trúgvandi fólk, sum ongantíð ivast!"

...

Sjálvandi standa vit í eini øðrvísi støðu enn Tummas. Fyri okkum er spurningurin ikki, um vit tora at trúgva hinum lærusveinunum. Nú eru næstan 2.000 ár liðin. Okkara spurningar skyldast ikki, at vit sóu Jesus doyggja á krossinum og verða lagdur steindeyður í grøvina, soleiðis sum Tummas sá. Vit spyrja heldur, um tað veruliga kann passa, at henda gamla frásøgnin er sonn? Hendi tað veruliga fyri so mongum árum síðani?

Ja, kann tað veruliga passa, at Jesus er Guds egni sonur - og einasti vegur til Guds? Er tað ikki rein tilvild, at eg eri vaksin upp í einum landi, har kristna trúgvin er nógv tann mest vanliga? Hevði eg ikki verið líka so sannførdur hinduistur ella buddistur – ella líka so ivandi – um eg var føddur í India ella Tailandi? Ella líka so sannførdur ateistur, um eg var uppvaksin í Kina, Kekkia ella Fraklandi? Er Jesus veruliga tann livandi Gud – deyður og upprisin fyri mína skuld? Ella er hann einans ein av mongum stórum andligum persónum, sum hava lagt nakað gott eftir seg, men síðani hava lútað fyri deyðanum, eins og øll onnur?

Tí, reis hann veruliga upp, so er hann veruliga tann, hann segði seg vera! So er eingin annar frelsuvegur enn hann – eingin annar vegur til Guds! Og so eru míni og tíni viðurskifti við Jesus ein spurningur um lív ella deyða!

Eg hugsi, at tað er ein høvuðsgrund til, at mong ikki trúgva uppreisnarfrásagnunum – og heldur ikki tora í holt við at kanna tær nærri. Tað er í grundini ikki trúvirðið í frásagnunum, sum er trupulleikin – men heldur óttin fyri, at um tær eru sannar, so sleppi eg ikki uttanum Jesus.

...

Hóast Tummas átti at trúð hinum lærusveinunum. Og hóast hinir lærusveinarnir áttu at trúð kvinnunum. Tí Jesus hevði sjálvur sagt frammanundan, at hann fór at rísa upp aftur. Og tey, sum søgdu seg hava sæð hann, vóru álítandi fólk. So er tann gleðiligi boðskapurin í hesi frásøgnini tó ikki, at Jesus setur Tummas uppá pláss. Nei, evangeliið er tvørturímóti, at Jesus kemur og tekur ivan og vantrúnna hjá Tummasi burtur! Fullkomiliga! Hann kom til lærusveinarnar einaferð afturat og segði við Tummas: "Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi."

Jesus kveistrar ikki skeptikaran frá sær, men møtir honum tvørturímóti, júst har hann er! Jesus møtir skeptikaranum, sum umboðar okkum skeptikarar til eina og hvørja tíð.

...

Og tað lat seg gera, tí at Tummas gjørdi tað einasta rætta við sín iva: Hann helt saman við teimum, sum trúðu á Jesus. Hann fór ikki niðan í fjøllini at grunda fyri seg sjálvan, um hann nú dugdi at ímynda sær, at Jesus kundi rísa upp frá deyða. Nei, hann leitar hagar, sum svarið mest sannlíkt er at finna. Hann helt seg afturat teimum, sum tosa um Jesus, teimum, sum høvdu verið ígjøgnum tað sama sum hann saman við Jesusi og sum hann visti, vóru álítandi.

Tí eg hugsi, at Tummas vildi fegin trúgva, men fekk seg ikki til tað – ella megnaði tað ikki. Vildi hann als ikki trúgva, hevði hann óivað verið farin heimaftur og so spakuliga roynt at byggja eina nýggju tilveru uppaftur – eftir tað stóra vónbrotið við rabbi Jesus. Men vit síggja hann tvørturímóti halda saman við hinum lærusveinunum – og leingjast eftir at síggja og nema við Jesus! Tí hann hevði ongantíð møtt nøkrum sum Jesusi!

Tummas lærir okkum at fara til Jesus sjálvan við ivanum. Vera erligur fyri honum, siga, sum er, fyri Jesusi.

...

Tí kann Tummas ikki sammetast við tey, sum dyrka ivan. Sum hava tað fínt við at seta spurnartekin við alt – ikki tí at tey leita eftir svari, men tvørturímóti tí at ivin er eitt mál í sær sjálvum. Tí alt er so deiliga óbindandi, um vit ikki kunnu vita nakað við vissu um tilverunnar stóru spurningar. Tá brúkar ein í grundini ivan til at halda Jesusi í hóskandi fjarstøðu.

Tummas, hinvegin, vil hava svar! Hann er ikki nøgdur við nakað minni enn sannleikan! Tí biðir hann um at sleppa at hitta Jesus sjálvan, eins og hinir!

...

At vit og kristna kirkjan um allan heim framvegis í 2025 trýr á ein livandi frelsara – ein frelsara, sum eisini gongur við okkara lið hvønn dag, bæði lættar og tungar dagar, og sum eisini er mentur at vinna á okkara deyða á tí eina degi – so er tað tí, at ápostlarnir og hini mongu uppreisnarvitnini tala so greitt í NT! Evangeliini, brøvini og hinar skriftirnar – alt er skrivað í hesum fagnaðinum, at Jesus úr Nasaret veruliga reis upp frá deyðum! Trúgv okkara byggir tí ikki á hugflog ella andaligar tulkingar hjá nøkrum serliga religiøsum persónum, men á vitnifastar veruligar hendingar í tíð og staði.

Hetta vóru vanlig fólk, sum høvdu sæð Jesus bløða út á krossinum, men síðani sjálv møttu honum eftir uppreisnina! Tosaðu við hann, ótu saman við honum, numu við sár hansara. Og mong av teimum máttu fara í deyðan fyri hetta uppáhaldið, at Jesus hevur knúst deyðans vald. Gev gætur: Tey fóru ikki í deyðan fyri nakað, onkur annar hevði sannført tey um, men fyri nakað, tey sjálv høvdu sæð og nomið við!

Sum eitt nú Tummas. Kristna kirkjan er ein samkoma av skeptikarum, sum eru vorðnir sannførdir. Í grundini av Jesusi sjálvum. Vit trúgva ikki, tí at vit hava sæð; men vit trúgva, tí at hann og teir og tær sóu og bóru okkum sín vitnisburð! Vitnini í NT siga tað við okkum á skrift, sum tey søgdu við Tummas munnliga: "Vit hava sæð Harran!"

Tá ið vit tí verða plágað av iva. Um hann livir. Ella um hann leggur í meg. Tá ið lívið tykist meiningsleyst. Ella vit av onkrari grund eru um at missa fótafestið í lívinum. Tá kunnu vit eisini leita aftur til húsini, har Tummas og hinir lærusveinarnir eru saman við Jesusi. Og til kvinnurnar, sum Jesus sjálvur møtti. Og til hini mongu - meira enn 500 - eygnavitnini í NT.

tað, Jóhannes ápostul tók við í sína biografi um Jesus, "er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara."

...

At enda: Tummas kundi ikki annað enn svara Jesusi: "Harri mín og Guð mín!" Hugsa tær: Sterkastu trúarjáttan í NT til tann upprisna Jesus fáa vit ikki frá Pæturi, Jóhannesi ella Paulusi, men frá skeptikaranum Tummasi! Tað var óhugsandi, at ein jødi kundi siga so við eitt annað menniskja - "Harri mín og Guð mín!" - men tað ger henda løtan saman við Jesusi altso við Tummas!

Og Tummas steðgaði ongantíð aftur! Hildið verður, at hann seinni fór eystureftir til núverandi Iran og India við gleðiboðskapinum, og at hann varð dripin í Madras fyri vitnisburð sín. Ikki fyri tað, sum hann bara trúði á, men fyri tað, sum hann sjálvur hevði sæð og nomið við – og mátti bera víðari.