Skriva út

Føroyskt Kirkjumál



Allar útgávur hjá Føroyskum Kirkjumáli fáast til keyps í bókabúðunum kring landið og í Bókamiðsøluni á Hjalla 7 b, FO-100 Tórshavn, tlf. +298 31 37 56.

Skrivstovan hjá Føroyskum Kirkjumáli er skrivstovan hjá dómpróstinum Essalág 18, FO-100 Tórshavn, tlf. 31 24 36  un@kirkjan.fo

Skrivari er: Jórun Johannesen, tel. 23 73 24

Føroyskt Kirkjumál er stovnað við løgtingssamtykt í 1934, og skal geva út lesnað og annað, sum er gagnligt til kirkjuligt arbeiði.

Tað fyrsta, sum Føroyskt Kirkjumál gav út í 1934, var Altarbókin. Síðan hevur Føroyskt Kirkjumál givið út lestrabøkur, ritualbók, sálmabøkur, lagsøvn til sálmabókina og annan lesnað. Føroyskt Kirkjumál skal m.a. syrgja fyri, at sálmabøkur altíð eru tøkar í føroysku kirkjunum.

Føroyskt Kirkjumál fær árligan stuðul á løgtingsins fíggjarlóg.

Í nevndini í Føroyskum Kirkjumáli eru: Zakaris Svabo Hansen, lektari, Jenny Lydersen undirvísingarleiðari, sum eru vald av Mentamálráðnum, og Uni Næs dómpróstur, sum er fastur limur og formaður.

Bókamiðsølan
Vís meira