Skriva út

Stiftsstjórnin

Føroya Stiftsstjórn 2026
Á myndini frá vinstru eru: Asbjørn Mikkelsen, Durita Tausen og Jógvan Fríðriksson.

Í stiftsstjórnini eru: Biskupur, ið er fastur formaður, ein av landsstýrismanninum tilnevndur limur og ein persónur, sum kirkjuráðslimir velja.

Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin. Hon umsitur, lønir til prestarnar, starvfólkinum á stiftsumsitingini og pening til viðlíkahald av prestagørðunum og bispagarðinum. Stiftsstjórnin umsitur eisini landskirkjuskattin. Stiftsstjórnin hevur eisini eftirlit við próstadømisráðnum og kirkjuráðunum.