Skriva út

Próstaembætini

Dómpróstur er sóknarprestur við dómkirkjuna og er dómpróstur í biskupsdøminum. Harumframt er dómprósturin varafólk hjá bispi. Dómprósturin er fastur limur í próstadømisráðnum og limur í nevndini hjá føroyskum kirkjumáli. Dómprósturin er eisini umsitingarligt millumlið millum biskup og kirkjuráð.

3. hvørt ár hevur dómprósturin sýn av kirkjum. 

Próstur er sóknarprestur, ið er settur at røkja próstaembæti umframt. Próstur stuðlar biskupi í embætisvirksemi hansara, ið nema prestarnar. Berst dómprósti frá at røkja uppgávuna sum varamaður hjá biskupi, tekur próstur við uppgávuna.

Próstur hevur m.a. ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum, kirkjubókunum og millumkirkjuligum samstarvi.