Próstadømisráðið

Á myndini frá vinstru eru: Jórun Johannesen, skrivari, Katrina Lindenskov Holm, Maria Jørðdal Niclasen, dómpóstur, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Ulla Bærentsen, Edvard í Skorðini Joensen.
Próstadømisráðið verður valt 4. hvørt ár, árið eftir at kirkjuráðsval hevur verið.
Valrætt hava allir kirkjuráðslimir í landinum. Valbærir til próstadømisráðið eru allir limir í fólkakirkjuni, sum eru fyltir 18. ár.
Próstadømisráðið viðger fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum. Próstadømisráðið skal eisini geva ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum, um umvælingar- og umbyggingararbeiði, sum eftir galdandi reglum skulu leggjast fyri stiftsstjórnina til góðkenningar og um onnur mál av stórum týdningi fyri kirkjuligu kassarnar.
Í próstadømisráðnum 2026 til 2030 sita: Maria Jørðdal Niclasen, dómpróstur, fastur limur. Valdir limir eru Katrina Lindenskov Holm, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Ulla Bærentsen og Edvard í Skorðini Joensen. Dómprósturin saman við skrivara sínum fyrireikar fundirnar í ráðnum og syrgir fyri, at avgerðirnar verða fráboðaðar teimum, ið varða av.
