Skriva út

Prestagjøld

Prestagjaldið er tað umráðið, har presturin útinnir tænastu sína, og tí verða prestarnir settir sum sóknarprestar í einum ávísum prestagjaldi. Í hvørjum prestagjaldi eru fleiri kirkjusóknir, og presturin ella prestarnir hava skyldu at gera tænastu í øllum kirkjusóknunum í prestagjaldinum. Oyggjarnar eru býttar sundur í 16 prestagjøld við 61 kirkjum og kirkjuráðum. Prestagjøldini og kirkjubygdirnar í teimum eru:

Yvirlit yvir prestagjøld, kirkjubygdir og prestar, ið hava ábyrgd av kirkjubókunum.

- * merkir prestar, sum hava ábyrgd av kirkjubókum og sostatt, skulu hava føðibrøv og deyðsattestir.

- skrivað við grovum eru kirkjur og bønhús.