Skriva út

Wilhelm Petersen

Wilhelm Petersen
klokkari
Húsavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Wilhelm hitti eg umborð á trolaranum Eysturbúgvanum sum liggur við Vestaru Bryggju í Havn. Hann hevur verið avloysari sum maskinmeistari seinastu tríggjar túraranar og nú fer hann í land og aftur at rógva út, sum er dreymaarbeiðið hjá Wilhelmi. Wilhelm er føddur 11. desember 1979.

-Mín starvsleið í Húsavíkar kirkju byrjaði við, at Hanus undir Leitinum, sáli, spurdi meg, um eg hevði hug at vera í kirkjuráðnum. Nakað aftaná at Hanus doyði, gjørdist eg klokkari. Tað fall mær natúrligt at gerast klokkari. Vit eru fáment og traðkar ein ikki til, so er ongin, sigur Wilhelm Petersen.

-Pápi gjørdist ikki organistur, meðan vit vóru børn, tað er hent seinni. Vit hava altíð gingið í kirkju, tað er ein vani. Abbi mín í Vík, sum eg eri uppkallaður eftir, var deknur í eitt mannaminni.

-Eg eri útróðrarmaður, hóast eg eri útbúgvin maskinmeistari og kann vinna breyðið víða um. Men eg eri útróðrarmaður, tí tað er nakað mær dámar serstakliga væl Eg havi verið útróðarmaður seinastu tíggju árini og eigi ein 30 fót útróðrarbát. Nú er arbeiðið vorðið hobby og umvent, hóast eg inn í millum avloysi sum maskinmeistari umborð á trolarum, sigur hann.

-Eg rógvi út her nærhendis, báturin liggur í havnini á Sandi og eg eri á Norðhavinum og á Skeivabanka, alt eftir árstíðini. Eg eri spentur at fara til útróðrar aftur og fari at rógva út í vetur. Eg sigldi í Norra, men fekk orlov, tá íð eg gjørdist útróðrarmaður og varð hangandi. Útróðrarlívið er ov gott at fara frá, tað er avbjóðandi og fylt við spenningi, sigur hann.

Wilhelm er giftur við Sáru Mariann Anthoniussen og tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttir. Børnini eru við pápanum í torninum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.