Skriva út

Vagn Foldbo

Vagn Foldbo
urguleikari
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vagn Foldbo er føddur 24 november 1969 og 18 ár seinni sat hann við urguna í Leirvíkar kirkju og spældi,og hann hevur verið urguleikari ein stóran part av lívinum. Vagn varð biðin sum kirkjutænari sum so mangir aðrir av Óla bónda, sum hevði eftirnavnið Olsen. Hann var formaður í kirkjuráðnum. 

    -Óli bóndi visti, at eg spældi og at eg hevði stóran áhuga í at spæla. Eg hevði fingið orgul heima, tá ið eg var hálvvaksin. Tað fall mær lætt at vera kirkjutænari beinanvegin, eg var so vanur við kirkjuna frá barnsbeini av, og tað var eitt herðaklapp fyri meg at spæla í kirkjuni. Eg byrjaði í smáum. Eg slapp at velja sálmar, sum eg dugdi og eg spældi eftir gehør, sigur Vagn Foldbo. 

    - Nú havi eg pausu. Eri júst byrjaður sum skúlastjóri í stóra samanlagda skúlanum í Klaksvík, Men eg havi spælt í mong ár. Sum oftast hava vit verið tveir organistar og onkuntíð tríggir. Onkra styttri periodu havi eg verið einsamallur og tá hevur tað verið ógvuliga bundisligt. Eg veit ikki, eg haldi, at eg altið havi havt orku til hetta. Meira tú krevur av einum, meira gerst tað ein partur av gerandisdegnum, sigur hann.

Vagn var í árunum 1998-2004 skúlastjóri á Eiði. Í árunum 2004-2008 var hann aðalskrivari hjá heimamissionini. 2009 skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla og frá 1. Mars 2015 skúlastjóri í samanløgdu skúlunum í Klaksvík.

Vagn er giftur við Sólrun Foldbo, hon er eisini úr Leirvík. Tey eiga trý børn, Kristinu, Olivar og Hallur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”