Skriva út

Uni Magnussen

Uni Magnussen
klokkari
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Uni er kvívíkingur, hann er føddur 25 mai í 1966 og hevur verið búsitandi í Kvívík meginpartin av lívinum. Hann hevur verið virkin í felagslívinum og tá arbeiðsdagurin er av, er hann aftur í Kvívík heima saman við familjuni. 

    -Og eg veit ikki, um eg bleiv klokkari í kirkjuni á sama hátt sum allir aðrir klokkarar í landinum. Men tað hendi soleiðis, at pápi damuna hjá mær, Jákup Norðuri í Stovu var klokkari. Hann var farin at eldast og eg fór at hjálpa honum. Eg avloysti hann av og á og at enda gjørdist eg fastur klokkari. 

    -Fyri meg hevur tað einki upp á seg at ringja, eg havi altíð verið kirkjufólk og tað fari eg at blíva við við at vera.

Uni Magnussen hevur arbeitt á Skipasmiðjuni í Havn í heili 25 ár. 

    -Eg tók maskinmeistaraprógv í Danmark og tað lá líkasum í kortunum, at vit skuldu koma heimaftur. Konan vildi búgva í Kvívík og mær dámar væl heimbygdina og her hava vit hildið til 

    -Eitt av arbeiðinum hjá klokkaranum er at halda statestikk, at skriva niður, hvussu nógv fólk eru í kirkju. Tað kundi verið meira í Kvívík, millum 30-40 hvønn sunnudag. Men tað verðsliga gevur kirkjuni sterka kapping. 

    -Eg røki klokkarastarvið við jaligum brillum, mær dámar tað. Vit eru fýra klokkarar sum skiftast. Klokkarin hevur ábyrgdina av, at kirkjan er opin. Hann er fyrstur í kirkju og seinast av stað aftur.
Nú havi eg verið nokk so leingi í starvinum, eg havi verð klokkari síðan undan aldarskiftinum.
Uni hevur eisini starv sum húskallur. 

    -Konan hevur fest tvær merkur í Ognarhaganum og har taki eg mær av seyði. Eg veit ikki, tíðin strekkir ikki. Tá eg komi frá arbeiði, eri eg móður og tað sum hevur týdnining fyri eg er, at eg havi møguleika at vera familjumaður og tað hevur ført við sær, at eg eisini eri landkrabbi. Hvat eg fari at gera í framtíðini veit eg ikki.

Uni er giftur við Randi og tey eina eina 20 ára gamla dóttir og ein 14 ára gamlan son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”