Skriva út

Turid Christiansen

Turid Christiansen
deknur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Turid Christiansen hevur verið deknur í Árnafjarðar kirkju. Hon býr í Sandavági, men er ættað úr Árnafirði og plagar at koyra til heimbygdina, fyri at gera tænastu í kirkjuni. Turid er fødd 8. august 1940.

-Eg havi verið deknur í nøkur ár. Knappliga hendi nakað, sum eg ikki dugi at siga frá, hvat tað var sum hendi. Eg fór knappliga at vilja gráta, tá ið eg stóð á kórsgáttini og skuldi lesa. Tað endaði við, at eg mátti gevast heilt, sigur Turid Christiansen.

-Eg havi ikki slept tankanum um at gerast deknur aftur. Kanska fer tað at lukkast ein dag. Eg vil so fegin vera kirkjutænari. Okkurt má vera hent inni í høvdinum, sum ger, at eg ikki fái lisið longur, uttan at eg gráti. Tað gekk so deiliga væl í fyrstuni, men so gekk galið, sigur hon.

-Vit plagdu at fara vikuskifti til Árnafjarðar, tá íð eg átti tørn at lesa. Vit búgva í Sandavági. Eg avloysti Lyly Hansen, sigur hon.

-Vit eiga ein vaksnan son. Hann eitur Eystein. Hann var fyri eini ferðsluvanlukku sum 25 ára gamal. Hann er 54 ár í dag og býr heima. Hann er ikki arbeiðsførur, men klárar seg heima. Vit hava eisini verið fosturforeldur at fýra dreingjum, sigur hon.

-Vit vita ikki, hvat vit fáa í lívinum. Men tað er ikki so galið allíkavæl. Tað eru myrkir dagar í lívinum, men so skínur sólin aftur, sigur hon.

Turid er gift við Hergeir Christiansen, hann er ættaður av Stykkinum. Pápi hansara fórst við trolaranum Tór 2 og mamman flutti vestur aftur til heimbygdina Sandavág, tá hon var vorðin einkja, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.