Skriva út

Tummas Eikhólm

Tummas Eikhólm
klokkari
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Tummas Eikhólm, fyrrverandi bóndi í Hvalvík, hevur havt sína gongd í kirkjuna, síðan hann var smádrongur og hann hevur eisini í mong ár verið klokkari. Tað var Petur Petersen, prestur, sum bað hann til klokkara. Tummas er føddur 23. november 1939.

-Eg havi gingið nógv í kirkju, pápi mín John Eikhólm var organistur. Omma mín, Anna, norska, sum hon var kallað spældi eisini í kirkjuni og abbin, eg eri uppkallaður eftir, hann var deknur, sigur Tummas Eikhólm.

-Omma og abbi hittust, tá ið hann var á landbúnaðarskúla í Norra. Pápi hennara var sparikassastjóri. Tað var samband við familjuna í Norra eftir at ommar var flutt til Hvalvíkar og vit vitjaðu eisini har.

-Í fyrstuni í míni tíð sum klokkari vóru vit tveir, sum skiftust, seinni gjørdust vit tríggir. Tá ið eg var ungur, var bara ein klokkari. Tað var Jógvan hjá Peri, vit plagdu at kappast um at sleppa at kima hjá honum. Man kundi seta klokkuna eftir honum, so presisur var hann.

-Vit eiga eina gamla kirkju og tilfarið í henni er uppaftur eldri. Mann brúkti tað sum brúkast kundi, tá nýggja kirkjan varð bygd í 1829 og tað sæst aftur í kirkjuni. Tú sær, at her er viður, sum hevur verið í øðrum bygningi.

-Sjálvur gavst eg sum klokkari fyri nøkrum árum síðani. Eg gavst eisini sum bóndi og sonurin John hevur tikið við. Eg var útslitin sum bóndi. Eg hevði 75 halar og 300 seyðir og hevði ongantíð frí.  Sonurin ynskti ikki at hava neyt, so mjókarkvotan er seld.

Á garðinum í Hvalvík vórðu gjørdar ymiskar royndir innan landbúnaðin, bæði royndir við seyði og við græsi. Eisini hevur verið ein støð hjá Danmarks Meteorologisk Institut, har avfallið er mált.

-Eg máldi fyri DMI í 40 ár. Avfallið plagdi at liggja um 3400 millimetur um árið, seinni árini hevur tað regnað meira, nú liggur tað um 3800 millimetur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.