Skriva út

Tordis Tausen

Tordis Tausen
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tordis Tausen býr í Saltangará og er fødd Innan Glyvur í Stranda kommunu. Hon sær beint yvir á heimbygdina úr stovuvindeyganum og uppvøksturin hevur nógv at siga fyri øll menniskju, tað var har grundin varð løgd fyri okkara tonkum seinni í lívinum.  Tordis er fødd 7 juli 1965 og er gift við Herjolvi Tausen. Teir eiga tvey børn, gentu og drong. Hon arbeiðir dagliga á innheintingardeildini hjá Taks í Runavík.

-Eg flutti frá Innan Glyvur og til Havnar í 1982 og fekk lærupláss á Gjaldstovuni. Í 1991 varð er flutt til deildina hjá Gjaldstovuni í Saltangará og her havi eg verið síðani, sigur Tordis.

-Eg eri uppvaksin við kirkju hvønn sunnumorgin. Á Strondum fór man bara í kirkju og tað var ikki meira snakkað um tað. Eg gjørdist kløkk, tá eg varð biðin um at gerast deknur. Hví varð eg útvald ? Eg avloysti Harriet Jørginsdóttir, sum fór av landinum at arbeiða. Tað er eitt ár síðan eg byrjaði og eg lesi triðju hvørja viku. Vit eru fýra deknar sum skiftast og hetta kennist ikki bundisligt, eg eri bundin eina viku í senn.

-Eg taki mær tíð at fyrireika meg, tí eg taki hetta arbeiði alvorligt. . Tað tekur tíð at finna sálmar og ikki minst lestur. Eg lesi nógvar ígjøgnum, áðrenn eg finni tann rætta og eg bestemmi meg. Eg fyrireiki meg sum frægast. Eg var ógvuliga nervøs tær fyrstu ferðirnar og eg havi ikki vant meg við enn at vera deknur. Teir dagar prestur er, slappi eg meira av.

-Eg møti eins og hinir kirkjutænararnir tíðliga, minst ein tíma áðrenn og njóti stillu løtuna áðrenn gudstænastuna.

-Kirkjan er alneyðug, tí lívið gongur við fullari ferð uttanfyri. Serliga hjá okkum, sum hava ung ítróttarfólk í húsinum. Tey ungu er í dag mangan so útlúgvaði av ítróttinum, at tað verður einki náttarlív og eg veit ikki um tað er gott. Ein gott við hesum er, at vit kunnu liggja trygt um næturnar, sigur Thordis Tausen

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”