Skriva út

Theodor Askam Olsen

Theodor Askam Olsen
organistur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Theodor er organistur í kirkjuni í Árnafirði, sum varð bygd í 1936 og vígd 10. oktober 1937. Hetta er langt áðrenn Theodor varð føddur, hann sá ikki dagsins ljós fyrr enn 10. september 1958.

-Arni Justinussen var organistur. Hann gjørdist sjúkur og eg byrjaði at loysa hann av í 1990. Eg byrjaði í adventini í 1990. Eg eri ikki útbúgvin organistur. Eg eri sjálvlærdur. Eg havi tikið okkurt skeið í orgulspæli, lesi nótar, men improvoseri eisini, sigur Theodor Askam Olsen.

-Vit eru fýra systkin og eg eri tann einasti, sum búgvi í Árnafirði, her eg havi bygt. Meðan kommunan legði planir, fluttu fýra av mínum systkjum av bygdini. Tað var ein skandala, at árnfirðingar ikki fingu grundsstykki í heimbygdini, men vóru noyddir av  bygdini. Bygdin er ikki vaksin nakað, síðan fast samband kom við tunnlinum í 1965 og av tí einføldu orsøk, at ongin fekk grundstykki, sigur hann.

Theodor er giftur við Ellu Christinu Hammer úr Vági. Tey eiga fýra børn, tríggjar synir og eina dóttir. Og tey eiga tvey barnabørn, nú hendan samrøðan varð gjørd í 2018.

-Eg koyri buss, tað havi eg gjørt seinastu árini. Bussurin verður nógv brúktur millum Klaksvík og Havnina bæði av arbeiðsfólki og eisini av skúlanæmingum. Eg havi annars fyrr arbeitt nógv fiskaarbeiði, sigur hann.

Í frítíðini fæst Theodor, umframt urguna, við seyð. Hann eigur nakrar seyðir. Jørðin er ogn og hann eigur frælsir í haganum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.