Skriva út

Súsanna Hentze

Súsanna Hentze
deknur
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Súsanna Hentse er úr Nesi í Hvalba og hon er nýggjur deknur, er júst byrjað. Susanna er fødd 20. mai í 1964.

-Tey manglaðu ein dekn og bóðu meg. Eg haldi, at tað  hevur gingið toluligt. Eg eri von við at ganga í kirkju. Eg var eitt sindur nervøs, tí eg visti ikki, hvussu tað fór at ganga at lesa. Eg vil gjarna hjálpa til, tá ið tey mangla.

-Tað er ikki bara lætt at vera deknur. Summi orð eru so undarlig, at neyðugt er at lesa lesturin fleiri ferðir ígjøgnum, áðrenn meiningin kemur fram, sigur Súsanna Hentze.

-Eg havi arbeitt í 27 ár á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Eg havi vaskað á operatiónsgongini. Sjúkrahúsið verður verandi, akuttar støður vilja altíð vera og ti mugu suðuroyingar hava eitt sjúkrahús.

-Vit búgva í Nesi. Maður mín eitur Dávur Hentze og hann er av Hamri í Hvalba. Vit eiga ein son, hann er 23 ára gamal og onki barnabarn er komið enn.

-Okkum dámar væl at ferðast. Eg eigi eina gummu á Akureyri og hava vitja við onkuntíð. Hon eigur eina dóttir, sum býr í Vestmannaoyggjunum og har hava vit eisini verið og ferðast. Tað eru nakrar fantastiskar oyggjar, at er so sjáldsamt og sermerkt har. Vit plaga eisini at vera niðri í Danmark, tað dámar okkum væl. Men tað er líkasum nakað annað við at vitja í ìslandi, tað er so heimligt og málið líkist nógv. Hevur tú verið eina tíð í Íslandi, so skilir tú íslendskt.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.