Skriva út

Símin Hammer

Símin Hammer
klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein av teimum nýggjastu klokkarunum í Dómkirkjuni er Símin Hammer. Hetta er eitt álitisstarv, sum hann er rættuliga fegin um. Og hann og konan Sigrun gera bæði tænastu í kirkjuni, hon sum deknur. Símin er føddur 4. september 1957.

-Eg varð spurdur, um eg vildi gerast klokkari, eg eri tann fimti í kirkjuni og har var ikki nógv at ivast í. Konan er deknur og tað er nokk høvuðsorsøkin til, at eg eri i hesum starvinum. Eg tók av og eri klokkari enn. Hetta var samstundis sum Per, bakarin, byrjaði og tað eru longu nøkur ár síðani, sigur Símin Hammer.

-Eg eri ættaður av Tvøroyri. Langabbi mín á Tvøroyri, Georg kallaðist hann, var eisini klokkari. Har var ringt klokkan 9 um morgunin og so aftur klokkan 12, tá íð gudstænastan byrjaði. Nakað var at ganga til hús og tí fór langabbin altíð inn til Teodor, sum búði nærhendis kirkjuna, at fáa sær kaffi og prát, meðan hann sat og bíðaði.

-At vera klokkari í dómkirkjuni er at passa knøttar, alt er automatiskt. Mítt arbeiði fevnir um at rudda og gera klárt til næstu ferð. Eg dekki eisini altarborðið.

-Nú eg hugsi um tað aftaná, so hevði eg ongar beteinkiligheitir við at gerast klokkari. Nú fara árini at styttast á arbeiðsmarknaðinum, eg eri verkførðingur og arbeiði á Arbeiðs og Brunaeftirlitinum og kanska gerist eg fastur klokkari einaferð. Í løtuni eri eg eykaklokkari. Eg kom sum ungur til Havnar at tekna á Landsbyggifelagnum og síðan fór eg til Horsens og læs verkfrøði í árunum 1979-1984.

-Eg og Sigrun eiga tríggjar synir og ein abbason.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.