Skriva út

Pauli Højgaard

Pauli Højgaard
deknur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Pauli Højgaard er akkurát byrjaður sum deknur í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Hann er rituvíkingur, giftur á Toftum og býr har. Dagliga yrkið liggur langt frá Fríðrikskirkjuni. Hann stendur á brúnni, sum yvirstýrimaður á Norrønu, meðan hon skúmar millum Danmark og Ísland við Føroyum sum millumstøð. Pauli er føddur 7. juli 1974.

-Eg eri akkurát byrjaður sum deknur. Eg havi altíð gingið í kirkju, uppvaksin í kirkjuni og í Rituvík í mínum uppvøkstri var eg granni við kirkjuna. Eg var betonkiligur, tá eg var spurdur, um eg vildi vera deknur, har vóru fýra deknar ella ¼ brøk, men nú eru átta og nú ber til, sjálvt um eg sigli eisini.

Samrøðan er gjørd fyrst í desember 2020.

-Eg havi ikki lisið mín fyrsta lestur enn. Men tað verður fjórða sunnudag í advent. Eg eri spentur og eg havi góðar kollegar, sum vilja stuðla mær.

-Eg havi verið í kirkju og á møti alt lívið. Verið í leiðslu í missiónshúsi og sungið nógv. Vit búgva á Gadd, og konan er ættað av Nesi. Nú syngið eg í Gadders, tað er lokal ein dupult kvartett, ein bólkur, sum syngur accapella uttan ljóðføri.

-Eg eri giftur við Jannet Hansdóttir Heinesen, sum nú eitur Handsóttir Højgaard. Vit eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.