Skriva út

Páll Bjarki Johannesen

Páll Bjarki Johannesen
organistur
Sandavágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Síðan fyrst í áttatiárunum í farnu øld hevur Páll Bjarki Johannesen verið organistur í Sandavágs kirkju, tá ið boð hava verið eftir honum. Hann er føddur 6. januar 1949.

-Tá ið vit gingu í realskúla, gingu eg og beiggi mín Ingolf til orgulspæl. Lærarin var Rógvi Egilstoft. Vit lærdu at spæla frá grundini av. Í 1981 skiftust Jens Erik Nielsen og konan at spæla og Jens Erik spurdi meg, um eg kundi avloysa av og á, so tey eisini kundu fáa frí saman. Eg segði ja.

-Frá fyrst í 1982 havi eg verið fastur organistur. Maria Nordendal hevur eisini verið fastur organistur, men hon var frá, tá ið maður hennara Sigurd Petersen var sjúkur og doyði. Nú er hon aftur.

-Vit hava síðan 1991 havt eitt nógv betri orgul enn frammanundan. Hitt gamla orgulið hevði bert tríggjar stemmur og fylti eins nógv ið nýggja Frobenius orgulið, sum hevur 18 stemmur. Hesi orgul eru at finna í Sørvági, á Glyvrum í Vesturkirkjuni og aðrastaðni við.

-Tað kom ein maður frá danska kirkjumálaráðnum, hann kallaðist Heinrich Hildebrand, at kanna hvat orgul kundi rúmast í kirkjuni uttan at broyta nakað. Og hann kom til ta niðurtstøðu, at her var rúm fyri 18 stemmum.

Páll Bjarki er í skrivandi stund 67 ára gamal. Hann her útbúgvin flogmekanikari og hevur starvast í nógv ár við flogfør, bæði hjá SAS í Danmark og hjá Atlantic Airways. Flogfør skulu kannast eftir fastari skipan. So og so nógvar tímar í luftini og síðan verða tey kannaði. Tað lá líkasum í blóðinum at gerast mekanikari. Pápi mín hevði bilverkstað í Sandavági og eg og beiggi tóku yvir. Eg havi eisini arbeitt í nógv ár sum mekanikari á niðursjóvingarvirkinum Kovanum, sum serliga fekst við at pakka rogn.

-Í dag takist eg við at avlúsa alifisk fyri Tjaldurs Apotek.

-Eg búgvi í barndómsheiminum og eri ógiftur. Eri ikki komin so langt sum til konu og børn. Men beiggi mín er her og hann hevur familju, heilt einsamallur eri eg ikki.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.