Skriva út

Ólavur Syderbø

Ólavur Syderbø
deknur
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er nokk so skjótt at fáa svarið, um tú spyr Ólavur Syderbø, hví hann er deknur í Húsa kirkju. Ólavur er ein ungur maður og er føddur 3 apríl 1991.

-Mamma hevur altíð verið deknur. Babba altíð klokkari og gubbi spælir orgul í kirkjuni og vit eru øll systkini við foreldruum í kirkju og vit eru mong systkin og hetta hendir hvønn sunnudag. Eg eri heldigur, vit eru átta systkin og tað er gott at vaksa upp í einum stórum systkinnaflokki. Eg havi ikki altíð tímað so væl at fara í kirkju, men heima hjá okkum var ongin bøn, vit skuldu í kirkju, tað vóru mamma og babba samd um. Eg kann siga, at eg eri uppvaksin í kirkjuni, sigur Ólavur Syderbø.

-Í skúlanum lósu vit eisini og gjørdu tænastu og eg eri skkóti, og vit vóru eisini í kirkju og lósu. Eitt nú sluppu skótarnir at lesa inngangs og útgangsbønina og hetta haldi eg eri forleyparin til, at eg gjørdist kirkjutænari sum vaksin, sigur hann.

-Eg havi lisið nakrar ferðir í kirkjuni. Akkurát nú búgvi eg ikki á Húsum. Eg búgvi í Hvannasundi, saman við damuni, sum eitur Steinvør og sama eiga vit átta mánaðar gomlu Smæru. Men vit hava ætlnir um at flyta aftur til Húsar. Eg búði heima til fyri tveimum árum síðani, flutti í 2016. Eg vil koma heim, og luttaka í øllum bygdarlívinum í heimbygdini. Tá ið vit hava verið fimm ár í Hvannasundi, flyta vit, sigur hann avgjørdur.

Ólavur er útbúgvin timburmaður. Hann lærdi hjá Hanus Højgaard í Klaksvík og arbeiðir nú hjá Maltec í Klaksvík og dámar væl timburarbeiði.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”