Skriva út

Niels Petur Andreassen

Niels Petur Andreassen
klokkari
Árnafjarðar kirkja

Eftir Justinus Leivsson Eidesgaard

Niels Petur er uppkallaður eftir Niels Rasmussen, presti og konu hansara Petreu, sum var ættað úr Rituvík. Niels Petur er føddur 30. oktober 1956.

-Eg eri uppkallaður eftir báðum, also Niels presti og konuni og Bush prestur var gubbi mín. Hetta er nokkso prestaligt hetta her og tí er tað kanska ikki løgið, at eg eisini eri klokkari. Niels Rasmussen var prestur í Klaksvík um ta tíðina, tá íð eg var føddur.

-Og vit eru tríggir brøður og allir eru føddir sama dag, tað hevur verið bíligt hjá mammu at halda føðingardag, leggur hann afturat.

-Mamma kom í 1947 úr Árnafirði til Klaksvíkar. Hon var altið til møtir og hon hitt pápa í KFUM-K í Klaksvík, har hann var virkin. Turid Christiansen kom í 2010 og spurdi meg, um eg kundi hjálpa mammubeiggja mínum, Levi Justinussen, við at vera klokkari í Árnafirði. Eg segði ja og Levi lærdi meg upp sum klokkara. Eg ringdi fyrstu ferð 1. januar í 2011.

-Eg havi eisini sungið til jarðarferðir í nógv ár.

-Eg lærdi til elektrikara hjá Einar Mortensen í Klaksvík og var í hesum yrki í 10 ár og tað vóru góð ár. Men so fekk eg starv sum portørur á sjúkrahúsinum og hevði hug at prøva hetta og eg eri enn portørur, nú á 33. ári. Mær hevur dámt væl at verið portørur, sigur hann.

-Eg havi havt lætt við at umgangast fólk, bæði í sorg og í gleði og eg havi verið virkin í KFUM-K.

Niels Petur er giftur við Oluffu Mariu fødd Samuelsen. Tey eiga fimm børn. Meðan hendan samrøðan varð gjørd í 2018, vóru sjey barnabørn komin og áttinda er á veg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.