Skriva út

Lilly Hansen

Lilly Hansen
deknur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lilly Hansen er ein av teimum ungu deknunum í Føroyum. Og hon varð tíðliga hildin til í kirkjuni. Hon læs inngangs og útgangsbøn longu sum 13-14 ára gomul. Lilly er fødd 5. februar 1988.

-Í 2006 læs eg fyri fyrstu ferð lestur. Tað var fastir mín Sigrid Jógvansdóttir, sum spurdi meg, hon var eisini deknur. Hon spurdi meg, um eg kundi avloysa hana. Hetta liggur líkasum í familjuni hjá okkum. Abbi mín, Jógvan Sofus Hansen, var eisini deknur, sigur Lilly Hansen.

-Eg eri glað fyri at vera kirkjutænari. Tað var nokk so strævið eina tíð, tá ið eg var einsamøll, men nú eru vit trý sum skiftast, vit eru tríggir deknar og tað er tað reina luksus, sigur hon.

Samrøðan fer fram í 2018 og akkurát um hetta mundið er Lilly í barsil við fyrsta barninum.

-Vit hava fingið eina gentu, eg kundi gott hugsað mær at búð í Árnafirði, men maðurin Per Símunnarson vil ikki, so tað verður av ongum.

-Eg eri útbúgvin pedagogur og ein fittur partur av frítíðini fer við at renna. Eg elski at renna og at halda meg í form. Eg renni marathon og venjingin gongur út upp á renna næsta marathonið. Eg havi longu luttikið í fýra maratonkappingum, sigur hon.

-Tað er ongin byrða fyri meg at vera kirkjutænari og orsøkin er einføld, eg elski at ganga í kirkju, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.