Skriva út

Levi Justinussen

Levi Justinussen
klokkari
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Levi Justinussen kann hyggja aftur á eitt langt og spennandi lív, har Árnafjørður hevur verið karmurin. Hann er føddur sjálvan Líradagin 26. august í 1933 og hansara slekt hevur havt ein stóran leiklut í kirkjuni í Árnafirði.

-Pápi mín, Niclas Justinussen var fyrsti klokkarin í kirkjuni í Árnafirði, sum varð vígd í oktober 1937. Ein annar beiggi mín, Óli Justinussen, var klokkari, tá ið pápi gavst í 50 unum. Óli doyði í 1999. Beiggi mín, Arni Justinussen, var organistur. Tað eru nógvir kirkjutænarar úr okkara húsi. Pápi mín doyði av elli í 1958. Áðrenn kirkjan kom, gingu árnfirðingar í kirkju í Klaksvík og á Viðareiði, sigur Levi Justinussen.

Samrøðan við Levi varð gjørd í 2018 og tá var hann framvegis klokkari, 84 ára gamal.

-Eg eri klokkari enn, men nú er systursonur mín, Niels Petur eisini. Nú er aldurin komin og mær dámar betri, at onkur annar tekur við. Klokkarastarvið hevur verið í somu slekt leingi, sigur hann.

-Eg eri útlærdur blikksmiður. Lærdi í Blikksmiðjuni á Fornagørðum í Klaksvík. Hon er ikki til longur, tað er her Føroya Bjór er í dag. Eg byrjaði at læra 2. mai 1949 og í dag, nú tú vitjar er aftur 2. mai. At vera blikksmiður var eitt øgiliga fjølbroytt arbeiði, sigur hann.

-Man loddaði alt. Plastikk kom ikki fyrr enn í fimtiárunum. Sum sveinastykkið gjørdi eg eitt toppljós úr kopari. Eg eigi tað enn heima sum pynt.

-Vit umvældu laternur frá skipum. Har kom alt møguligt, sum vit skuldu gera í stand. Nógv fólk var á blikksmiðjuni og vit umvældu súkklur eisini. Eg bleiv blikksmiður alt lívið, havi ikki havt annað arbeiði.

-Eg eri ógiftur. Vit vóru tríggir brøður og tveir vórðu giftir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.