Skriva út

Kári Thorsteinsson

Kári Thorsteinsson
deknur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sum ungur var Kári Thorsteinsson roknaður sum ein ektaður havnamaður. Hann var á fyrsta liðið hjá HB og var virkin í býarlívinum. Men í 1993 fekk hann nýtt starv sum sýslumaður í Eysturoynni og síðan hevur hann hildið til í Eysturoyni í Søldarfirði og har er hann enn. Kári er deknur í Bønhúsinum í Søldarfirði og tað er í tí sambandinum, at hann her festur í orð og mynd á hesi síðu. Kári er føddur 24 august 1951.

-Eg eri føddur og uppvaksin í Havn og pápi mín var úr Trongisvági og mamman av Sandi. Vit búðu fyrst í Rituvík, tá eg fekk starv í Eysturoynni, síðan í Saltangará og síðan í Søldarfirði. Eini hús vóru til sølu í Søldarfirði í 1995 og vit keyptu og fingu okkara nýggja heim  her.

-Dótturin er fødd í 1997 og vit fóru at ganga í sunnudagsskúla við henni, tá hon var somikið stór. Tað varð mítt fyrsta tilknýti til Bønhúsið. Síðan fóru vit at ganga á møti og eg endaði sum deknur. Nú er ongin sunnudagsskúli í Søldarfirði, sigur Kári Thorsteinsson.

Konan Hanna er ættað úr Miðvági og vit hava bæði røtur til Søldarfjarðar. Eg við eini oldurommu og Hanna í sætta liði. Eg havi verið í løgregluni síðan 1978 ella í 38 ár.

-Bønhúsið hevur stóran týdning fyri søldfirðingar. Bygdin er deilt í tvey av landsvegnum, men tá íð bygdastevna er í Nesvík eru øll við, bæði brøður og missión. Her er ikki talan um tveir frontar.

-Eg havi verið virkin í lokalsamfelagnum, eisini í Runavík, har eg var við at gera Løkshøll. Sum ungur vaks eg upp í HB og var við til at vinna nógv meistaraheiti og var á landsliðnum. Eg var eisini virkin í flogbólti og hondbólti.

-Eg havi eisini gingið til ættargransking og funnið fram til at eftirnavnið Thorsteinsson stavar frá Vestfirðum í Íslandi. Tordur Thorsteinsson kom til Vágs í 1912 og setti seinni búgv í Trongisvági. Eg kenni meg meira heilan, tess meira eg veit um mína familju.

-Eg eri framvegis HB ari og gangi túr enn við gomlum ítróttarfeløgum. Áðrenn eg gjørdist løgreglumaður, lærdi eg til timburmann hjá Leivur Petersen, timburmeistara í Havn. Hann er pápi kenda sangaran Kára P ella Kára Leivsson. (Samrøðan er gjørd í februar 2015).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.