Skriva út

Jórun Simonsen

Jórun Simonsen
deknur
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Tað skal vera onkur úr Norðistovu sum kirkjutænari í Kvívíkar kirkju. Eg átti ein oldurabba, sum kallaðist Óla Dekn. Eg eri uppald í kirkjuni.” Sigur Jórun Simonsen, sum er fødd 6. januar 1964. Hon býr i Kvívík og er fysioterapeutur. “Vit eru fýra systrar og hinar eru í kirkjuráðnum.”

-Niels Joensen kom til mín og spurdi, um eg vildi vera deknur. Hann vildi frá, tí hann tók eina eftirútbúgving. Hetta var í 2010 og eg havi verið deknur síðan. Eg byrjaði fast í 2011.

-Eg eri glað fyri starvið og mær hevur dámt væl at lesa. Tað gevur mær nógv. Tá ið tú lurtar, fer tú ikki so djúpt. Tá ið tú lesur, fer tú djúpari.

-Tá ið eg lesi, fyrireiki eg meg væl, siti heima og lesi hart fyri meg sjálvan. Tað er ymiskt, hvussu lestrarnir eru. Eg havi fleiri lestrarbøkur. Eg royni at finna relevantar lestrar fyri nútíðina. Eg eri ikki so glað fyri teir fordømandi lestrarnar. Gleðiboðskapurin er í míni verð, at vit eru elskaði óansæð.

-Eg eri kona, havi mann og børn, tríggjar dreingir sum eru 21, 18 og 15 ár. Tann elsti er føddur í Bergen. Lívið er meiningsfult fyri meg. Eg arbeiði á spykoatrisku deild, og har fái eg rættuliga eygað á hvussu lívið eisini er.

-Har síggi eg ung fólk, sum ikki hava hug at liva. Okkara gerandistrupulleikar eru smáting, ið mun til tað. Tað snýr seg eisini um at síggja sítt lív í mun til lívið kring ein, sigur Jórun Simonsen, sum vantandi verður deknur í Kvívíkar kirkju mong ár afturat.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.