Skriva út

Jórun Egholm

Jórun Egholm
deknur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Jórun er ættað av Eiði og hevur virkað í Hvalvík meginpartin av lívinum. Her er hon gift og her hevur hon verið mamma, omma, lærari og deknur. Jórun er fødd 9. september 1940.

-Eg gekk á læraraskúla í Haderslev í Suðurjútlandi og tók prógv í 1964 og fekk starv í Hvalvík. Eg søkti á Eiði, men fekk ikki starv. Pápi var akkurát deyður og eg vildi vera nærhendis Eiði og starv var leyst við Hvalvíkar skúla. Eg søkti og fekk starvið. Eg møtti eisin manninum, Janus Egholm, tá ið eg var komin til Hvalvíkar, sigur Jórun Egholm.

-Ein lærari fær ofta álitisstørv og einaferð í sjeytiárunum var eg biðin um at lesa í kirkjuni. Hetta var undir eini drotningavitjan. Eg havi altíð gingið í kirkju. Eg var avloysari í fyrstuni og síðan bleiv tað meira og meira. Petur Martin Rasmussen, sum var prestur tá í Hvalvík segði, at eg mundi vera fyrsti kvinnuligi deknur í landinum.

-Eg fór frá sum lærari, tá ið eg var 67. Í 1976 segði eg lærarastarvið frá mær, men eg bleiv biðin aftur nakrar tímar og áðrenn eg visti av, hevði eg aftur fult tímatal og síðan helt eg fram til pensiónsaldur. Eg vóni, at eg havi lagt nakað gott niður í børnini. Eg var í hvussu er glað fyri at vera lærari, sigur Jónur Egholm.

Jórun og Janus fingu tvær gentir og ein drong og níggju barnabørn eru tey vælsignaði við.

-Vit vóru fýra systrar og ongin giftist á Eiði. Men eg havi enn familju á Eiði og tey havi eg samband við.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.