Skriva út

Jóna Hansen

Jóna Hansen
deknur
Sjóvar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard 

Í dag er frástøða ongin trupulleiki og Jóna Hansen, sum hevur verið deknur í Sjóvar Kirkju seinastu tíggju árini, hevur øll árini búð á Toftum. Í fyrstuni var orsøkin, at hon var lærari við Tofta Skúla og tað var meira praktiskt at búgva á staðnum. Tá hevði hon gentunavnið Thomsen. Seinni kom kærleikin upp í myndina og hon býr í dag í býlinginum uppi á Gadd í einum húsum, saman við manninum Kaj Eli Hansen sum tey hava keypt og saman við teimum er dóttirin Kate, sum er uppkallað eftir ommuni á Toftum og sum verður úttalað Két. Jóna er fødd tann 21. februar 1974 og er uppvaksin á Strondum. 

    -Eg eri eisini uppvaksin við kirkjuni og tá ið eg var barn, gingu vit í kirkju sum almindiligt, kanska ikki so nógv. Tá ið eg kom í tannárini gjørdist eg eisini ein partur av virkseminum í missiónshúsinum. Eg fór í Streingjakórið og byrjaði at ganga á ungdómsmøti. Á Strondum er gott samband millum kirkju og missión og har er vanligt, at kemur tú í missiónshúsið, tá gongur tú eisini í kirkju. Eg havi verið virkin í missiónsarbeiði og eisini sum lærari í sunnudagsskúlanum og tí gjørdist eg ikki kløkk, tá ið eg varð biðin um at vera deknur. Eg stúrdi ikki fyri at standa á kórsgáttini, tí eg var von at standa fram, eisini sum lærari, sigur Jóna Hansen. 

    -Eg haldi, at tað hevur týdning, at gudstænasta er. Og tá eg var biðin um at vera deknur, segði eg ja, eftir at eg hevði biðið um vegleiðing úr erva. 

    -Eg læs fyrstu ferð fyrsta sunnudag í atvent í 2004. Fyri meg var tað tá ongin trupulleiki at búgva á Toftum og vera kirkjutænari á Strondum. Hetta er broytt, síðan eg møtti manninum og giftist. Nú eri eg meira splittað millum Fríðrikskirkjuna og Sjóvar Kirkju. Eg fyristilli mær ikki, at eg blívi við sum deknur í Sjóvar Kirkju. 

    -Broytingar henda kring okkum og tað fer at ávirka gudstænastuna í framtíðini, men hon fer ikki at broytast heilt. Tað fasta og forútsigiliga er ein týdningarmikil partur av at vera fólkakirkja.
Hinvegin, formurin undir gudstænastuni er stirvin og kanska nýtist hann ikki at vera so stirvin. Eg trúgvi, at vit fara at fáa meira til børn og ungdómin í samband við gudstænastuna. Tað síggja vit longu í Sjóvar Kirkju, nú síðan vit fingu kirkjuhúsið. Nú verður ansað eftir børnunum, meðan gudstænasta er. 

    -Eg haldi, at tað er týdningarmikið at formidla guds orð í fólkakirkjuni, og fyri meg sum dekn hevur tað givið nógv at vera í hesum starvi, eisini hóast tað eru onnur, sum skriva lestrarnar. 

    -Og starvið er ikki bara bara. Eg haldi, at tað er eitt nú hart at vera við til jarðarferðir sum deknur. Eg tári, lippi og gráti til jarðarferðir og eg haldi, at tað ger einki. Eg havi eisini grátið á kórsgáttini allahalgannadag, tá eg havi lisið upp nøvnini á teimum deyðu í okkara sókn.