Skriva út

Jón Kári Høgnesen

Jón Kári Høgnesen
deknur
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jón Kári er føddur í Klaksvík og giftur til Viðareiðis. Konan eitur Kirstin Gram Lydersen. Jón Kári er føddur 14. januar 1962.

-Vit keyptu hús her á Viðareiði. Hon er ættað higani. Vit eiga trý børn. Eg havi verið klokkari nú í nøkur ár. Eg var avloysari í fyrstuni og havi verið sjómaður alt lívið. Mær hevur dámt stak væl at sigla. Eg havi verið 10 ár í Barentshavinum og havi eisini róð út og snellast ymsastaðni. Eg var 25 saltfiskatúrar við Nónhamri, so eg havi ordliga fingið roynt meg eystanfyri, sigur Jón Kári Høgnesen.

-Fyri meg hevði tað ikki so stóran týdning, hvar eg búði, eg var burtur ein stóran part av tíðini, so her kunnu vit siga, at tað var konan, sum bestemmaði.

-Eg havi ein bát og fiski goggur á Borðoyavík og so egni eg hjá Bragd. Onkuntið eri eg eisini úti sjálvur við mínum báti.

-Klokkaraarbeiði er soleiðis, at tað ber til at kombinera tað við at rógva út. Vit eru fleiri sum skiftast og mær dámar væl at vera tænari í kirkjuni. Í fyrstuni var eg avloysari, men nú eri eg fastur deknur.

Konan og eg eiga trý børn. Eina gentu og tveir dreingir.

-Eg  havi trivist á Viðareiði og haldi meg vera væl móttiknan. Í dag er sambandið so gott millum bygdirnar, at tað er sum at búgva á einum stað, at búgva í Norðoyggjum, har landfast er, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.