Skriva út

Jógvan Thomsen

Jógvan Thomsen
organistur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Urgan hevur verið sum ein magnetur í mínum lívi frá barni av og er tað enn.” Sigur Jógvan Thomsen, organistur í Vesturkirkjuni. Hann er nólsoyingur og føddur 13. oktober í 1960.

-Í Nólsoy var eitt harmonium í skúlanum og har slapp eg framat. Mamma mín er av Skála og vit ferðaðust inn á Skála. Har plagdi eg at spæla hjá Ingvard á Trøðni. Og soleiðis hevur tað gingið slag í slag. Í 1974 fór eg til Havnar í realskúla og har fór eg at ganga til orgulundirvísing hjá Sámal Andrias Weihe og eg slapp at venja í auluni aftan á skúlatíð. Her var eitt Hammersheim orgul, sum hevði góðan klang, men sum ikki var væl frágingið tekniskt, sigur Jógvan Thomsen.

-Næstu tveir vetrarnar fekk eg undirvísing frá Jóannes Nolsøe, sum var organistur í Havnar kirkju. Hann var grundigur og eg fekk altíð ein til tveir tímar hvørja ferð. Stykkini koma upp á hægri og hægri støði, sigur hann.

-Leiðin gekk niðan í Hoydalar á student og tá byrjaðu kirkjuspøl í Havnar kirkju og har sat eg eisini við urguna. Fyrsti sálmurin eg spældi til eina gudstænastu í Havnar kirkju var “Harrin rætti út sín barm,” til ein barnadóp.

-Sum 17 ára gamal spældi eg til eina hátíðargudstænastu í Vesturkirkjuni jólamorgun. Og um hetta mundi gjørdist eg avloysari í Nólsoyar kirkju. Og undirvísingin helt fram, nú var tað Odvør Johansen sum stóð fyri hesum í Havnar kirkju og síðan kemur ein maður, sum hevur havt stóran týdning fyri meg. Hann eitur Finn Viderø. Eg gekk á skeið hjá honum alla ta tíð hann var virkin í Føroyum og hann hevði skeið sum vardu upp til fimm vikur. Tað var ein sera mennandi tíð, sigur hann.

Saman við Finn Viderø var ikki bara stuttligt. Hann vildi hava meg at spæla endaleysar keðiligar skalar, sum tá ongin meining tyktist at vera í, men eg havi verið sera glaður fyri hesa venjing aftaná, sigur hann.

-Eg fór niður at lesa verkfrøði og tá var eg organistur í Hundtofte kirkju. Eg vikarieraði í øðrum donskum kirkjum, tá eg læs. Eg fór eisini á konservatoriið og tók bachelor í í orgul.

Jógvan er giftur við Joan Sørinardóttir úr Havn og tey eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.