Skriva út

Jógvan Martin Mørk

Jógvan Martin Mørk
klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Martin Mørk er ein av teimum nýggjaru klokkarunum í Dómkirkjuni. Hann tók við starvi, tá íð Per Poulsen og Mortan Winther Poulsen løgdu frá sær. Hann var settur um somu tíð, sum Anna Sofía Restorff tók við sum fyrsti kvinnuligi klokkarin í Dómkirkjuni. Jógvan Martin er føddur 8. oktober 1950.

-Eg havi altíð verið kirkjugangari. Vit eru fýra klokkarar í løtuni og hava vakt eina viku um mánaðin, sigur Jógvan Marin Mørk.

-Tað er eitt sindur stríggið at vera klokkari í Dómkirkjuni. Klokkararnir hava fleiri uppgávur enn deknarnir og skulu vera til allar handlingar. Klokkarin er rættuliga upptikin, tá hann hevur vakt, deknarnir nýtast ikki at vera til allar kirkjuligar handlingar, men tað mugu vit.

-Eg eri sannførdur um, at kirkjan hevur eina framtið, heilt avgjørt. Tað er stuttligt at vera tænari í eini kirkju, sum øll eru so góð við og fólk eru góð við Dómkirkjuna.

-Eg havi starvast í fólkaskúlanum alt lívið. Eg tók læraraprógv í 1980 og fekk eisini leiðsluuppgávur í skúlanum. Eg  var varaskúlastjóri í Eysturskúlanum frá 1999 og fram til 2017, tá ið er fór frá. Eg arbeiddi eisini sum vanligur lærari á Eysturskúlanum frá 1980 og fram til 1999.

-Eg havi verið nógv upptikin av ítrótti í míni frítíð, bæði fótbólti og hondbólti sigur hann.

Jógvan Martin er giftur við Ruth og hon er av Oyrabakka. Tey eiga trý børn og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.