Skriva út

Jóannes Nolsøe

Jóannes Nolsøe
organistur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóannes Nolsøe hevur verið urguleikari í Føroyum í mong ár. Hann var urguleikari í Havnar Kirkju frá 1959 og fram til 1984. Síðan gekk leiðin aftur til heimbygdina í Vági og seinnu árini hevur hann verið organistur í Skagen. Jóannes Nolsøe er føddur á hásumri, 24. juni í 1942.

-Míni barnaár høvdu nógv við sang at gera. Bæði foreldrini sungu í Ljómi og eg kom eisini í hetta kór, sum ungur. Hóast sundurlyndið er nógva staðni í okkara lítla landi, so er eitt kór savnandi. Ljómur savnar fólk, bæði tey, íð syngja og tey, sum lýða á. Eg kann siga, at eg eri uppvaksin við kórsangi. Og eg kom eisini seinni í lívinum at stjórna Ljómi, sigur Jóannes Nolsøe.

-Eg fór sum ungur til Havnar. Eg fekk starv á Gjaldstovuni og kom at arbeiða trý ár innan skatt. Eg kom upp í Kristiliga Sangkórið og kórsangur fylgir mær gjøgnum lívið. Eg fekk nakrar tímar í orgulspæli frá Ólavi Hátún og gekk til klaverspæl hjá Miu Waagstein, sigur hann.

-Eg byrjaði spakuliga sum organistur í Havn. Í fyrstuni til onkran barnadóp. Og sum urguleikari má tú útbúgva teg. Eg gekk hjá Odvør Johansen eisini. Í 1971-1971 var eg á ársskeiði í Bayern og har fekk eg orgulundirvísing. Árini 1976-1977 tók eg organistprógv. Øll hesi ár var eg organistur í Havnar kirkju. Í árunum 1989-1991 var eg í Tróndheimi í Noregi og fekk orgulundirvísing. Eg hevði tá tvey deilig ár við urguna í dómkirkjuni í Niðarósa. Og tað hendi nógv í Føroyum hesa tíðina, hetta var um tað mundi, tá í musikkskúlin byrjaði.

-Í 1983 fekk kirkjan í Vági nýtt orgul og nú vóru boð úr heimbygdini eftir mær. Eg hevði tá spælt orgul í Havnini í 24 ár. Eg varð biðin um at koma suður og samstundis fekk eg kórið Ljómur at venja.

-Kór er eitt stórt ljóðføri. Tað er stórt kynstur at fáa røddirnar at passa saman, tað er sum at baka, at arbeiða við deiggi.

Í dag býr Jóannes Nolsøe í Skagen, har hann er organistur.

-Kapellið í Skagen er mítt frítíðarheim. Her havi lykil og dagliga atgongd til urguna. Nú eri eg komin miðskeiðis í sjeytiárini á lívsleiðini og eg flyti ikki heim aftur til Føroyar í dag, hóast eg vitji javnan. Hvat hendir í framtíðini, veit eg ikki, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.