Holgar Johannesen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Holgar flutti úr Sandavági, tá íð hann var 16 ára gamal og nú er hann heima aftur aftan á 23 ár, ein stóran part uttanfyri landoddarnar. Hann hevur, saman við konuni, keypt eini eldri hús mitt inni í bygdini í Sandavági. Holgar er tónleikalærari, er upprunaliga pianistur, men hann er eisini organistur í Sandavágs kirkju einaferð um mánaðin, har hann avloysir pápabeiggja sín Bjarka Johannesen. Holger er føddur 28. august 1978.
-Eg eri tónleikalærari og meira neyvt klaverlærari. Vit hava búð í Norra í nógv ár og nú spæli eg orgul eina ferð um mánaðin í Sandavágs kirkju. Tað er munur á at spæla klaver og orgul. Nótarnir eru teir somu, men annslagið er ikki tað sama við klaver sum við orgul, sigur Holgar Johannesen
-Eg eri fyrst og fremst pianistur, hóast eg byrjaði at læra orgul.
-Vit lósu tónleik í Norra, og vóru lærarar har. Eg havi føroyska læraraútbúgving og eri nú tónleikalærari í Vágum, í Havn og á Eiði.
-Konan eigur Katrin á Borg og fjórða barnið er ávegis, sigur hann smílandi.
-Eg eri sandavágsingur og lægru húsaprísirnir vóru ein partur av avgerðini, tá íð vit valdu at seta okkum niður í Sandavági. Mín heimbygd er fantastisk fyri børn at vaksa upp í. Tvey av mínum systkjum búgva eisini í Sandavági og foreldrini. Her er gott, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.