Skriva út

Heini Holm

Heini Holm
deknur
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heini Holm er uppvaksin á Skálabakkanum í Skálum í Hvalba og seinastu  32 árini hevur hann búð í Kvívík, har hann er giftur og hevur sítt heim. Hann er føddur 21. september 1956.

                         -Eg eri giftur til Kvívíkar og vit búðu í Havn fram til 1983 og bygdu síðan Frammivið Garð í Kvívík. Eg haldi ikki, at tað hevði so ógvuliga stóran týdning, hvar eg búði. Eg havi siglt nógv og verið nógv burtur, men eg havi trivist í Kvívík.  Eg havi rótað meg upp í alt í bygdini og eg haldi, at tað skal man. Ein eigur at vera virkin í bygdarlívinum.

                         -Eg havi siglt helvtina av lívinum. Eg havi verið við kjølbrotrolarum í Barentshavinum og nú eri eg málarameistari, tað eru tvey ógvuliga ymisk størv og eg trívist eisini við at mála.

                         -Tá ið eg gavst at sigla í 1997 kom grannin og spurdi, um eg vildi vera deknur og tað játtaði eg. Vit fóru tveir sum skiftust og eg eri enn deknur. Mær dámar fult so væl at vera deknur, tá ið eg sjálvur lesi, sigur hann.

                         -Eg hevði einki við kirkjuna at gera, áðrenn eg gjørdist deknur. Eftir at eg gjørdist deknur, fór eg at brúka kirkjuna meira. Eg varð valdur í kirkjuráðiðnæstseinast og havi tikið eina periodu aftur at sum formaður.

                         -Eg haldi, at tað er spennandi at vera virkin í tí sum hendur í eini bygd. Eg haviroynt meg sum bygdaráðsformaður, formaður í Fornminnisfelagnum, hegnsýninum ogso víðari. Havi prøva alt í bygdini,sigur Heini Holm smílandi.

                         Heini er giftur við Marin Holm, hon er fødd Vang. Tey eiga tvey vaksin børn, dóttrina Guðrið, sum í skrivandi løtu er 37 ára gomul og Jógvan, sum er 29 ára gamal.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.