Skriva út

Heini Frits Petersen

Heini Frits Petersen
deknur
Sandavágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heini Petersen er gamal í garði sum deknur í Sandavágs kirkju. Og hann hevur áhuga fyri søguni og er væl vitandi um tað, sum farið er fram í Sandavági langt aftur í tíðina. Heini er ongin ársungi. Hann er føddur 28 august 1936.

-Tænasta í kirkjuni hevur gingið aftur í míni ætt. Abbi mín Vilhelm Nielsen og morbróður mín Sakarias Hansen vóru báðir deknar og mín gongd á kórsgáttina byrjaði við, at eg avloysti teir. Eg byrjaði sum hjálpardeknur fyri abba. Og tá íð hann fall frá, tók eg við sum fastur deknur. Eg havi verið einsamallur deknur mest sum alla tíðina og hevði ein hjálpardekn, tá ið eg hevði forfall.

-Eg havi verið lærari í yvir 40 ár. Tók prógv í 1958. Fyrsta starvið eg hevði var í Æðuvík, har var eg í hálva tíð og hina helvtina undirvísti eg í Søldarfirði. Í Æðuvík vóru 12 børn.  Konan hjá mær er av Skálafjørðinum, dóttir Jógvan á Høgabóli og vit búðu hjá verforeldrunum fyrstu tíðina. Eg var lærari í gamla skúlanum á Glyvrum einsamallur og Bjarnadal og ein annar lærari vóru í nýggja skúlanum  og eg undirvísti eitt nú í enskum. Eg var glaður fyri at vera lærari á Glyvrum. Jóhan Lamhauge bað meg um at søkja á Toftir. Seinni søkti eg á Giljanes og flutti vestur og her var eg til eg fór frá við pensión.

-Eg vildi vera lærari, fiskiskip var einki fyri meg. Vit eiga fýra børn, og tað er vorðið til 14 barnabørn og trý langbarnabørn.

Heini hevur eisini roynt seg sum søguskrivara og hevur skrivað húsasøguna í Sandavági.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”